úlvur

26 versir um "úlvur"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 7:15 Matteus

Varðið tykkum fyri lygiprofetunum, sum koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru glúpskir úlvar innan!

15
Esaias 65:25 Esaias

Úlvur og lamb skulu liggja saman og eta, leyvan skal eta hálm sum neyt, og føði ormsins skal vera mold; eingin skal gera nakað ilt, og eingin skal forkoma nøkrum, á øllum heilaga fjalli Mínum – sigur HARRIN.

11
Lukas 10:3 Lukas

Farið avstað! Eg sendi tykkum sum lomb mitt ímillum úlvar!

9
Esaias 11:6 Esaias

Tá skal úlvurin búgva saman við lambinum, og leopardurin liggja hjá geitarlambinum; kálvurin, ungleyvan og feitineytini skulu ganga saman, og smádrongur skal reka tey.

8
Esaias 11:7 Esaias

Kúgv og bjørn skulu liggja saman og eta; kálvurin og bjarnarungin skulu liggja lið um lið; og leyvan skal eta hálm sum neyt.

8
Esaias 11:8 Esaias

Bróstabarnið skal spæla sær við holu høggormsins, og barnið, sum nýliga er lagt av brósti, skal rætta út hondina yvir reiður eiturormsins.

8
Esaias 11:9 Esaias

Eingin skal gera nakað ilt, og eingin skal forkoma nøkrum, á øllum heilaga fjalli Mínum; tí jørðin skal vera full av kunnskapi um HARRAN, eins og vatnið fjalir havsbotnin.

8
Matteus 10:16 Matteus

Eg sendi tykkum út sum seyð mitt ímillum úlvar! Verið tí klókir sum ormar og einfaldir sum dúvur!

6
Jóhannes 10:12 Jóhannes

Men tann, ið leigaður er og ikki er hirði – sum ikki eigur seyðin – sær úlvin koma og rýmir frá seyðinum og flýggjar; og úlvurin rænir seyðin og spjaðir hann sundur.

6
Fyrsta Mósebók 49:27 Fyrsta Mósebók

Benjamin er úlvur, ið skræðir sundur; um morgunin etur hann tað, ið hann hevur tikið, um kvøldið skiftir hann út fong.“

5
Ezekiel 22:27 Ezekiel

Høvdingarnir harinni eru sum úlvar, ið skræða sundur rán sítt; teir úthella blóð og forkoma sálum fyri at savna sær órættvísan vinning.

5
Ápostlasøgan 20:29 Ápostlasøgan

Eg veit, at eftir at eg eri farin, skulu svárir úlvar koma inn ímillum tykkara, og teir skulu ikki eira fylginum.

5
Zefanias 3:3 Zefanias

Høvdingarnir í honum eru brølandi leyvur; dómarar hansara eru sum úlvar á kvøldi; teir leiva einki til morgunin eftir;

4
Esaias 6:8 Esaias

So hoyrdi eg HARRAN siga: „Hvønn skal Eg senda, hvør vil bera boð fyri Okkum?“ Og eg svaraði: „Her eri eg – send meg!“

2
Jeremias 5:6 Jeremias

Tí skal leyvan úr skóginum sláa tey, úlvurin av heiðunum gera enda á teimum; leopardurin lúrir uttan fyri býir teirra; hvør tann, ið út úr teimum kemur, skal verða sundurskræddur. Tí mong eru brot teirra, mong í tali eru fráføll teirra.

2
Habakkuk 1:8 Habakkuk

Hestar tess eru kvikari enn leopardar og renna skjótari enn úlvar á kvøldi; hestmenn tess koma við rúkandi ferð, ja, úr fjarløgu koma hestmenn tess; teir flúgva sum ørnin, táið hon skjýtur seg niður á rán sítt.

2
Matteus 7:16 Matteus

Av ávøkstum teirra skulu tit kenna teir. Hentar nakar vínber av tornum ella fikur av tistlum!

2
Matteus 7:17 Matteus

Soleiðis ber hvørt gott træ góðan ávøkst; men hitt ringa træið ber ringan ávøkst.

2
Matteus 7:18 Matteus

Gott træ kann ikki bera ringan ávøkst, og ringt træ kann ikki bera góðan ávøkst.

2
Matteus 7:19 Matteus

Hvørt træ, sum ikki ber góðan ávøkst, verður høgt niður og kastað í eldin.

2
Matteus 7:20 Matteus

Tí skulu tit kenna teir av ávøkstum teirra.

2
Seinna Korintbrævið 11:13 Seinna Korintbrævið

Hesir menn eru falskir ápostlar, svikafullir arbeiðarar, ið skapa seg um til ápostlar Kristusar.

2
Seinna Korintbrævið 11:14 Seinna Korintbrævið

Og ikki er undur í tí; Satan sjálvur skapir seg jú um til eingil ljósins;

2
Seinna Korintbrævið 11:15 Seinna Korintbrævið

tað er tí ikki mikið, um eisini tænarar hansara skapa seg um til rættvísitænarar; men endi teirra skal verða eftir verkum teirra.

2
Fyrra Pætursbrævið 5:8 Fyrra Pætursbrævið

Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.

2
Seinna Pætursbrævið 2:1 Seinna Pætursbrævið

Eisini lygiprofetar stigu fram millum fólkið, og soleiðis skulu eisini millum tykkara verða lygilærarar, sum skulu koma sníkjandi inn við oyðandi villulærum, so teir enntá avnokta Harran, ið keypti teir – og leiða bráðan undirgang á seg sjálvar.

2