urter
18 versir um "urter"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 1:29 Fyrsta Mósebók
Framvegis segði Gud: „Eg gevi tykkum allar urtir á allari jørðini, sum bera fræ, og øll trø, sum bera frukt við frænum í; hetta skulu tit hava til føði.
Fyrsta Mósebók 9:3 Fyrsta Mósebók
Alt tað, ið rørist og livir, skal vera tykkum til føði; sum Eg gav tykkum tær grønu urtirnar, so gevi Eg tykkum tað alt.
Orðtøkini 15:17 Orðtøkini
Betri er fat av káli við kærleika enn fitaður oksi og hatur afturvið.
Fyrsta Mósebók 1:30 Fyrsta Mósebók
Og øllum dýrunum á jørðini, øllum fuglunum undir himli og øllum, ið á jørðini skríður, øllum tí, ið hevur livandi sál í sær – teimum gevi Eg allar grønar urtir til føði.“ Og so varð.
Fyrsta Mósebók 1:31 Fyrsta Mósebók
Og Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt – og tað var sera gott. Og kvøld varð, og morgun varð, sætta dag.
Ezekiel 47:12 Ezekiel
Við ánna skulu – á báðum áarbakkum – vaksa upp alskyns frukttrø; bløð teirra skulu ikki følna, og tey skulu ikki geva uppat at bera ávøkst; hvønn mánað skulu tey bera nýggjan ávøkst; tí vatnið til teirra gongur út úr halgidóminum. Og ávøkstur teirra skal vera til føði, og bløð teirra til heilsubót.“
Onnur Mósebók 12:22 Onnur Mósebók
Og takið tykkum isopkustar, drepið teir í blóðið í fatinum, og smyrjið á træið yvir durunum og á báðar durastavirnar av blóðinum í fatinum! Eingin av tykkum má fara út um dyrnar í húsi sínum fyrrenn morgunin eftir.
Fjórða Mósebók 9:11 Fjórða Mósebók
tann fjúrtanda í øðrum mánaði, um sólsetur, skulu teir halda tær; við ósúrgaðum breyði og beiskum urtum skulu teir eta páskalambið.
Sálmarnir 51:7 Sálmarnir
Tú sært, eg eri føddur í misgerð, og í synd varð eg til í móðurlívi.
Jóhannes 19:29 Jóhannes
Har stóð ílat fult av ediki; teir settu tá svamp fullan av ediki á isopslegg og hildu hann at munni Hansara.
Jóhannes 19:30 Jóhannes
Táið Jesus nú hevði fingið edikin, segði Hann: „Tað er fullgjørt!“ So boygdi Hann høvdið og gav upp andan.
Onnur Mósebók 12:8 Onnur Mósebók
Somu nátt skulu tit eta kjøtið; steikt við eld og aftur við ósúrgaðum breyði og beiskum urtum skulu tit eta tað.
Sálmarnir 104:14 Sálmarnir
Gras letur Tú grógva til fæið og urtir menniskjunum til gagns; soleiðis leiðir Tú fram breyð av jørðini
Esaias 38:21 Esaias
Esaias segði, at fikukøka skuldi verða tikin og løgd sum plástur á kýlið, so hann kundi verða frískur aftur.
Hebrearabrævið 6:7 Hebrearabrævið
Tí jørðin, sum drekkur í seg regnið, ið so mangan fellur á hana – ber hon grøði, sum er teimum til gagn, ið hon verður dýrkað fyri, so fær hon signing frá Gudi.
Fyrra Kongabók 4:33 Fyrra Kongabók
Hann talaði um trøini, líka frá sedristrænum á Libanon til isopin, ið veksur út úr vegginum; og hann talaði um dýrini, um fuglarnar, um skriðdýrini og um fiskarnar.
Matteus 23:23 Matteus
Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit tíggjunda av myntu, dild og kumman, og veita tí ongan ans, sum meiri vigar í lógini: Rætti, miskunn og trúskapi. Hetta skuldi verðið gjørt, og hitt ikki verið ógjørt.
Fyrra Korintbrævið 10:31 Fyrra Korintbrævið
Annaðhvørt tit tí eta ella drekka – ella hvat tit gera – so gerið alt Gudi til dýrd!