Útfólk

10 versir um "Útfólk"

Versir

Síða 1 av 1
Onnur Mósebók 12:49 Onnur Mósebók

Ein og sama lóg skal galda fyri tann, ið føddur er í landinum, og tann fremmanda, ið er at vera hjá tykkum.“

2
Triðja Mósebók 19:34 Triðja Mósebók

sum ein av tykkara egnu skulu tit rokna hin fremmanda, ið hjá tykkum býr, og tú skalt elska hann sum teg sjálvan; tí tit hava sjálv verið fremmand í Egyptalandi. – Eg eri HARRIN Gud tykkara!

2
Triðja Mósebók 24:22 Triðja Mósebók

Ein og sami rættur skal galda fyri tykkum; hann skal galda fyri hin fremmanda líka væl sum fyri hin innfødda; tí Eg eri HARRIN Gud tykkara!““

2
Fimta Mósebók 10:19 Fimta Mósebók

Tit skulu tí eisini vera góð við hin fremmanda; tit hava jú sjálv verið fremmand í Egyptalandi.

2
Jeremias 22:3 Jeremias

So sigur HARRIN: Gerið rætt og rættvísi, frelsið hin rænda av hondum kúgarans, gerið ikki hinum fremmanda, hinum faðirleysa og einkjuni órætt – kúgið tey ikki! – Og úthellið ikki sakleyst blóð á hesum staði!

2
Malakias 3:5 Malakias

Eg komi til tykkara og skal halda dóm og vera snarvitni móti gandakøllunum, horkøllunum og teimum, ið svørja rangan eið, móti teimum, ið leggjast á løn hins daglønta mans, og sum kúga einkjuna og hin faðirleysa og boyggja rætt hins fremmanda – og ikki óttast Meg, sigur HARRIN Gud herskaranna.

2
Matteus 25:35 Matteus

Tí Eg var svangur, og tit góvu Mær at eta; Eg var tystur, og tit góvu Mær at drekka; Eg var fremmandur, og tit tóku ímóti Mær;

2
Matteus 25:40 Matteus

Kongurin skal svara teimum: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!“

2
Rómverjabrævið 12:13 Rómverjabrævið

Takið tykkum av hinum heilagu í trongd teirra, leggið tykkum eftir at vera gestablíð!

2
Hebrearabrævið 13:2 Hebrearabrævið

Gloymið ikki at vera gestablíð! Tí harvið hava nøkur – uttan at vita tað – havt einglar til gestir.

2