ummar

59 versir um "ummar"

Versir

Síða 2 av 2
Rómverjabrævið 2:21 Rómverjabrævið

– Tú, sum lærir onnur, lærir ikki teg sjálvan! Tú, sum prædikar, at ikki eigur at verða stolið – tú stjelur!

2
Rómverjabrævið 2:22 Rómverjabrævið

Tú, sum sigur, at ikki eigur at verða drivið hor, tú drívur hor! Tú, sum hevur andstygd fyri avgudum, rænir avgudatempul!

2
Rómverjabrævið 2:23 Rómverjabrævið

Tú, sum rósar tær av lógini, vanærir Gud við at bróta lógina!

2
Rómverjabrævið 2:24 Rómverjabrævið

Tí „fyri tykkara skuld verður navn Guds spottað millum heidningarnar“ – sum skrivað er.

2
Rómverjabrævið 2:25 Rómverjabrævið

Víst er umskeringin til nyttu, um tú heldur lógina; men ert tú lógbrótari, so ert tú við umskering tíni óumskorin kortini.

2
Rómverjabrævið 2:26 Rómverjabrævið

Heldur nú hin óumskorni boð lógarinnar – skal hann tá ikki, tóat hann er óumskorin, verða roknaður sum umskorin!

2
Rómverjabrævið 2:27 Rómverjabrævið

Og táið tann, ið av náttúruni er óumskorin, fullkemur lógina, skal hann døma teg, tú, sum við bókstavi og umskering ert lógbrótari.

2
Rómverjabrævið 2:28 Rómverjabrævið

Tí ikki er tann Jødi, sum er tað útvortis, ei heldur er umskeringin tann, sum gjørd verður opinberliga á holdinum.

2
Rómverjabrævið 2:29 Rómverjabrævið

Nei, tann er Jødi, sum er tað í loyndum, og umskeringin er umskering hjartans í andanum, ikki í bókstavinum. Slíkur hevur rós sítt, ikki frá menniskjum, men frá Gudi.

2