umsitarar / trúnaðarhald
58 versir um "umsitarar / trúnaðarhald"
Versir
Síða 1 av 2Orðtøkini 16:3 Orðtøkini
Gev HARRANUM verk tíni í hond, so skulu ráð tíni fáa framgongd!
Matteus 25:14 Matteus
Tí tað er eins og maður, ið ætlaði at fara burt í annað land og kallaði til sín tænarar sínar og gav teimum upp í hendur tað, sum hann átti.
Matteus 25:15 Matteus
Ein læt hann fáa fimm talentir, annan tvær, uppaftur annan eina, hvønn eftir førimuni hansara; so fór hann burt í annað land.
Matteus 25:16 Matteus
Tann, ið hevði fingið hinar fimm talentirnar, fór nú og handlaði við teimum og vann aðrar fimm talentir.
Matteus 25:17 Matteus
Somuleiðis tann, ið hevði fingið hinar tvær – hann vann aðrar tvær.
Matteus 25:18 Matteus
Men tann, ið hevði fingið hina einu, fór avstað og gróv í jørðina og fjaldi pening harra síns.
Matteus 25:19 Matteus
Táið long tíð var umliðin, kom harrin hjá hesum tænarum og helt roknskap við teir.
Matteus 25:20 Matteus
Tann, ið hevði fingið hinar fimm talentirnar, steig tá fram og hevði við sær aðrar fimm talentir; hann segði: „Harri! Tú lætst meg fáa fimm talentir; hygg, eg havi vunnið aðrar fimm talentir!“
Matteus 25:21 Matteus
Harri hansara segði við hann: „Gott, tú góði og trúgvi tænari! Tú vart trúgvur yvir lítlum; eg skal seta teg yvir nógv. Far inn til gleði harra tíns!“
Matteus 25:22 Matteus
So steig eisini tann fram, sum hevði fingið hinar tvær talentirnar; hann segði: „Harri! Tú lætst meg fáa tvær talentir; hygg, eg havi vunnið aðrar tvær talentir!“
Matteus 25:23 Matteus
Harri hansara segði við hann: „Gott, tú góði og trúgvi tænari! Tú vart trúgvur yvir lítlum; eg skal seta teg yvir nógv. Far inn til gleði harra tíns!“
Matteus 25:24 Matteus
Síðani steig eisini tann fram, sum hevði fingið hina einu talentina; hann segði: „Harri! Eg kendi teg, at tú ert harður maður, sum heystar, har tú ikki sáaði, og savnar, har tú ikki stroyddi;
Matteus 25:25 Matteus
tí óttaðist eg og fór avstað og fjaldi talent tína í jørðini; hygg, her hevur tú títt!“
Matteus 25:26 Matteus
Tá svaraði Harri hansara honum: „Óndi og lati tænari tín! Tú visti, at eg heysti, har eg ikki sáaði, og savni, har eg ikki stroyddi.
Matteus 25:27 Matteus
Tí skuldi tú sett pening mín inn hjá peningavekslarunum, so eg fekk mítt aftur við rentu, táið eg kom heim.
Matteus 25:28 Matteus
Takið tí hasa talentina frá honum, og latið hann, ið hevur hinar tíggju talentirnar, fáa hana!
Fyrra Pætursbrævið 4:10 Fyrra Pætursbrævið
Eftir sum ein og hvør hevur fingið náðigávu, tænið soleiðis hvør øðrum við henni sum góðir húshaldarar yvir margfaldu náði Guds!
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Triðja Mósebók 6:2 Triðja Mósebók
„Gev Áron og sonum hansara hetta boð: „Hetta er lógin um brenniofrið: Brenniofrið skal verða liggjandi á eldstaði altarsins alla náttina, líka til morgunin eftir, og altareldurin skal verða hildin brennandi við tí.
Triðja Mósebók 6:3 Triðja Mósebók
So skal presturin lata seg í línklæði síni og vera í løriftsbuksum næst kroppinum, og hann skal taka burtur øskuna eftir brenniofrið, ið eldurin hevur brent upp á altarinum, og stoyta hana øðrumegin altarið.
Triðja Mósebók 6:4 Triðja Mósebók
Síðani skal hann lata seg úr aftur klæðunum og fara í onnur klæði og bera øskuna út um tilhaldið, á reint stað.
Triðja Mósebók 6:5 Triðja Mósebók
Men eldurin skal verða hildin brennandi á altarinum, hann má ikki doyggja út; hvønn morgun skal presturin leggja við aftrat eldinum og leggja brenniofrið oman á viðin og so brenna tað feita av takkofrinum á honum.
Triðja Mósebók 6:6 Triðja Mósebók
– Eldurin skal brenna á altarinum samt og javnt; hann má aldri kólna út.
Triðja Mósebók 6:7 Triðja Mósebók
Hetta er lógin um matofrið: Synir Áron skulu bera tað fram fyri ásjón HARRANS, fram at altarinum.
Sálmarnir 9:10 Sálmarnir
HARRIN er hinum kúgaða ein borg, ein borg á neyðartíðum.
Ápostlasøgan 6:1 Ápostlasøgan
Á hesum døgum, táið tal lærisveinanna vaks, byrjaðu Jødarnir, ið talaðu grikskt, at knarra móti Hebrearum um tað, at einkjur teirra fingu minni enn hinar við hina dagligu útbýtingina.
Ápostlasøgan 6:2 Ápostlasøgan
Tá kallaðu hinir tólv saman allan lærisveinaflokkin og søgdu: „Ikki sømir seg, at vit fara frá orði Guds til at tæna við borðini.
Ápostlasøgan 6:3 Ápostlasøgan
Útveljið tí millum tykkara, brøður, sjey menn, sum hava góðan vitnisburð um seg og eru fullir av Anda og vísdómi! Teir skulu vit so seta at røkja hetta starv.
Ápostlasøgan 6:4 Ápostlasøgan
Men vit skulu trúliga halda á í bønini og tænastu orðsins.“
Ápostlasøgan 6:5 Ápostlasøgan
Hesi orð líkaði allari samkomuni væl. Teir valdu so Stefanus, mann, ið fullur var av trúgv og Heilaga Andanum, harnæst Filip, Prokorus, Nikanor, Timon, Parmenas og Nikolaus, mann úr Antiokia, sum hevði tikið við trúgv Jødanna.
Ápostlasøgan 6:6 Ápostlasøgan
Hesar lótu teir stíga fram fyri ápostlarnar, og teir bóðu og løgdu hendurnar á teir.
Ápostlasøgan 6:7 Ápostlasøgan
Orð Guds hevði framgongd, og tal lærisveinanna í Jerusalem vaks í stórum. Stórur hópur av prestunum gjørdist trúnni lýðin.
Ápostlasøgan 6:8 Ápostlasøgan
Stefanus var fullur av náði og kraft og gjørdi undur og stór tekin millum fólkið.
Ápostlasøgan 6:9 Ápostlasøgan
Tá stigu fram nakrir úr sýnagoguni, sum kallað er eftir hinum frígivnu og eftir monnum úr Kýrene og Aleksandria, somuleiðis nakrir av teimum úr Kilikia og Asia; og teir kjakaðust við Stefanus.
Ápostlasøgan 6:10 Ápostlasøgan
Men teir vóru ikki førir fyri at standa móti vísdóminum og Andanum, ið hann talaði av.
Ápostlasøgan 6:11 Ápostlasøgan
Tá fingu teir eftir loyniligari avgerð nakrar menn at siga: „Vit hava hoyrt hann tala spottandi orð móti Mósesi og móti Gudi!“
Ápostlasøgan 6:12 Ápostlasøgan
Teir østu so upp fólkið og hinar elstu og skriftlærdu, og teir løgdu hond á hann, drógu hann við sær og leiddu hann fyri ráðið.
Ápostlasøgan 6:13 Ápostlasøgan
So førdu teir fram lygivitni, ið søgdu: „Hetta menniskja gevur ikki uppat at tala móti hesum heilaga staði og móti lógini!
Ápostlasøgan 6:14 Ápostlasøgan
Tí vit hava hoyrt hann siga, at hesin Jesus úr Nazaret skal bróta niður hetta stað og broyta siðirnar, ið Móses gav okkum.“
Ápostlasøgan 6:15 Ápostlasøgan
Táið nú allir, sum í ráðnum sótu, stardu á hann, var andlit hansara teimum eins og andlitið á eingli.
Fyrra Korintbrævið 12:18 Fyrra Korintbrævið
Men nú hevur Gud sett limirnar á likamið, hvønn fyri seg, soleiðis sum Hann vildi.
Galatiabrævið 4:2 Galatiabrævið
nei, hann er undir fíggjarhaldsmonnum og húshaldarum inntil ta tíð, sum faðirin hevur ásett.
Sálmarnir 20:7 Sálmarnir
Nú veit eg, at HARRIN frelsir salvaða Sín; úr heilaga Himli Sínum svarar Hann honum við frelsandi stórverkum høgru handar Sínar.
Sálmarnir 37:5 Sálmarnir
Gev HARRANUM veg tín í hond, lít á Hann! Hann skal gera tað!
Sálmarnir 56:3 Sálmarnir
Samt og javnt liggja teir mær eftir lívinum, teir, ið elta meg, ja, mangir eru teir, sum í hugmóði stríða móti mær.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 10:10 Jóhannes
Tjóvurin kemur bert at stjala og drepa og forkoma; Eg eri komin, fyri at tey skulu hava lív og hava yvirflóð.
Jóhannes 14:1 Jóhannes
„Hjarta tykkara óttist ikki! Tit trúgva á Gud – trúgvið á Meg við!
Rómverjabrævið 15:13 Rómverjabrævið
Gud vónarinnar fylli tykkum við allari gleði og øllum friði í trúnni, so tit kunnu vera rík í vónini við kraft Heilaga Andans!