umhvørvisfrøði
68 versir um "umhvørvisfrøði"
Versir
Síða 1 av 2Fjórða Mósebók 35:33 Fjórða Mósebók
Vanhalgið ikki landið, ið tit búgva í! Tí blóð vanhalgar landið, og bót verður ikki gjørd fyri landið – fyri blóðið, ið har verður úthelt – uttan við blóði tess, ið úthelt tað hevur.
Fyrsta Mósebók 1:26 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík! Hon skal ráða yvir fiskunum í sjónum og fuglunum undir himli, yvir fænum og yvir allari jørðini og øllum skriðdýrum, ið á jørðini skríða.“
Fyrsta Mósebók 1:29 Fyrsta Mósebók
Framvegis segði Gud: „Eg gevi tykkum allar urtir á allari jørðini, sum bera fræ, og øll trø, sum bera frukt við frænum í; hetta skulu tit hava til føði.
Orðtøkini 12:10 Orðtøkini
Hin rættvísi hevur umsorgan fyri fæi sínum, men hjarta hins gudleysa er hart.
Onnur Mósebók 23:10 Onnur Mósebók
Seks ár skalt tú sáa jørð tína og heysta grøði hennara;
Onnur Mósebók 23:11 Onnur Mósebók
men sjeynda árið skalt tú lata hana hvíla og liggja órørda, so hini fátæku av fólki tínum kunnu finna okkurt at liva av; og tað, ið tey lata verða eftir, kunnu hini villu dýrini á markini eta. Á sama hátt skalt tú gera við víngarð tín og oljutrø tíni.
Fimta Mósebók 22:6 Fimta Mósebók
Táið tú á leið tíni kemur fram á fuglareiður í træi ella á jørðini við ungum ella eggum í, og mamman liggur á ungunum ella eggunum, mást tú ikki taka bæði mammuna og ungarnar;
Fimta Mósebók 22:7 Fimta Mósebók
mammuni skalt tú sleppa, men ungarnar kanst tú taka; tá skal gangast tær væl, og tú skalt liva leingi.
Fyrsta Mósebók 1:1 Fyrsta Mósebók
Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.
Fyrsta Mósebók 1:2 Fyrsta Mósebók
Jørðin var oyðin og tóm, myrkur var yvir djúpinum, og Andi Guds sveimaði yvir vøtnunum.
Fyrsta Mósebók 1:3 Fyrsta Mósebók
Gud segði: „Verði ljós!“ Og ljós varð.
Fyrsta Mósebók 1:4 Fyrsta Mósebók
Gud sá, at ljósið var gott; og Gud skilti ljósið frá myrkrinum.
Fyrsta Mósebók 1:5 Fyrsta Mósebók
Gud kallaði ljósið dag, og myrkrið kallaði Hann nátt. Og kvøld varð, og morgun varð, fyrsta dag.
Fyrsta Mósebók 1:6 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Eitt hvølv skal verða mitt í vøtnunum til at skilja vatn frá vatni.“
Fyrsta Mósebók 1:7 Fyrsta Mósebók
Gud gjørdi tá hvølvið og skilti vatnið undir hvølvinum frá vatninum yvir hvølvinum. Og so varð.
Fyrsta Mósebók 1:8 Fyrsta Mósebók
Gud kallaði hvølvið himmal. Og kvøld varð, og morgun varð, annan dag.
Fyrsta Mósebók 1:9 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Vatnið undir himli skal savna seg saman á einum staði, so at turrlendið kemur undan.“ Og so varð.
Fyrsta Mósebók 1:10 Fyrsta Mósebók
Gud kallaði turrlendið jørð, og vatnið, sum hevði savnað seg saman, kallaði Hann sjógv. Og Gud sá, at tað var gott.
Fyrsta Mósebók 1:11 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Jørðin skal bera gras, urtir, sum geva fræ, og frukttrø, sum bera frukt við frænum í, hvørt eftir sínum slagi, á jørðini.“ Og so varð;
Fyrsta Mósebók 1:12 Fyrsta Mósebók
jørðin bar gras, urtir, sum góvu fræ, hvør eftir sínum slagi, og trø, sum bóru frukt við frænum í, hvørt eftir sínum slagi. Og Gud sá, at tað var gott.
Fyrsta Mósebók 1:13 Fyrsta Mósebók
Og kvøld varð, og morgun varð, triðja dag.
Fyrsta Mósebók 1:14 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Ljós skulu verða á himmalhvølvinum til at skilja dag frá nátt; tey skulu vera til tekin og til at áseta tíðir, dagar og ár;
Fyrsta Mósebók 1:15 Fyrsta Mósebók
og tey skulu vera til ljós á himmalhvølvinum, at lýsa á jørðini.“ Og so varð;
Fyrsta Mósebók 1:16 Fyrsta Mósebók
Gud gjørdi tey bæði stóru ljósini, hitt størra til at ráða um dagin, hitt minna til at ráða um náttina, og stjørnurnar.
Fyrsta Mósebók 1:17 Fyrsta Mósebók
Gud setti tey á himmalhvølvið at lýsa á jørðini,
Fyrsta Mósebók 1:18 Fyrsta Mósebók
at ráða yvir deginum og náttini og skilja ljósið frá myrkrinum. Og Gud sá, at tað var gott.
Fyrsta Mósebók 1:19 Fyrsta Mósebók
Og kvøld varð, og morgun varð, fjórða dag.
Fyrsta Mósebók 1:20 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Vatnið skal verða fult av livandi skapningum, og fuglar skulu flúgva yvir jørðini, undir himmalhvølvinum.“ Og so varð;
Fyrsta Mósebók 1:21 Fyrsta Mósebók
Gud skapti tey stóru sjódýrini og alla ta nøgd av livandi skapningum, sum sjógvurin er fullur av, hvørt eftir tess slagi, eisini allar fuglar við veingjum, hvønn eftir hansara slagi. Og Gud sá, at tað var gott.
Fyrsta Mósebók 1:22 Fyrsta Mósebók
Gud signaði tey og segði: „Nørist og vaksið í tali, fyllið vatnið í sjónum, og fuglurin nørist á jørðini!“
Fyrsta Mósebók 1:23 Fyrsta Mósebók
Og kvøld varð, og morgun varð, fimta dag.
Fyrsta Mósebók 1:24 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Jørðin skal lata koma fram livandi skapningar, hvønn eftir hansara slagi, fæ, skriðdýr og vill dýr – hvørt eftir tess slagi.“ Og so varð;
Fyrsta Mósebók 1:25 Fyrsta Mósebók
Gud gjørdi tey villu dýrini, hvørt eftir tess slagi, fæið eftir tess slagi, og øll skriðdýrini á jørðini, hvørt eftir tess slagi. Og Gud sá, at tað var gott.
Fyrsta Mósebók 1:27 Fyrsta Mósebók
So skapti Gud menniskjuna* í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.
Fyrsta Mósebók 1:28 Fyrsta Mósebók
Og Gud signaði tey. Gud segði við tey: „Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!“
Fyrsta Mósebók 1:30 Fyrsta Mósebók
Og øllum dýrunum á jørðini, øllum fuglunum undir himli og øllum, ið á jørðini skríður, øllum tí, ið hevur livandi sál í sær – teimum gevi Eg allar grønar urtir til føði.“ Og so varð.
Fyrsta Mósebók 1:31 Fyrsta Mósebók
Og Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt – og tað var sera gott. Og kvøld varð, og morgun varð, sætta dag.
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir
Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir
Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir
Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir
Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.
Sálmarnir 24:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. Sálmur. HARRANUM hoyrir jørðin til, og alt tað, ið henni er á, jarðarríki og tey, ið har búgva.
Esaias 45:18 Esaias
Tí so sigur HARRIN, sum skapti himmalin, Hann, sum er Gud, Hann, sum virkaði jørðina og gjørdi hana, Hann, sum grundfesti hana – ikki til at liggja í oyði skapti Hann hana, nei, til bústað hjá fólki virkaði Hann hana: Eg eri HARRIN, og eingin annar!
Matteus 6:25 Matteus
Tí sigi Eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu eta, og hvat tit skulu drekka, ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fara í! Er ikki lívið meir enn maturin, og likamið meir enn klæðini!
Matteus 6:26 Matteus
Hyggið at fuglum himmalsins! Teir sáa ikki, teir heysta ikki, teir savna ikki í løður, og himmalski Faðir tykkara føðir teir. Eru tit ikki mangan meiri verdir enn teir!
Matteus 6:27 Matteus
Og hvør tykkara kann við at stúra leggja alin aftrat aldri sínum!
Matteus 6:28 Matteus
Og hví stúra tit fyri klæðum! Aktið eftir liljunum á markini, hvussu tær vaksa! Tær arbeiða ikki, tær spinna ikki;
Matteus 6:29 Matteus
men Eg sigi tykkum: Ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var klæddur sum ein teirra.