undirklæðir

19 versir um "undirklæðir"

Versir

Síða 1 av 1
Triðja Mósebók 16:4 Triðja Mósebók

Hann skal lata seg í heilagan undirkyrtil av líni, vera í buksum av líni uttan á blygd síni, binda belti av líni um seg og húgvu av líni um høvd sítt; hetta eru hini heilagu klæðini; og hann skal tváa likami sínum í vatni, áðrenn hann fer í tey.

11
Onnur Mósebók 28:42 Onnur Mósebók

So skalt tú gera teimum buksur av lørifti, sum fjala blygd teirra; tær skulu røkka frá lendunum niður á lørini.

10
Triðja Mósebók 6:10 Triðja Mósebók

Tað má ikki bakast við súrdeiggi; Eg havi givið teimum tað sum part teirra av eldofrum Mínum; tað er háheilagt eins og syndofrið og skyldofrið.

9
Ezekiel 44:17 Ezekiel

Og táið teir fara inn í portur Innara Forgarðs, skulu teir lata seg í línklæði; teir mugu ongum ullintum vera í, táið teir gera tænastu í portri Innara Forgarðs ella í húsinum.

6
Ezekiel 44:18 Ezekiel

Teir skulu hava línhúgvur á høvdinum og buksur av líni um lendarnar; teir mugu ikki vera gyrdir við nøkrum, sum voldir sveitta.

6
Fimta Mósebók 22:5 Fimta Mósebók

Kvinna má ikki ganga í mannfólkaklæðum, og maður má ikki fara í konufólkaklæði; hvør tann, ið slíkt ger, er HARRANUM Gudi tínum andstygd.

5
Onnur Mósebók 28:43 Onnur Mósebók

Áron og synir hansara skulu vera í teimum, táið teir fara inn í samkomutjaldið ella stíga fram at altarinum at gera tænastu í halgidóminum, fyri at teir skulu ikki koma at bera skyld á sær og doyggja. Ein lóg skal hetta í allar ævir vera honum og avkomi hansara eftir hann.“

4
Esaias 20:2 Esaias

um ta tíðina talaði HARRIN við Esaiasi, syni Amoz, og segði: „Tú skalt loysa syrgibúnan* av lendum tínum og draga skógvarnar av fótum tínum!“ – Hann so gjørdi og gekk nakin** og skóleysur.

4
Esaias 20:3 Esaias

So segði HARRIN: „Sum tænari Mín Esaias hevur gingið nakin og skóleysur nú í trý ár og verið til tekin og fyrimynd viðvíkjandi Egyptalandi og Etiopia,

4
Opinberingin 16:15 Opinberingin

– Hygg, Eg komi sum tjóvur! Sælur er tann, ið vakir og varðveitir klæði síni, so at hann kemur ikki at ganga nakin, og skomm hansara verður sædd.

4
Opinberingin 3:18 Opinberingin

Eg ráði tær tí, at tú frá Mær keypir gull, gløtt í eldi, so tú kanst verða rík, og hvít klæði, so tú kanst lata teg í tey, og skomm nakinleika tíns skal ikki verða opinber, og eygnasalvu at salva eygu tíni við, so tú kanst síggja.

3
Matteus 6:28 Matteus

Og hví stúra tit fyri klæðum! Aktið eftir liljunum á markini, hvussu tær vaksa! Tær arbeiða ikki, tær spinna ikki;

2
Matteus 6:29 Matteus

men Eg sigi tykkum: Ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var klæddur sum ein teirra.

2
Matteus 6:30 Matteus

Klæðir nú Gud so grasið á markini, sum stendur í dag og í morgin verður kastað í ovnin, skal Hann tá ikki mikið meiri klæða tykkum, tit trúarveiku!

2
Matteus 25:36 Matteus

Eg var nakin, og tit klæddu Meg; Eg var sjúkur, og tit vitjaðu Meg; Eg var í fangahúsi, og tit komu til Mín.“

2
Fyrra Timoteusarbrævið 2:9 Fyrra Timoteusarbrævið

somuleiðis, at kvinnurnar skulu skrýða seg við sámiligum búna, við blúgv og heiðuri, ikki við flættum, gulli, perlum ella dýrum klæðum,

2
Fyrra Pætursbrævið 3:3 Fyrra Pætursbrævið

Prýði tykkara veri ikki hitt útvortis, flættur og áhongt gullstás ella klæði,

2
Fyrra Pætursbrævið 3:4 Fyrra Pætursbrævið

men dulda menniskja hjartans við hinum spakføra og stilla anda – óforgeingiligum prýði, sum er Gudi ógvuliga dýrabart.

2
Fyrra Pætursbrævið 5:5 Fyrra Pætursbrævið

Somuleiðis tit ungu! Verið hinum eldru undirgivin! Og latið tykkum øll í eyðmjúkleika hvørt móti øðrum! Tí Gud stendur hinum stoltu ímóti, men hinum eyðmjúku gevur Hann náði.

2