uniformar
84 versir um "uniformar"
Versir
Síða 1 av 2Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 3:17 Jóhannes
Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.
Fyrra Pætursbrævið 3:3 Fyrra Pætursbrævið
Prýði tykkara veri ikki hitt útvortis, flættur og áhongt gullstás ella klæði,
Onnur Mósebók 28:1 Onnur Mósebók
„So skalt tú lata bróður tín, Áron, og synir hansara við honum stíga fram úr Ísraelsfólki og koma til tín, og tú skalt seta teir til prestar fyri Mær – Áron og synir Áron, Nadab, Abihu, Eleazar og Itamar.
Onnur Mósebók 28:2 Onnur Mósebók
Og tú skalt gera bróður tínum, Áron, heilag klæði til heiður og prýði.
Onnur Mósebók 28:3 Onnur Mósebók
Tú skalt tala við allar menn, ið hava gott skil á listarverki, teir, ið Eg havi fylt við vísdómsanda, og teir skulu gera Áron klæðini, sum hann skal vera í, so hann kann verða halgaður at tæna Mær sum prestur.
Onnur Mósebók 28:4 Onnur Mósebók
Klæðini, ið teir skulu gera, eru hesi: Bringudúk, lívkyrtil, kápu, marglittan undirkyrtil, húgvu og belti; heilag klæði skulu teir gera Áron, bróður tínum, og sonum hansara, so teir kunnu vera prestar fyri Mær.
Onnur Mósebók 28:5 Onnur Mósebók
Til hetta skulu teir nýta gull, blátt, purpurreytt og skarlaksreytt tógv og fínt lín.
Onnur Mósebók 28:6 Onnur Mósebók
Lívkyrtilin skulu teir gera av gulli, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni, í listvevnaði.
Onnur Mósebók 28:7 Onnur Mósebók
Hann skal hava tvey akslastykki, ið eru fest at honum, hvørt á sínum endanum; tey skulu vera at festa hann saman við.
Onnur Mósebók 28:8 Onnur Mósebók
Beltið, ið á honum skal sita og halda honum saman, skal vera áfast við hann og av sama slags toyi, av gulli, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni.
Onnur Mósebók 28:9 Onnur Mósebók
So skalt tú taka tveir sjóamsteinar, og inn í teir skalt tú skera nøvnini á sonum Ísraels,
Onnur Mósebók 28:10 Onnur Mósebók
seks av nøvnunum á annan steinin og hini seks nøvnini á hin steinin – eftir aldrinum.
Onnur Mósebók 28:11 Onnur Mósebók
Á sama hátt sum teir skera út í stein, og sum innsigli verða útskorin, skalt tú skera nøvnini á sonum Ísraels inn í hesar báðar steinar, og so skalt tú fella teir inn í samanflættað gull.
Onnur Mósebók 28:12 Onnur Mósebók
Og steinarnar skalt tú báðar seta á akslastykki lívkyrtilsins, fyri at teir skulu gera, at synir Ísraels verða minstir; táið Áron stendur fyri ásjón HARRANS, skal hann bera nøvn teirra á báðum økslunum og soleiðis gera, at teir verða minstir.
Onnur Mósebók 28:13 Onnur Mósebók
So skalt tú flætta saman gull;
Onnur Mósebók 28:14 Onnur Mósebók
og tvær ketur av reinum gulli skalt tú gera, tær skulu verða snaraðar, sum teir leggja snøri, og hesar snaraðu ketur skalt tú festa til hitt samanflættaða gullið.
Onnur Mósebók 28:15 Onnur Mósebók
Síðani skalt tú gera dómsbringudúk; í listvevnaði skal hann vera, á sama hátt sum lívkyrtilin; av gulli, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni skalt tú gera hann.
Onnur Mósebók 28:16 Onnur Mósebók
Hann skal vera fýrhyrntur og lagdur dupultur, eina sponn langur og eina sponn breiður.
Onnur Mósebók 28:17 Onnur Mósebók
Við dýrum steinum skalt tú seta hann, allan sum hann er, við fýra røðum av steinum, karneol, topas og smaragd í fyrsta raði,
Onnur Mósebók 28:18 Onnur Mósebók
rubin, safir og kalsedon í øðrum,
Onnur Mósebók 28:19 Onnur Mósebók
hýasint, agat og ametyst í triðja,
Onnur Mósebók 28:20 Onnur Mósebók
krýsolit, sjóam og jaspis í fjórða raði; teir skulu sita í samanflættaðum gulli.
Onnur Mósebók 28:21 Onnur Mósebók
Steinarnir skulu vera 12 í tali, eftir nøvnunum á sonum Ísraels, ein fyri hvørt navnið; í hvønn steinin skal navnið á einum av hinum 12 ættunum vera skorið inn sum í innsigli.
Onnur Mósebók 28:22 Onnur Mósebók
Til bringudúkin skalt tú eisini gera ketur av reinum gulli, snaraðar, sum teir leggja snøri.
Onnur Mósebók 28:23 Onnur Mósebók
Eisini skalt tú gera tveir gullringar til bringudúkin, og teir skalt tú seta hvønn á sítt horn bringudúksins.
Onnur Mósebók 28:24 Onnur Mósebók
Tær báðar snaraðu gullketurnar skalt tú festa í báðar ringarnar á hornum bringudúksins.
Onnur Mósebók 28:25 Onnur Mósebók
Hinar báðar endarnar á teimum snaraðu ketunum skalt tú festa í tað samanflættaða gullið á báðum akslastykkjum lívkyrtilsins; frammantil skalt tú festa tær.
Onnur Mósebók 28:26 Onnur Mósebók
Síðani skalt tú gera tveir aðrar gullringar og seta teir á hini bæði horn bringudúksins, á kvarðan, ið inn eftir vendir, inn móti lívkyrtlinum.
Onnur Mósebók 28:27 Onnur Mósebók
Tveir gullringar enn skalt tú gera og seta teir á bæði akslastykki lívkyrtilsins, niðantil fyri framman, har sum hann verður samanfestur, oman fyri belti lívkyrtilsins.
Onnur Mósebók 28:28 Onnur Mósebók
So skulu ringar bringudúksins við bandi av bláum tógvi verða bundnir til ringar lívkyrtilsins, so at bringudúkurin kemur at sita oman fyri belti lívkyrtilsins og ikki kann skiljast frá lívkyrtlinum.
Onnur Mósebók 28:29 Onnur Mósebók
Áron skal soleiðis bera nøvnini á sonum Ísraels í dómsbringudúkinum á hjarta sínum, táið hann fer inn í halgidómin, so HARRIN altíð skal minnast tey.
Onnur Mósebók 28:30 Onnur Mósebók
Í dómsbringudúkin skalt tú leggja urim og tummim, so Áron ber tey á hjartanum, táið hann fer inn fyri ásjón HARRANS; soleiðis skal Áron altíð bera dómin yvir Ísraelsmenn á hjartanum fyri ásjón HARRANS.
Onnur Mósebók 28:31 Onnur Mósebók
Kápuna, ið hoyrir til lívkyrtilin, skalt tú gera úr bláum tógvi, alla sum hon er.
Onnur Mósebók 28:32 Onnur Mósebók
Mitt á henni skal vera opilsi til høvdið, og rundan um opilsið vovin bordi – sum opilsið á brynju – fyri at hon skal ikki skrædna.
Onnur Mósebók 28:33 Onnur Mósebók
Runt um fald hennara í neðra skalt tú seta granatepli av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og millum teirra gullbjøllur, allan vegin runt,
Onnur Mósebók 28:34 Onnur Mósebók
eina gullbjøllu og so eitt granatepli, uppaftur eina gullbjøllu og eitt granatepli, og soleiðis á øllum faldinum, rundan um alla kápuna í neðra.
Onnur Mósebók 28:35 Onnur Mósebók
Hesi kápu skal Áron vera í, altíð táið hann ger tænastu, so hoyrast kann, táið hann fer inn í halgidómin fyri ásjón HARRANS, og táið hann kemur út aftur; so skal hann ikki doyggja.
Onnur Mósebók 28:36 Onnur Mósebók
Síðani skalt tú gera plátu av reinum gulli og skera inn í hana, sum innsigli verður skorið: „Halgaður HARRANUM.“
Onnur Mósebók 28:37 Onnur Mósebók
Hana skalt tú við bandi av bláum tógvi festa á húgvuna; frammantil á húgvuni skal hon sita.
Onnur Mósebók 28:38 Onnur Mósebók
Áron skal bera hana á pannuni, fyri at hann kann taka á seg syndirnar, ið sita á hinum heilagu gávum, ið Ísraelsmenn bera fram, á øllum hinum heilagu gávum, ið tey koma við; Áron skal altíð hava hana á pannuni fyri at vinna teimum tokka HARRANS.
Onnur Mósebók 28:39 Onnur Mósebók
So skalt tú gera marglittan undirkyrtil av fínum líni. Og tú skalt gera húgvu av fínum líni, og belti, vovið í ymiskum litum.
Onnur Mósebók 28:40 Onnur Mósebók
Eisini sonum Áron skalt tú gera undirkyrtlar, og belti skalt tú gera teimum. Og tú skalt gera teimum húgvur til heiður og prýði.
Onnur Mósebók 28:41 Onnur Mósebók
Í hetta skalt tú lata bróður tín, Áron, somuleiðis synir hansara, og tú skalt salva teir, innseta teir og halga teir at vera prestar fyri Mær.
Onnur Mósebók 28:42 Onnur Mósebók
So skalt tú gera teimum buksur av lørifti, sum fjala blygd teirra; tær skulu røkka frá lendunum niður á lørini.
Onnur Mósebók 28:43 Onnur Mósebók
Áron og synir hansara skulu vera í teimum, táið teir fara inn í samkomutjaldið ella stíga fram at altarinum at gera tænastu í halgidóminum, fyri at teir skulu ikki koma at bera skyld á sær og doyggja. Ein lóg skal hetta í allar ævir vera honum og avkomi hansara eftir hann.“
Fimta Mósebók 22:5 Fimta Mósebók
Kvinna má ikki ganga í mannfólkaklæðum, og maður má ikki fara í konufólkaklæði; hvør tann, ið slíkt ger, er HARRANUM Gudi tínum andstygd.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:2 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí skal umsjónarmaður vera ólastandi, maður einar kvinnu, árvakin, fráhaldandi, høviskur, gestablíður, førur fyri at læra onnur,
Seinna Timoteusarbrævið 3:2 Seinna Timoteusarbrævið
Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheilag,
Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið
Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,