uppfinningar

25 versir um "uppfinningar"

Versir

Síða 1 av 1
Kolossibrævið 1:16 Kolossibrævið

Tí í Honum varð alt skapt, tað í Himlunum og tað á jørðini, hitt sjónliga og hitt ósjónliga – veri tað nú hásæti, harradømi, tignir ella vald – alt er skapt við Honum og til Hansara,

11
Kolossibrævið 1:17 Kolossibrævið

Hann er framman undan øllum, og í Honum er tað, alt er standandi.

11
Jóhannes 1:3 Jóhannes

Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er.

7
Jóhannes 16:13 Jóhannes

Men táið Hann, Andi sannleikans, kemur, skal Hann leiða tykkum í allan sannleikan. Tí Hann skal ikki tala av Sær sjálvum, nei, tað, sum Hann hoyrir, skal Hann tala, og tað, sum koma skal, fer Hann at kunngera tykkum.

4
Rómverjabrævið 1:20 Rómverjabrævið

Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan.

3
Fyrsta Mósebók 1:1 Fyrsta Mósebók

Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.

2
Fyrsta Mósebók 3:1 Fyrsta Mósebók

Men ormurin var snildari enn øll onnur dýr á markini, sum Gud HARRIN hevði gjørt; hann segði við kvinnuna: „Hevur nú Gud sagt: „Tit mugu ongum træi í urtagarðinum eta av“?“

2
Fyrsta Mósebók 3:2 Fyrsta Mósebók

Kvinnan svaraði orminum: „Vit kunnu eta av fruktini á trøunum í urtagarðinum;

2
Fyrsta Mósebók 3:3 Fyrsta Mósebók

bert um fruktina á trænum, ið stendur mitt í urtagarðinum, um hana segði Gud: „Tit mugu ikki eta av henni, ei heldur nema við hana, tí so doyggja tit.““

2
Fyrsta Mósebók 3:4 Fyrsta Mósebók

Tá segði ormurin við kvinnuna: „Einki skulu tit doyggja!

2
Fyrsta Mósebók 3:5 Fyrsta Mósebók

Men Gud veit, at táið tit eta av henni, so verða eygu tykkara latin upp, so at tit verða sum Gud og kenna gott og ilt!“

2
Fyrsta Mósebók 3:6 Fyrsta Mósebók

Kvinnan sá nú, at træið var gott at eta av, at tað var eygunum ein lystur, og at tað var træ, sum ein mátti ynskja sær til at fáa vit av; hon tók tá av fruktini á tí og át; hon gav eisini manni sínum, og hann át.

2
Fyrsta Mósebók 4:22 Fyrsta Mósebók

Eisini Zilla fekk son, Tubalkáin; hann varð ættarfaðir at øllum teimum, ið smíða kopar og jarn. Systir Tubalkáin var Na’ama.

2
Onnur Mósebók 31:1 Onnur Mósebók

Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:

2
Onnur Mósebók 31:2 Onnur Mósebók

„Eg havi kallað Bezalel, son Uri, son Hur, av ætt Juda,

2
Onnur Mósebók 31:3 Onnur Mósebók

og Eg havi fylt hann við Anda Guds, við vísdómi, viti og kunnskapi og við hegni til alskyns arbeiði,

2
Onnur Mósebók 31:4 Onnur Mósebók

at upphugsa listarverk, at arbeiða í gulli, silvuri og kopari,

2
Onnur Mósebók 31:5 Onnur Mósebók

at brýna steinarnar, ið inn skulu fellast, og at skera út í træi, skjótt at siga, at útinna alskyns arbeiði.

2
Onnur Mósebók 31:6 Onnur Mósebók

Til hjálparmann havi Eg givið honum Oholiab, son Ahisamak, av ætt Dans; og øllum teimum monnum, ið gott hegni hava til listarverk, havi Eg givið vísdóm í hjartað, so teir duga at gera alt tað, ið Eg havi álagt tær,

2
Onnur Mósebók 31:7 Onnur Mósebók

samkomutjaldið, vitnisburðarørkina, náðistólin oman á henni og alt, ið hoyrir til tjaldið,

2
Onnur Mósebók 31:8 Onnur Mósebók

borðið við tí, ið til hoyrir, ljósastakan av reinum gulli við øllum tí, ið til hoyrir, roykilsisaltarið,

2
Onnur Mósebók 31:9 Onnur Mósebók

brennioffuraltarið við øllum tí, ið til hoyrir, vatnílatið við fótinum, ið tað stendur á,

2
Onnur Mósebók 31:10 Onnur Mósebók

embætisklæðini og hini heilagu klæði Árons prests, prestaklæði sona hansara,

2
Onnur Mósebók 31:11 Onnur Mósebók

salvuoljuna og hitt angandi roykilsið til halgidómin; teir skulu í einum og øllum gera, sum Eg havi álagt tær.“

2
Fyrra Korintbrævið 12:28 Fyrra Korintbrævið

Og Gud hevur í samkomuni sett: Fyri tað fyrsta nakrar til ápostlar, fyri tað annað nakrar til profetar, fyri tað triðja nakrar til lærarar, síðani kraftargerðir, síðani gávur at grøða, at hjálpa, at stýra, og ymisk sløg av tungutalu.

2