útirøkting / evangelisering
69 versir um "útirøkting / evangelisering"
Versir
Síða 1 av 2Markus 16:15 Markus
Og Hann segði við teir: „Farið út í allan heimin og prædikið evangeliið fyri øllum skapninginum!
Jeremias 1:7 Jeremias
Tá segði HARRIN við meg: „Sig ikki: „Eg eri so ungur!“ Nei, tú skalt fara til øll, ið Eg sendi teg til, og tala alt, ið Eg áleggi tær at tala.
Matteus 28:19 Matteus
Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans,
Rómverjabrævið 10:14 Rómverjabrævið
Hvussu skulu tey nú kalla á tann, ið tey ikki eru komin til trúgv á! Hvussu skulu tey trúgva á tann, ið tey ikki hava hoyrt um! Hvussu skulu tey hoyra, uttan onkur er, sum prædikar!
Matteus 25:35 Matteus
Tí Eg var svangur, og tit góvu Mær at eta; Eg var tystur, og tit góvu Mær at drekka; Eg var fremmandur, og tit tóku ímóti Mær;
Matteus 25:36 Matteus
Eg var nakin, og tit klæddu Meg; Eg var sjúkur, og tit vitjaðu Meg; Eg var í fangahúsi, og tit komu til Mín.“
Matteus 25:37 Matteus
Tá skulu hini rættvísu svara Honum: „Harri! Nær sóu vit Teg svangan og góvu Tær at eta ella tystan og góvu Tær at drekka!
Matteus 25:38 Matteus
Nær sóu vit Teg fremmandan og tóku ímóti Tær ella naknan og klæddu Teg!
Matteus 25:39 Matteus
Nær sóu vit Teg sjúkan ella í fangahúsi og komu til Tín!“
Matteus 25:40 Matteus
Kongurin skal svara teimum: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!“
Ápostlasøgan 1:8 Ápostlasøgan
Men tit skulu fáa kraft, táið Heilagi Andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera vitni Míni, bæði í Jerusalem og í øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar.“
Seinna Timoteusarbrævið 4:2 Seinna Timoteusarbrævið
Prædika orðið, ver íðin í tíð og í ótíð, sannfør, revsa, áminn, við øllum langmóði og lærdómi!
Matteus 10:7 Matteus
Og sum tit ferðast fram, skulu tit prædika og siga: „Ríki Himmiríkis er komið nær.“
Matteus 10:8 Matteus
Grøðið sjúk, vekið upp deyð, reinsið spitølsk, rekið út illar andar! Tit hava fingið tað fyri einki, og tit skulu lata tað fyri einki.
Matteus 10:9 Matteus
Fáið tykkum ikki gull ella silvur ella kopar í belti tykkara,
Matteus 10:10 Matteus
ikki tasku at ferðast við, ikki tveir kyrtlar, ikki skógvar, ikki stav! Tí arbeiðsmaðurin er føði sína verdur.
Matteus 10:11 Matteus
Har sum tit koma inn í bý ella bygd, spyrjið eftir har, hvør ið er tað verdur, og verðið hjá honum, inntil tit fara avstað haðani!
Matteus 10:12 Matteus
Táið tit koma inn í hús, so heilsið tí!
Matteus 10:13 Matteus
Er tá húsið tað vert, so komi friður tykkara yvir tað! Men er tað tað ikki vert, vendi friður tykkara aftur til tykkara.
Matteus 10:14 Matteus
Um onkur ikki tekur ímóti tykkum og ikki lurtar eftir orðum tykkara, so farið út úr tí húsi ella tí býi, og ristið dustið av fótum tykkara!
Esaias 52:7 Esaias
Hvussu yndisligir eru ikki á fjøllunum føtur hansara, ið kemur við gleðiboðum, sum boðar frið, sum ber góðan boðskap, sum kunnger frelsu, sum sigur við Zion: „Gud tín er vorðin kongur!“
Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Markus 1:1 Markus
Upphav evangeliums Jesu Krists, Sonar Guds.
Markus 1:2 Markus
Sum skrivað er hjá Esaiasi profeti: „Eg sendi boðbera Mín undan Tær; hann skal gera Tær vegin til reiðar.
Markus 1:3 Markus
Rødd eins, sum rópar í oyðimørkini: „Gerið Harranum vegin til reiðar, javnið gøtur Hansara!““
Markus 1:4 Markus
– soleiðis steig Jóhannes doypari fram í oyðimørkini og prædikaði umvendingardóp til syndafyrigeving.
Markus 1:5 Markus
Og alt Judea og øll í Jerusalem fóru út og vórðu doypt av honum í ánni Jordan og játtaðu syndir sínar.
Markus 1:6 Markus
Jóhannes var í klæðum av kamelull og hevði leðurbelti um lendarnar; føði hansara var grashoppur og villur hunangur.
Markus 1:7 Markus
Hann prædikaði og segði: „Eftir meg kemur tann, ið sterkari er enn eg, Hann, sum eg eri ikki verdur at bukka meg niður og loysa skóreimina hjá.
Markus 1:8 Markus
Eg doypi tykkum í vatni; men Hann skal doypa tykkum í Heilaga Andanum.“
Markus 1:9 Markus
Tað hendi á teimum døgum, at Jesus kom úr Nazaret í Galilea og varð doyptur av Jóhannesi í Jordan.
Markus 1:10 Markus
Og við tað sama sum Hann kom upp úr vatninum, sá hann Himmalin opnast og Andan sum dúvu dala niður yvir Hann;
Markus 1:11 Markus
og rødd kom av Himli: „Tú ert Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til.“
Markus 1:12 Markus
Við tað sama dreiv Andin Hann út í oyðimørkina.
Markus 1:13 Markus
Hann var í oyðimørkini og varð freistaður av Satan 40 dagar; Hann var millum hini villu dýrini, og einglarnir tæntu Honum.
Markus 1:14 Markus
Men eftir at Jóhannes var settur fastur, kom Jesus til Galilea og prædikaði evangelium Guds
Markus 1:15 Markus
og segði: „Tíðin er fullkomin, og ríki Guds er komið nær; umvendið tykkum og trúgvið á evangeliið!“
Markus 1:16 Markus
Sum Hann nú gekk fram við vatninum í Galilea, sá Hann Símun og Andrias, bróður hansara; teir settu garn í vatnið; tí teir vóru fiskimenn.
Markus 1:17 Markus
Jesus segði við teir: „Fylgið Mær, so skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn!“
Markus 1:18 Markus
Við tað sama fóru teir frá gørnunum og fylgdu Honum.
Markus 1:19 Markus
Táið Hann var komin eitt sindur longur, sá Hann Jákup, son Zebedeus, og Jóhannes, bróður hansara; teir bøttu gørn síni í bátinum.
Markus 1:20 Markus
Hann kallaði teir við tað sama, og teir fylgdu Honum og lótu faðir sín, Zebedeus, vera eftir á bátinum við daglønamonnunum.
Markus 1:21 Markus
So fóru teir inn í Kapernaum. Og alt fyri eitt fór Hann sabbatin inn í sýnagoguna og lærdi.
Markus 1:22 Markus
Tey vórðu sligin av undran um læru Hansara; tí Hann lærdi tey sum ein, ið vald hevði, og ikki sum hinir skriftlærdu.
Markus 1:23 Markus
Í sýnagogu teirra var nú maður við óreinum anda; hann rópti:
Markus 1:24 Markus
„Hvat hava vit við Teg at gera, Jesus úr Nazaret! Tú ert komin at týna okkum; eg kenni Teg, hvør Tú ert, Tú hin Heilagi Guds!“
Markus 1:25 Markus
Men Jesus hótti at honum og segði: „Tig, og far út úr honum!“
Markus 1:26 Markus
Tá sleit hin óreini andin í hann og rópti hart og fór út úr honum.
Markus 1:27 Markus
Og øll vóru ovfarin, so tey spurdu hvørt annað: „Hvat er hetta? Nýggj læra! Við valdi býður Hann eisini yvir hinum óreinu andum, og teir akta Hann!“
Markus 1:28 Markus
Og tíðindini um Hann komu alt fyri eitt út allastaðni í øllum landinum har um vegir í Galilea.