uppreistur / mótstøða
121 versir um "uppreistur / mótstøða"
Versir
Síða 2 av 3Jákupsbrævið 1:14 Jákupsbrævið
Nei, ein og hvør verður freistaður, táið hann verður drigin og lokkaður av síni egnu girnd.
Galatiabrævið 6:7 Galatiabrævið
Villist ikki! Gud letur Seg ikki spotta; tað, sum menniskjað sáar, skal tað eisini heysta.
Galatiabrævið 6:8 Galatiabrævið
Tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdinum heysta oyðing; men tann, sum sáar í Andanum, skal av Andanum heysta ævigt lív.
Galatiabrævið 6:9 Galatiabrævið
Latið okkum ikki troyttast av at gera hitt góða! Tí vit skulu heysta í síni tíð, so satt sum vit geva ikki uppat.
Titusarbrævið 2:12 Titusarbrævið
og hon venur okkum upp at avnokta gudloysi og hinar veraldligu girndir og liva sámiliga, rættvíst og gudiliga í heiminum, sum nú er,
Hebrearabrævið 4:15 Hebrearabrævið
Tí vit hava ikki høvuðsprest, sum ikki kann hava samkenslu við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður í øllum á sama hátt sum vit – tó uttan synd.
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:3 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tað er kærleikin til Gud, at vit halda boð Hansara; og boð Hansara eru ikki tung.
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:4 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tí alt tað, sum føtt er av Gudi, sigrar heimin, og hetta er sigurin, ið sigrað hevur heimin: Trúgv okkara.
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:5 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hvør er tann, ið sigrar heimin, uttan tann, ið trýr, at Jesus er Sonur Guds!
Sálmarnir 91:1 Sálmarnir
Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda,
Sálmarnir 91:2 Sálmarnir
sigur við HARRAN: „Skjól mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á!“
Sálmarnir 91:3 Sálmarnir
Tí Hann bjargar tær úr snerru fuglamansins, undan oyðandi pest;
Sálmarnir 91:4 Sálmarnir
við fjøðrum Sínum skýlir Hann tær, undir veingjum Hansara finnur tú lívd, trúfesti Hansara er skjøldur og vernd.
Sálmarnir 91:5 Sálmarnir
Tú skalt ikki óttast náttaræðslurnar, ei pílin, ið flýgur um dagin,
Sálmarnir 91:6 Sálmarnir
ei pestina, ið sníkir seg í myrkrinum, ei sóttina, ið oyðir um middagin.
Sálmarnir 91:7 Sálmarnir
Um so túsund falla tær við lið, tíggju túsund við høgru hond tína, skal tað tó ikki ráma teg;
Sálmarnir 91:8 Sálmarnir
tú skalt bert skoða tað við eygum tínum, síggja, hvussu gudleys fáa løn sína.
Sálmarnir 91:9 Sálmarnir
„Tí Tú, HARRI, ert skjól mítt“ [sigur tú]. – Hin Hægsta hevur tú gjørt til bústað tín;
Sálmarnir 91:10 Sálmarnir
teg skal einki ilt henda, og eingin plága skal koma tjaldi tínum nær.
Sálmarnir 91:11 Sálmarnir
Tí Hann gevur einglum Sínum boð um at varðveita teg á øllum vegum tínum;
Sálmarnir 91:12 Sálmarnir
teir skulu bera teg á hondum, so tú skalt ongum steini sláa fótin ímóti;
Sálmarnir 91:13 Sálmarnir
á leyvu og høggorm skalt tú traðka, trampa niður ungleyvur og drekar.
Sálmarnir 91:14 Sálmarnir
„Við tað at hann heldur seg inn at Mær, skal Eg fría hann út, Eg skal bjarga honum, við tað at hann kennir navn Mítt;
Sálmarnir 91:15 Sálmarnir
hann ákallar Meg, og Eg skal svara honum; Eg eri við honum í neyðini, Eg skal fría hann út og lata hann koma til heiður;
Sálmarnir 91:16 Sálmarnir
við longum lívi skal Eg metta hann og lata hann skoða frelsu Mína.“
Ápostlasøgan 5:29 Ápostlasøgan
Men Pætur og hinir ápostlarnir svaraðu: „Ein eigur at lýða Gud meir enn menniskju!
Rómverjabrævið 2:1 Rómverjabrævið
Tú, menniskja – hvør tú so ert, sum dømir – hevur tí onga avsakan; í tí, sum tú dømir annan fyri, fordømir tú jú teg sjálvan; tí tú, sum dømir, gert tað sama!
Rómverjabrævið 2:2 Rómverjabrævið
Vit vita, at dómur Guds – sum sannleiki býður – er yvir teimum, ið slíkt gera.
Rómverjabrævið 2:3 Rómverjabrævið
Men tú, menniskja, sum dømir tey, ið slíkt gera, og gert tað sjálvur, heldur tú, at tú skalt sleppa undan dómi Guds?
Rómverjabrævið 2:4 Rómverjabrævið
Ella vanvirðir tú ríkidømi góðsku, tolinmóðs og langmóðs Hansara og veitst ikki, at góðska Guds leiðir teg til umvending?
Rómverjabrævið 2:5 Rómverjabrævið
Við tað at tú ert so harður, og hjarta títt kennir ikki angur, hópar tú tær upp vreiði á degi vreiðinnar, táið rættvísi dómur Guds verður opinberaður.
Rómverjabrævið 2:6 Rómverjabrævið
Hann skal løna einum og hvørjum eftir verkum hansara.
Rómverjabrævið 2:7 Rómverjabrævið
Ævigt lív skal Hann geva teimum, sum við áhaldni í góðum verki søkja dýrd, heiður og óforgeingiligleika.
Rómverjabrævið 2:8 Rómverjabrævið
Men yvir tey, sum hava hug til stríð og akta ikki sannleikan, men akta órættvísina, skal koma vreiði og bræði;
Rómverjabrævið 2:9 Rómverjabrævið
trongd og angist skal koma yvir hvørja menniskjasál, ið ger hitt ónda, bæði Jøda – fyrst – og síðani Grikka,
Rómverjabrævið 2:10 Rómverjabrævið
men dýrd, heiður og friður yvir hvønn tann, sum ger hitt góða, bæði Jøda – fyrst – og so Grikka.
Rómverjabrævið 2:11 Rómverjabrævið
Tí hjá Gudi er ikki mannamunur;
Rómverjabrævið 2:12 Rómverjabrævið
øll, ið syndað hava uttan lóg, skulu eisini fortapast uttan lóg; og øll, ið syndað hava undir lóg, skulu verða dømd við lóg.
Rómverjabrævið 2:13 Rómverjabrævið
Tí ikki tey, sum hoyra lógina, eru rættvís fyri Gudi; nei, tey, sum gera eftir lógini, skulu verða rættvísgjørd.
Rómverjabrævið 2:14 Rómverjabrævið
Tí táið heidningar – sum ikki hava lóg – av náttúruni gera tað, sum lógin sigur, eru teir, uttan at hava lógina, sær sjálvum lóg;
Rómverjabrævið 2:15 Rómverjabrævið
teir vísa jú, at verk lógarinnar er skrivað í hjørtum teirra. Eisini samvitska teirra vitnar, og hugsanirnar sínámillum klaga ella eisini verja hvør aðra
Rómverjabrævið 2:16 Rómverjabrævið
– tann dag Gud skal døma hitt dulda hjá menniskjunum eftir evangelii mínum við Jesusi Kristi.
Rómverjabrævið 2:17 Rómverjabrævið
Tú kallar teg Jøda, setur lít tína til lógina, rósar tær av Gudi,
Rómverjabrævið 2:18 Rómverjabrævið
kennir vilja Hansara og dømir um hitt ymiska, við tað at tú ert lærdur av lógini;
Rómverjabrævið 2:19 Rómverjabrævið
tú lítur tær til at vera blindum vegleiðari, teimum ljós, sum í myrkri eru,
Rómverjabrævið 2:20 Rómverjabrævið
dárum uppalari, ómyndigum lærari – við tað at tú í lógini hevur rætta snið kunnleikans og sannleikans.
Rómverjabrævið 2:21 Rómverjabrævið
– Tú, sum lærir onnur, lærir ikki teg sjálvan! Tú, sum prædikar, at ikki eigur at verða stolið – tú stjelur!
Rómverjabrævið 2:22 Rómverjabrævið
Tú, sum sigur, at ikki eigur at verða drivið hor, tú drívur hor! Tú, sum hevur andstygd fyri avgudum, rænir avgudatempul!
Rómverjabrævið 2:23 Rómverjabrævið
Tú, sum rósar tær av lógini, vanærir Gud við at bróta lógina!
Rómverjabrævið 2:24 Rómverjabrævið
Tí „fyri tykkara skuld verður navn Guds spottað millum heidningarnar“ – sum skrivað er.