ugglur
15 versir um "ugglur"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 34:11 Esaias
Pelikanur og pinnsvín skulu eiga tað, ugla og ravnur skulu búgva har; HARRIN skal strekkja yvir tað málisnøri oyðingarinnar og nýta lodd tómleikans.
Sálmarnir 102:6 Sálmarnir
Meðan eg suffi hart, koma beinini í mær út undir húðina.
Esaias 34:15 Esaias
Har ger pílormurin sær reiður, verpur og klekir út ungarnar og savnar teir í skugga sínum, ja, har flokkast griparnir, ein hjá øðrum.
Triðja Mósebók 11:17 Triðja Mósebók
uglan, súlan, náttuglan,
Esaias 34:14 Esaias
Villir hundar og onnur dýr oyðimarkarinnar skulu har koma saman, og skógartrøll skulu rópa hvørt á annað, ja, har skal náttargrýlan fáa frið og leggja seg til hvíldar.
Triðja Mósebók 11:16 Triðja Mósebók
strutsurin, geykurin, másin, øll heykasløg,
Triðja Mósebók 11:13 Triðja Mósebók
Hesir eru fuglarnir, ið tit skulu rokna fyri andstygd – teir mugu ikki verða etnir, teir eru andstygd: Ørnin, gripurin, sjóørnin,
Fimta Mósebók 14:15 Fimta Mósebók
strutsin, geykin, másan, øll heykasløg,
Fimta Mósebók 14:16 Fimta Mósebók
ugluna, náttugluna, tinsemetfuglin,
Job 30:29 Job
Eg eri vorðin bróðir sjakalanna og felagi strutsanna.
Esaias 13:21 Esaias
Nei, villdýr skulu liggja har, og húsini skulu fyllast av uglum; strutsar skulu búgva har, og skógartrøll hoppa um.
Esaias 43:20 Esaias
Hini villu dýr markarinnar, sjakalar og strutsar, skulu æra Meg, tí Eg gevi vatn í oyðimørkini, streymar í landinum, sum oyðið var, so fólk Mítt, útvaldu Míni, fáa drukkið.
Jeremias 50:39 Jeremias
Tí skulu dýrini úr oyðimørkini búgva har saman við villum hundum, og strutsar skulu búgva í tí; aldri skal tað verða bygt aftur, mann eftir mann skal eingin búgva har.
Mika 1:8 Mika
Um hetta skal eg harmast og vena meg, ganga skóleysur og nakin; eg skal rópa av sorg sum sjakalarnir og vena meg sum strutsarnir.
Zefanias 2:14 Zefanias
Har skulu fylgi liggja, flokkar av alskyns villum dýrum; pelikanar og pinnsvín skulu hava náttaherbergi á súluhøvdunum har; fuglar skulu hoyrast láta í vindeygunum; eyrur skal liggja á gáttunum, tí bróstið av sedrisviði er skrætt niður.