Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

útirøkting / evangelisering

69 versir um "útirøkting / evangelisering"

Versir

Síða 2 av 2
Markus 1:29 Markus

Við tað sama sum teir vóru komnir út úr sýnagoguni, komu teir inn hjá Símuni og Andriasi, saman við Jákupi og Jóhannesi.

2
Markus 1:30 Markus

Vermóðir Símun lá við fepri; og alt fyri eitt tosaðu tey við Hann um hana.

2
Markus 1:31 Markus

Hann fór tá yvir til hennara, tók í hond hennara og reisti hana upp; og hon slapp frá feprinum, og hon borðreiddi fyri teimum.

2
Markus 1:32 Markus

Táið nú kvøldið var komið, og sólin var undirgingin, komu tey til Hansara við øllum hinum sjúku og teimum, ið sett vóru av illum andum;

2
Markus 1:33 Markus

og allur býurin var komin saman fyri durunum.

2
Markus 1:34 Markus

Hann grøddi mong, ið liðu av ymiskum sjúkum, og rak út nógvar illar andar; og Hann læt ikki hinar illu andar sleppa at tala, av tí at teir kendu Hann.

2
Markus 1:35 Markus

Tíðliga um morgunin, fyri dag, fór Hann upp og fór út og burtur til oyðið stað og bað har.

2
Markus 1:36 Markus

Símun og teir, ið við Honum vóru, skundaðu sær tá aftan á Honum.

2
Markus 1:37 Markus

Táið teir funnu Hann, søgdu teir við Hann: „Øll leita eftir Tær!“

2
Markus 1:38 Markus

Tá segði Hann við teir: „Latið okkum fara burt aðrastaðni til smábygdirnar her rundanum, so Eg kann prædika har við! Tí tað var tað, Eg kom til.“

2
Markus 1:39 Markus

Hann kom so og prædikaði í sýnagogum teirra um alt Galilea og rak út hinar illu andar.

2
Markus 1:40 Markus

Ein spitalskur kom tá til Hansara, bað Hann og fall á knæ fyri Honum og segði við Hann: „Vilt Tú, so kanst Tú gera meg reinan!“

2
Markus 1:41 Markus

Tá tykti Honum hjartaliga synd í honum; Hann rætti út hondina, nam við hann og segði: „Eg vil; verð reinur!“

2
Markus 1:42 Markus

Við tað sama slapp hann frá spitalskuni, og hann varð reinur.

2
Markus 1:43 Markus

Tá koyrdi Jesus hann alt fyri eitt avstað, beyð honum strangliga

2
Markus 1:44 Markus

og segði við hann: „Síggj til, at tú ongum sigur nakað um hetta! Far avstað og lat prestin sýna teg, og ofra fyri reinsan tína tað, ið Móses hevur ásett, teimum til vitnisburð!“

2
Markus 1:45 Markus

Men táið hann kom út, fór hann at siga nógv frá hesum og bera út hesi tíðindi, so Jesus fekk ikki longur farið opinlýst inn í nakran bý; Hann helt Seg uttanfyri, á støðum, har eingin búði; og allastaðni frá komu tey til Hansara.

2
Ápostlasøgan 20:28 Ápostlasøgan

Ansið tí eftir tykkum sjálvum og eftir øllum fylginum, har Heilagi Andin hevur sett tykkum sum umsjónarmenn at røkta samkomu Guds, sum Hann vann Sær við Sínum egna blóði!

2
Fyrra Pætursbrævið 2:9 Fyrra Pætursbrævið

Men tit eru útvald ætt, kongligur prestaskapur, heilag tjóð, ognarfólk, fyri at tit skulu kunngera dygdir Hansara, sum kallaði tykkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós Sítt,

2