umhvørvi okkara
13 versir um "umhvørvi okkara"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 2:15 Fyrsta Mósebók
So tók Gud HARRIN Ádam og setti hann í urtagarðin Eden at dýrka hann og varðveita hann.
Fyrsta Mósebók 1:28 Fyrsta Mósebók
Og Gud signaði tey. Gud segði við tey: „Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!“
Triðja Mósebók 25:23 Triðja Mósebók
Jørðina í landinum mugu tit ikki selja við alla; tí landið er Mítt, tit eru bert fremmandir og gestir hjá Mær.
Triðja Mósebók 25:24 Triðja Mósebók
Í øllum landinum, ið tit fáa í ogn, skulu tit geva loyvi til, at jørðin kann verða loyst.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 3:17 Jóhannes
Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.
Sálmarnir 8:6 Sálmarnir
Tú gjørdi tað lítið lægri enn Gud, við heiðuri og dýrd krýndi Tú tað;
Sálmarnir 8:7 Sálmarnir
Tú setti tað at ráða yvir handaverkum Tínum, alt legði Tú tí undir føtur,
Sálmarnir 8:8 Sálmarnir
smáfæ og neyt, øll somul, ja, tey villu dýrini á markini,
Fyrsta Mósebók 1:26 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík! Hon skal ráða yvir fiskunum í sjónum og fuglunum undir himli, yvir fænum og yvir allari jørðini og øllum skriðdýrum, ið á jørðini skríða.“
Nehemias 9:6 Nehemias
Eina Tú ert HARRIN; Tú hevur skapt Himlarnar og Himlar Himlanna og allan her teirra, jørðina og alt, ið henni er á, høvini og alt, sum teimum er í; Tú gevur tí øllum lív, og herur Himmalsins tilbiður Teg.
Fimta Mósebók 25:4 Fimta Mósebók
Tú mást ikki múlbinda oksan, táið hann treskir.
Orðtøkini 12:10 Orðtøkini
Hin rættvísi hevur umsorgan fyri fæi sínum, men hjarta hins gudleysa er hart.