uppmuntran til prestar
32 versir um "uppmuntran til prestar"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 52:7 Esaias
Hvussu yndisligir eru ikki á fjøllunum føtur hansara, ið kemur við gleðiboðum, sum boðar frið, sum ber góðan boðskap, sum kunnger frelsu, sum sigur við Zion: „Gud tín er vorðin kongur!“
Ápostlasøgan 20:28 Ápostlasøgan
Ansið tí eftir tykkum sjálvum og eftir øllum fylginum, har Heilagi Andin hevur sett tykkum sum umsjónarmenn at røkta samkomu Guds, sum Hann vann Sær við Sínum egna blóði!
Seinna Timoteusarbrævið 4:1 Seinna Timoteusarbrævið
Eg vitni fyri Gudi og fyri Kristi Jesusi, sum skal døma livandi og deyð, og við opinbering og ríki Hansara:
Seinna Timoteusarbrævið 4:2 Seinna Timoteusarbrævið
Prædika orðið, ver íðin í tíð og í ótíð, sannfør, revsa, áminn, við øllum langmóði og lærdómi!
Seinna Timoteusarbrævið 4:3 Seinna Timoteusarbrævið
Tí tann tíð skal koma, táið tey ikki vilja vita av hini heilnæmu læru, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, alt eftir sum tað kitlar tey í oyruni;
Seinna Timoteusarbrævið 4:4 Seinna Timoteusarbrævið
og tey skulu venda oyrunum frá sannleikanum og venda sær til ævintýr.
Seinna Timoteusarbrævið 4:5 Seinna Timoteusarbrævið
Men ver tú edrúur í øllum, líð ilt, ger verk evangelists, fullfør tænastu tína!
Rómverjabrævið 15:13 Rómverjabrævið
Gud vónarinnar fylli tykkum við allari gleði og øllum friði í trúnni, so tit kunnu vera rík í vónini við kraft Heilaga Andans!
Fyrra Timoteusarbrævið 5:17 Fyrra Timoteusarbrævið
Hinir elstu, sum eru góðir fyristøðumenn, skulu verða hildnir tvífaldan heiður verdir, mest teir, sum arbeiða í talu og læru.
Fyrra Pætursbrævið 4:11 Fyrra Pætursbrævið
Talar onkur, so tali hann sum orð Guds! Hevur onkur tænastu, so tæni hann, eftir sum Gud gevur honum kraft til tað, so Gud kann verða ærdur í øllum við Jesusi Kristi, sum eigur dýrd og mátt í aldur og allar ævir! Amen.
Jeremias 3:15 Jeremias
Eg skal geva tykkum hirðar eftir hjarta Mínum; teir skulu røkta tykkum við skili og vísdómi.
Rómverjabrævið 10:15 Rómverjabrævið
Og hvussu skulu teir prædika, uttan teir verða sendir! – sum skrivað er: „Hvussu yndisligir eru ikki føtur teirra, ið bera fram góðan boðskap!“
Rómverjabrævið 13:1 Rómverjabrævið
Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gudi –
Rómverjabrævið 13:2 Rómverjabrævið
so at tann, sum setur seg upp ímóti yvirvøldini, stendur tí ímóti, sum Gud hevur fyriskipað; men tey, sum standa ímóti, skulu fáa dóm sín.
Rómverjabrævið 13:3 Rómverjabrævið
Tí teir, ið stýra, eru ikki góðum verkum ein ótti, men óndum. Vilt tú sleppa frá at óttast yvirvøldina – ger tað, sum gott er, so skalt tú fáa rós frá henni!
Rómverjabrævið 13:4 Rómverjabrævið
Tí hon er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ónt er, so óttast! Tí hon ber ikki svørðið til einkis; hon er tænari Guds, hevnari, honum til revsing, sum ger tað, ið ilt er.
Rómverjabrævið 13:5 Rómverjabrævið
Tí er neyðugt at vera lýðin, ikki bert tí revsing er, men eisini fyri samvitskunnar skuld.
Rómverjabrævið 13:6 Rómverjabrævið
Tí lata tit jú eisini skattir; tí teir eru tænarar Guds, sum júst hava hetta starv.
Rómverjabrævið 13:7 Rómverjabrævið
Gjaldið øllum tað, ið tit skylda – honum skatt, sum skatt skal hava, honum toll, sum toll skal hava, honum ótta, sum ótta skal hava, honum heiður, sum heiður skal hava!
Rómverjabrævið 13:8 Rómverjabrævið
Skyldið ongum nakað – uttan tað at elska hvør annan! Tí tann, ið elskar næsta sín, hevur uppfylt lógina.
Rómverjabrævið 13:9 Rómverjabrævið
Tí hetta: „Tú mást ikki dríva hor“; „tú mást ikki drepa“; „tú mást ikki stjala“; „tú mást ikki girnast“ – og hvat annað boð ið er – tað er stutt innihildið í hesum orði: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“
Rómverjabrævið 13:10 Rómverjabrævið
Kærleikin ger næstanum einki ilt; tí er kærleikin uppfylling lógarinnar.
Rómverjabrævið 13:11 Rómverjabrævið
– Hetta eiga vit at gera, av tí at vit vita tíðina, at tímin er longu komin hjá okkum at vakna upp úr svøvni; tí frelsa okkara er nærri nú, enn táið vit komu til trúgv.
Rómverjabrævið 13:12 Rómverjabrævið
Náttin líður, og dagurin er nær; latið okkum tí leggja av verk myrkursins og lata okkum í herklæði ljósins!
Rómverjabrævið 13:13 Rómverjabrævið
Latið okkum hava sømiligan atburð, sum um dagin, ikki liva í svirri og drykkjuskapi, ikki í ólevnaði og skammloysi, ikki í klandri og øvund!
Rómverjabrævið 13:14 Rómverjabrævið
Nei, latið tykkum í Harran Jesus Kristus, og havið ikki slíka umsorgan fyri holdinum, at tað øsir upp girndir!
Efesusbrævið 4:11 Efesusbrævið
Og Hann gav okkum – nakrar til ápostlar, nakrar til profetar, nakrar til evangelistar, nakrar til hirðar og lærarar,
Efesusbrævið 4:12 Efesusbrævið
fyri at hini heilagu skuldu verða gjørd fullkomin til tænastuverk, likami Kristusar til uppbygging,
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið
Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:12 Fyrra Tessalonikabrævið
Vit biðja tykkum, brøður, virða teir, ið arbeiða millum tykkara og eru fyristøðumenn tykkara í Harranum og áminna tykkum –
Fyrra Tessalonikabrævið 5:13 Fyrra Tessalonikabrævið
setið teir í kærleika ógvuliga høgt fyri verk teirra! Haldið frið hvør við annan!
Hebrearabrævið 13:17 Hebrearabrævið
Aktið vegleiðarar tykkara, og gerið, sum teir siga tykkum! Tí teir vakja yvir sálum tykkara, sum teir, ið skulu gera roknskap – so teir kunnu gera tað við gleði og ikki suffandi – tað er tykkum ikki til gagn!