urter til grøðing
15 versir um "urter til grøðing"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 1:29 Fyrsta Mósebók
Framvegis segði Gud: „Eg gevi tykkum allar urtir á allari jørðini, sum bera fræ, og øll trø, sum bera frukt við frænum í; hetta skulu tit hava til føði.
Ezekiel 47:12 Ezekiel
Við ánna skulu – á báðum áarbakkum – vaksa upp alskyns frukttrø; bløð teirra skulu ikki følna, og tey skulu ikki geva uppat at bera ávøkst; hvønn mánað skulu tey bera nýggjan ávøkst; tí vatnið til teirra gongur út úr halgidóminum. Og ávøkstur teirra skal vera til føði, og bløð teirra til heilsubót.“
Fyrsta Mósebók 9:3 Fyrsta Mósebók
Alt tað, ið rørist og livir, skal vera tykkum til føði; sum Eg gav tykkum tær grønu urtirnar, so gevi Eg tykkum tað alt.
Opinberingin 22:2 Opinberingin
Mitt á gøtu staðarins og báðumegin ánna var træ lívsins, sum bar tólv ferðir ávøkst – hvønn mánað gav tað ávøkst sín; bløð træsins vóru tjóðunum til grøðing.
Fyrsta Mósebók 1:11 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Jørðin skal bera gras, urtir, sum geva fræ, og frukttrø, sum bera frukt við frænum í, hvørt eftir sínum slagi, á jørðini.“ Og so varð;
Fyrsta Mósebók 1:30 Fyrsta Mósebók
Og øllum dýrunum á jørðini, øllum fuglunum undir himli og øllum, ið á jørðini skríður, øllum tí, ið hevur livandi sál í sær – teimum gevi Eg allar grønar urtir til føði.“ Og so varð.
Fyrsta Mósebók 1:31 Fyrsta Mósebók
Og Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt – og tað var sera gott. Og kvøld varð, og morgun varð, sætta dag.
Onnur Mósebók 15:26 Onnur Mósebók
Hann segði: „Lurtar tú eftir HARRANUM Gudi tínum, og gert tú tað, sum rætt er í eygum Hansara, aktar eftir boðum Hansara og heldur allar fyriskipanir Hansara, so skal Eg onga av teimum sjúkum leggja á teg, sum Eg legði á Egyptar – men Eg eri HARRIN, lækni tín!“
Onnur Mósebók 30:34 Onnur Mósebók
HARRIN talaði framvegis við Móses; Hann segði: „Tak tær roykilsisurtir, staktu, onyksskel og galban, hesi trý sløgini av kryddurtum, og hartil reint virak, líka nógv av hvørjum!
Sálmarnir 51:7 Sálmarnir
Tú sært, eg eri føddur í misgerð, og í synd varð eg til í móðurlívi.
Orðtøkini 15:17 Orðtøkini
Betri er fat av káli við kærleika enn fitaður oksi og hatur afturvið.
Esaias 38:21 Esaias
Esaias segði, at fikukøka skuldi verða tikin og løgd sum plástur á kýlið, so hann kundi verða frískur aftur.
Ezekiel 4:9 Ezekiel
Tak tær síðani hveiti, bygg, bønur, linsur, hirsu og spelt, lat tað alt í ílat og baka tær breyð av tí! Allar dagarnar tú liggur á liðini – 390 dagar – skalt tú hava tað at eta.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:23 Fyrra Timoteusarbrævið
Drekk ikki longur bert vatn, nei, njót eitt sindur av víni fyri maga tín og tað, sum javnan bagir tær!
Opinberingin 22:1 Opinberingin
Hann vísti mær nú lívsvatnsánna, skínandi sum krystall; hon rann út frá hásæti Guds og lambsins.