upphavið
44 versir um "upphavið"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 1:1 Fyrsta Mósebók
Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.
Fyrsta Mósebók 1:2 Fyrsta Mósebók
Jørðin var oyðin og tóm, myrkur var yvir djúpinum, og Andi Guds sveimaði yvir vøtnunum.
Fyrsta Mósebók 1:3 Fyrsta Mósebók
Gud segði: „Verði ljós!“ Og ljós varð.
Fyrsta Mósebók 1:4 Fyrsta Mósebók
Gud sá, at ljósið var gott; og Gud skilti ljósið frá myrkrinum.
Fyrsta Mósebók 1:5 Fyrsta Mósebók
Gud kallaði ljósið dag, og myrkrið kallaði Hann nátt. Og kvøld varð, og morgun varð, fyrsta dag.
Fyrsta Mósebók 1:6 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Eitt hvølv skal verða mitt í vøtnunum til at skilja vatn frá vatni.“
Fyrsta Mósebók 1:7 Fyrsta Mósebók
Gud gjørdi tá hvølvið og skilti vatnið undir hvølvinum frá vatninum yvir hvølvinum. Og so varð.
Fyrsta Mósebók 1:8 Fyrsta Mósebók
Gud kallaði hvølvið himmal. Og kvøld varð, og morgun varð, annan dag.
Fyrsta Mósebók 1:9 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Vatnið undir himli skal savna seg saman á einum staði, so at turrlendið kemur undan.“ Og so varð.
Fyrsta Mósebók 1:10 Fyrsta Mósebók
Gud kallaði turrlendið jørð, og vatnið, sum hevði savnað seg saman, kallaði Hann sjógv. Og Gud sá, at tað var gott.
Fyrsta Mósebók 1:11 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Jørðin skal bera gras, urtir, sum geva fræ, og frukttrø, sum bera frukt við frænum í, hvørt eftir sínum slagi, á jørðini.“ Og so varð;
Fyrsta Mósebók 1:12 Fyrsta Mósebók
jørðin bar gras, urtir, sum góvu fræ, hvør eftir sínum slagi, og trø, sum bóru frukt við frænum í, hvørt eftir sínum slagi. Og Gud sá, at tað var gott.
Fyrsta Mósebók 1:13 Fyrsta Mósebók
Og kvøld varð, og morgun varð, triðja dag.
Fyrsta Mósebók 1:14 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Ljós skulu verða á himmalhvølvinum til at skilja dag frá nátt; tey skulu vera til tekin og til at áseta tíðir, dagar og ár;
Fyrsta Mósebók 1:15 Fyrsta Mósebók
og tey skulu vera til ljós á himmalhvølvinum, at lýsa á jørðini.“ Og so varð;
Fyrsta Mósebók 1:16 Fyrsta Mósebók
Gud gjørdi tey bæði stóru ljósini, hitt størra til at ráða um dagin, hitt minna til at ráða um náttina, og stjørnurnar.
Fyrsta Mósebók 1:17 Fyrsta Mósebók
Gud setti tey á himmalhvølvið at lýsa á jørðini,
Fyrsta Mósebók 1:18 Fyrsta Mósebók
at ráða yvir deginum og náttini og skilja ljósið frá myrkrinum. Og Gud sá, at tað var gott.
Fyrsta Mósebók 1:19 Fyrsta Mósebók
Og kvøld varð, og morgun varð, fjórða dag.
Fyrsta Mósebók 1:20 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Vatnið skal verða fult av livandi skapningum, og fuglar skulu flúgva yvir jørðini, undir himmalhvølvinum.“ Og so varð;
Fyrsta Mósebók 1:21 Fyrsta Mósebók
Gud skapti tey stóru sjódýrini og alla ta nøgd av livandi skapningum, sum sjógvurin er fullur av, hvørt eftir tess slagi, eisini allar fuglar við veingjum, hvønn eftir hansara slagi. Og Gud sá, at tað var gott.
Fyrsta Mósebók 1:22 Fyrsta Mósebók
Gud signaði tey og segði: „Nørist og vaksið í tali, fyllið vatnið í sjónum, og fuglurin nørist á jørðini!“
Fyrsta Mósebók 1:23 Fyrsta Mósebók
Og kvøld varð, og morgun varð, fimta dag.
Fyrsta Mósebók 1:24 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Jørðin skal lata koma fram livandi skapningar, hvønn eftir hansara slagi, fæ, skriðdýr og vill dýr – hvørt eftir tess slagi.“ Og so varð;
Fyrsta Mósebók 1:25 Fyrsta Mósebók
Gud gjørdi tey villu dýrini, hvørt eftir tess slagi, fæið eftir tess slagi, og øll skriðdýrini á jørðini, hvørt eftir tess slagi. Og Gud sá, at tað var gott.
Fyrsta Mósebók 1:26 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík! Hon skal ráða yvir fiskunum í sjónum og fuglunum undir himli, yvir fænum og yvir allari jørðini og øllum skriðdýrum, ið á jørðini skríða.“
Fyrsta Mósebók 1:27 Fyrsta Mósebók
So skapti Gud menniskjuna* í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.
Fyrsta Mósebók 1:28 Fyrsta Mósebók
Og Gud signaði tey. Gud segði við tey: „Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!“
Fyrsta Mósebók 1:29 Fyrsta Mósebók
Framvegis segði Gud: „Eg gevi tykkum allar urtir á allari jørðini, sum bera fræ, og øll trø, sum bera frukt við frænum í; hetta skulu tit hava til føði.
Fyrsta Mósebók 1:30 Fyrsta Mósebók
Og øllum dýrunum á jørðini, øllum fuglunum undir himli og øllum, ið á jørðini skríður, øllum tí, ið hevur livandi sál í sær – teimum gevi Eg allar grønar urtir til føði.“ Og so varð.
Fyrsta Mósebók 1:31 Fyrsta Mósebók
Og Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt – og tað var sera gott. Og kvøld varð, og morgun varð, sætta dag.
Jóhannes 1:1 Jóhannes
Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.
Seinna Korintbrævið 5:17 Seinna Korintbrævið
Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt.
Job 8:7 Job
og lukka tín í teirri farnu tíð skal tykjast lítil móti lukku tíni í komandi tíð – hon skal vera sára stór.
Esaias 40:31 Esaias
Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki!
Esaias 43:18 Esaias
Hugsið ikki um hitt farna, leggið einki í tað, sum áður var!
Esaias 43:19 Esaias
Nei, nú skapi Eg nýtt, longu nú vísir tað seg – síggja tit tað ikki? Eg skal gera veg í oyðimørkini, áir í landinum, sum oyðið var.
Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Sorgarsongirnir 3:22 Sorgarsongirnir
Tað er náði HARRANS, at tað er ikki úti við okkum, hon er ikki uppi enn.
Sorgarsongirnir 3:23 Sorgarsongirnir
Hon er nýggj hvønn morgun, stór er trúfesti Tín.
Sorgarsongirnir 3:24 Sorgarsongirnir
HARRIN er lutur mín – sigur sál mín – tí vóni eg á Hann.
Efesusbrævið 4:22 Efesusbrævið
at tit, viðvíkjandi atburði tykkara áður, skulu leggja av hitt gamla menniskja, sum verður spilt við dárandi lystum,
Efesusbrævið 4:23 Efesusbrævið
endurnýggjast í anda sinnis tykkara
Efesusbrævið 4:24 Efesusbrævið
og lata tykkum í hitt nýggja menniskja, sum er skapt eftir Gudi í rættvísi og heilagleika sannleikans.