undr føðingar
28 versir um "undr føðingar"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 139:13 Sálmarnir
Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi.
Sálmarnir 139:14 Sálmarnir
Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.
Sálmarnir 139:15 Sálmarnir
Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum.
Sálmarnir 139:16 Sálmarnir
Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.
Sálmarnir 139:17 Sálmarnir
– Sum hugsanir Tínar eru mær dýrabarar, Gud, sum tær telja nógv, samanlagdar!
Sálmarnir 139:18 Sálmarnir
Um eg vildi talt tær – tær eru fleiri enn sandskornini; eg vakni, og eg eri hjá Tær enn!
Sálmarnir 113:1 Sálmarnir
Halleluja! Lovið, tit tænarar HARRANS, lovið navni HARRANS!
Sálmarnir 113:2 Sálmarnir
Navn HARRANS veri lovað frá nú og til ævigar tíðir!
Sálmarnir 113:3 Sálmarnir
Frá upprisi sólar til sólarlag veri navn HARRANS hálovað!
Sálmarnir 113:4 Sálmarnir
Høgur yvir øllum tjóðum er HARRIN, heiður Hansara røkkur upp um himmalin.
Sálmarnir 113:5 Sálmarnir
Hvør er sum HARRIN Gud okkara, Hann, sum situr so høgt,
Sálmarnir 113:6 Sálmarnir
sum skoðar so djúpt niður, í Himlarnar og á jørðina,
Sálmarnir 113:7 Sálmarnir
Hann, sum reisir úr dustinum tann, ið lítið hevur at týða, lyftir upp úr skarninum hin fátæka
Sálmarnir 113:8 Sálmarnir
og setur hann hjá høvdingum, hjá høvdingum fólks Síns,
Sálmarnir 113:9 Sálmarnir
Hann, sum letur hina ófruktbøru konu sita sum glaða barnamóður! – Halleluja!
Esaias 9:6 Esaias
Tí Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla; Hann eitur Undurfullur, Ráðgevari, Veldigur Gud, Ævigur Faðir, Friðarhøvdingi.
Lukas 1:13 Lukas
Men eingilin segði við hann: „Óttast ikki, Zakarias! Bøn tín er hoyrd – Elisabet, kona tín, skal eiga tær son, og tú skalt kalla hann Jóhannes.
Lukas 1:14 Lukas
Hann skal verða tær til gleði og frøi, og mong skulu gleðast um, at hann er føddur.
Lukas 8:50 Lukas
Men táið Jesus hoyrdi tað, segði Hann við hann: „Óttast ikki, trúgv bert, so skal hon verða frísk!“
Jóhannes 1:12 Jóhannes
Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara;
Jóhannes 1:13 Jóhannes
tey eru fødd, ikki av blóði, heldur ikki av holds vilja, heldur ikki av mans vilja, men av Gudi.
Jóhannes 1:14 Jóhannes
Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum.
Jóhannes 3:6 Jóhannes
Tað, ið føtt er av holdinum, er hold, og tað, ið føtt er av Andanum, er andi.
Jóhannes 3:7 Jóhannes
Undrast ikki á, at Eg segði við teg: „Tit mugu føðast av nýggjum!“
Jóhannes 3:8 Jóhannes
Vindurin blæsur, hagar hann vil, og tú hoyrir suðið, men tú veitst ikki, hvaðani hann kemur, og hvar hann fer; so er við einum og hvørjum, ið føddur er av Andanum.“
Sálmarnir 37:4 Sálmarnir
Og gleð teg í HARRANUM – so gevur Hann tær tað, ið hjarta títt tráar eftir!
Sálmarnir 37:5 Sálmarnir
Gev HARRANUM veg tín í hond, lít á Hann! Hann skal gera tað!
Sálmarnir 119:73 Sálmarnir
Hendur Tínar hava skapt meg og gjørt meg; gev mær vit, so eg kann læra boð Tíni!