urter og plantur

29 versir um "urter og plantur"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrsta Mósebók 9:3 Fyrsta Mósebók

Alt tað, ið rørist og livir, skal vera tykkum til føði; sum Eg gav tykkum tær grønu urtirnar, so gevi Eg tykkum tað alt.

10
Ezekiel 47:12 Ezekiel

Við ánna skulu – á báðum áarbakkum – vaksa upp alskyns frukttrø; bløð teirra skulu ikki følna, og tey skulu ikki geva uppat at bera ávøkst; hvønn mánað skulu tey bera nýggjan ávøkst; tí vatnið til teirra gongur út úr halgidóminum. Og ávøkstur teirra skal vera til føði, og bløð teirra til heilsubót.“

10
Fyrsta Mósebók 1:12 Fyrsta Mósebók

jørðin bar gras, urtir, sum góvu fræ, hvør eftir sínum slagi, og trø, sum bóru frukt við frænum í, hvørt eftir sínum slagi. Og Gud sá, at tað var gott.

9
Fyrsta Mósebók 1:29 Fyrsta Mósebók

Framvegis segði Gud: „Eg gevi tykkum allar urtir á allari jørðini, sum bera fræ, og øll trø, sum bera frukt við frænum í; hetta skulu tit hava til føði.

6
Esaias 40:8 Esaias

Grasið verður turt, blóman følnar; men orð Guds okkara stendur fast til ævigar tíðir!“

6
Sálmarnir 104:14 Sálmarnir

Gras letur Tú grógva til fæið og urtir menniskjunum til gagns; soleiðis leiðir Tú fram breyð av jørðini

4
Opinberingin 22:2 Opinberingin

Mitt á gøtu staðarins og báðumegin ánna var træ lívsins, sum bar tólv ferðir ávøkst – hvønn mánað gav tað ávøkst sín; bløð træsins vóru tjóðunum til grøðing.

4
Fyrsta Mósebók 1:30 Fyrsta Mósebók

Og øllum dýrunum á jørðini, øllum fuglunum undir himli og øllum, ið á jørðini skríður, øllum tí, ið hevur livandi sál í sær – teimum gevi Eg allar grønar urtir til føði.“ Og so varð.

3
Onnur Mósebók 30:22 Onnur Mósebók

Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:

3
Onnur Mósebók 30:23 Onnur Mósebók

„Tak tær kryddurtir, av tí besta, ið er: Av reinasta myrra 500 seklar, av ektaðum kanelbarki hálvt so mikið, 250 seklar, av kalmus av fínasta slagi 250 seklar,

3
Onnur Mósebók 30:24 Onnur Mósebók

av kassia 500 seklar eftir halgidómsvektini, og eina hin av olju av oljuberum.

3
Onnur Mósebók 30:25 Onnur Mósebók

Av hesum skalt tú gera heilaga salvuolju, kryddsalvu, slíka sum salvublandarar gera hana; heilag salvuolja skal tað vera.

3
Onnur Mósebók 30:26 Onnur Mósebók

Við henni skalt tú salva samkomutjaldið, vitnisburðarørkina,

3
Onnur Mósebók 30:27 Onnur Mósebók

borðið við øllum tí, ið til hoyrir, ljósastakan við tí, ið til hoyrir, roykilsisaltarið,

3
Onnur Mósebók 30:28 Onnur Mósebók

brennioffuraltarið við øllum tí, ið til hoyrir, og vatnílatið við fótinum, ið tað stendur á.

3
Onnur Mósebók 30:29 Onnur Mósebók

Soleiðis skalt tú halga tey, so tey verða háheilag; hvør tann, ið nemur við tey, verður heilagur.*

3
Fyrra Timoteusarbrævið 4:1 Fyrra Timoteusarbrævið

Men Andin sigur beint fram, at á komandi tíðum skulu nøkur falla frá trúnni og halda seg til villleiðandi andar og lærdómar ilra anda

3
Fyrra Timoteusarbrævið 4:2 Fyrra Timoteusarbrævið

við hykli lygilærara, sum eru brennimerktir í síni egnu samvitsku,

3
Fyrra Timoteusarbrævið 4:3 Fyrra Timoteusarbrævið

sum forbjóða at giftast og geva boð um at halda seg frá føði, ið Gud hevur skapt, fyri at tey, sum trúgva og hava lært sannleikan at kenna, skulu njóta hana við tøkk.

3
Fyrra Timoteusarbrævið 4:4 Fyrra Timoteusarbrævið

Tí allur skapningur Guds er góður, og einki at vraka, táið tikið verður ímóti tí við tøkk;

3
Fyrsta Mósebók 1:11 Fyrsta Mósebók

So segði Gud: „Jørðin skal bera gras, urtir, sum geva fræ, og frukttrø, sum bera frukt við frænum í, hvørt eftir sínum slagi, á jørðini.“ Og so varð;

2
Fyrsta Mósebók 1:31 Fyrsta Mósebók

Og Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt – og tað var sera gott. Og kvøld varð, og morgun varð, sætta dag.

2
Fyrsta Mósebók 3:22 Fyrsta Mósebók

Gud HARRIN segði: „Hygg, menniskjan er vorðin sum ein av Okkum, so at hon kennir gott og ilt! Bert hon nú ikki rættir út hondina og tekur av træi lívsins við og etur – og livir í allar ævir!“

2
Fyrsta Mósebók 3:23 Fyrsta Mósebók

So koyrdi Gud HARRIN hana út úr urtagarðinum Eden og setti hana at dýrka jørðina, sum hon var tikin úr.

2
Fjórða Mósebók 11:5 Fjórða Mósebók

Vit minnast fiskin, ið vit fingu fyri einki í Egyptalandi, og agurkurnar, melónirnar, purrurnar, reyðleykin og hvítleykin!

2
Fimta Mósebók 8:7 Fimta Mósebók

Táið nú HARRIN Gud tín leiðir teg inn í gott land, land við løkjum, keldum og djúpum vøtnum, sum springa upp í dølunum og á fjøllunum,

2
Fimta Mósebók 8:8 Fimta Mósebók

land við hveiti og byggi, við víntrøum, fikutrøum og granateplatrøum, land við oljutrøum og hunangi,

2
Hásongurin 4:14 Hásongurin

við nardus og safran, kalmus, kaneli og alskyns roykilsistrøum, við myrra, aloe og hinum bestu av alskyns kryddurtum.

2
Jóhannes 1:3 Jóhannes

Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er.

2