útbúgving hjá gentum
8 versir um "útbúgving hjá gentum"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 1:20 Orðtøkini
Vísdómurin rópar á gøtuni, hann letur rødd sína ljóða á torgunum;
Orðtøkini 1:21 Orðtøkini
á gøtumótum kallar hann, mitt í ganginum; við býportrini og runt um í býnum talar hann og sigur:
Lukas 10:38 Lukas
Meðan teir nú ferðaðust, kom Hann til eina bygd; og kvinna, sum æt Marta, tók ímóti Honum í húsi sínum.
Lukas 10:39 Lukas
Hon hevði systur, ið æt Maria; hon setti seg við føtur Harrans at lurta eftir tí, sum Hann segði.
Lukas 10:40 Lukas
Men Marta stríddist og gjørdi sær nógvan ómak fyri Honum. Hon kom tá yvir og segði: „Harri, hugsar Tú ikki um tað, at systir letur meg vera einsamalla um at tæna Tær? Sig tó við hana, at hon skal hjálpa mær!“
Lukas 10:41 Lukas
Men Harrin svaraði henni: „Marta, Marta! Tú gert tær stríð og órógv av mongum;
Lukas 10:42 Lukas
men eitt er fyri neyðini. Maria hevur valt hin góða lut, og hann skal ikki verða frá henni tikin.“
Fyrra Krønikubók 7:24 Fyrra Krønikubók
Dóttir hansara var Se’era; hon bygdi Niðara- og Ovara-Bet-Horon og Uzzen-Se’era.