umskering

71 versir um "umskering"

Versir

Síða 2 av 2
Ápostlasøgan 15:25 Ápostlasøgan

so hava vit, eftir at vera komnir ásamt um hetta, gjørt av at velja nakrar menn og senda teir til tykkara saman við elskaðu brøðrum okkara Barnabasi og Paulusi –

2
Ápostlasøgan 15:26 Ápostlasøgan

monnum, ið hava vágað lívið fyri navn Harra okkara Jesu Krists.

2
Ápostlasøgan 15:27 Ápostlasøgan

Vit hava nú sent Judas og Silas, sum eisini við orðum skulu kunngera tykkum tað sama.

2
Ápostlasøgan 15:28 Ápostlasøgan

Heilagi Andin og vit hava tá gjørt av, onga aðra byrði at leggja á tykkum enn hetta – sum neyðugt er:

2
Ápostlasøgan 15:29 Ápostlasøgan

At tit halda tykkum frá tí, ið ofrað er til avgudar, frá blóði, frá tí, sum kvalt er, og frá siðloysi. Táið tit halda tykkum frá hesum, skal tykkum gangast væl. Livið væl!“

2
Ápostlasøgan 15:30 Ápostlasøgan

So lótu teir teir fara, og teir komu til Antiokia. Har savnaðu teir saman allan flokkin og góvu teimum brævið.

2
Ápostlasøgan 15:31 Ápostlasøgan

Táið tey høvdu lisið tað, vórðu tey glað um troystina.

2
Ápostlasøgan 15:32 Ápostlasøgan

Judas og Silas – sum eisini vóru profetar sjálvir – ámintu brøðurnar við nógvari talu og styrktu teir.

2
Ápostlasøgan 15:33 Ápostlasøgan

Táið teir so høvdu verið har eina tíð, lótu brøðurnir teir fara í friði til teirra, sum sent teir høvdu.

2
Ápostlasøgan 15:34 Ápostlasøgan

Men Silas setti sær fyri at steðga har.

2
Ápostlasøgan 15:35 Ápostlasøgan

Paulus og Barnabas vórðu tá verandi í Antiokia; teir lærdu og kunngjørdu orð Harrans har saman við mongum øðrum.

2
Ápostlasøgan 15:36 Ápostlasøgan

Táið ein tíð var gingin, segði Paulus við Barnabas: „Lat okkum fara aftur og vitja brøður okkara í hvørjum býi, sum vit hava kunngjørt orð Harrans í, fyri at vita, hvussu teimum veit við!“

2
Ápostlasøgan 15:37 Ápostlasøgan

Barnabas vildi tá eisini taka Jóhannes við, hann, sum kallaðist Markus.

2
Ápostlasøgan 15:38 Ápostlasøgan

Men Paulus helt ikki, at teir skuldu taka hann við, sum var farin frá teimum í Pamfýlia og hevði ikki fylgt við teimum til verkið.

2
Ápostlasøgan 15:39 Ápostlasøgan

Tað kom tá til hvast stríð, so teir skiltust hvør frá øðrum; og Barnabas tók Markus við sær og fór við skipi til Kýpern.

2
Ápostlasøgan 15:40 Ápostlasøgan

Men Paulus valdi sær Silas og fór avstað, eftir at brøðurnir høvdu givið hann upp til náði Harrans.

2
Ápostlasøgan 15:41 Ápostlasøgan

Hann ferðaðist nú um Sýrland og Kilikia og styrkti samkomurnar.

2
Rómverjabrævið 4:11 Rómverjabrævið

Og hann fekk umskeringartekinið sum innsigli trúarrættvísinnar, ið hann hevði, meðan hann var óumskorin, fyri at hann skuldi vera faðir alra teirra, sum trúgva og ikki eru umskorin, so rættvísi kann verða teimum tilroknað –

2
Galatiabrævið 2:3 Galatiabrævið

Men enntá ikki Titus, sum við mær var, og sum var Grikki, varð tvingaður at lata seg umskera

2
Galatiabrævið 6:15 Galatiabrævið

Tí hvørki tað at vera umskorin ella tað at vera óumskorin er nakað; alt varir um at vera nýggjur skapningur.

2
Filippibrævið 3:3 Filippibrævið

Tí vit eru hinir umskornu, vit, sum tæna Gudi í Anda Hansara, rósa okkum í Kristi Jesusi og ikki seta lít okkara til holdið.

2