UFO (óidentifiserað flogføri)

39 versir um "UFO (óidentifiserað flogføri)"

Versir

Síða 1 av 1
Seinna Kongabók 2:11 Seinna Kongabók

Sum teir nú gingu og tosaðu saman, kom eldvagnur við eldhestum og skilti teir hvønn frá øðrum; og Elias fór upp til Himmals í storminum.

7
Ezekiel 1:4 Ezekiel

Og eg fekk at síggja harðveður koma norðaneftir, stórt skýggj við logandi eldi, og bjart skin var rundan um tað; mitt í tí, mitt í eldinum, sást nakað, ið var eins og blankur málmur.

7
Ezekiel 1:5 Ezekiel

Mitt í tí sást nakað, sum líktist fýra livandi verum, ið sóu soleiðis út: Tær vóru sum menniskju at síggja;

7
Ezekiel 1:6 Ezekiel

men tær høvdu fýra andlit hvør og fýra veingir;

7
Ezekiel 1:7 Ezekiel

føtur teirra vóru beinir, og fótabløð teirra vóru sum føturnir á kálvi; teir skinu sum blankt kopar.

7
Ezekiel 1:8 Ezekiel

Menniskjahendur høvdu tær undir veingjunum á øllum fýra síðum. Við andlitum og veingjum teirra var so á øllum fýra:

7
Ezekiel 1:9 Ezekiel

Veingir teirra lógu hvør upp at øðrum; táið tær gingu, vendu tær sær ikki, nei, tær gingu allar beint fram.

7
Ezekiel 1:10 Ezekiel

Andlit teirra líktust menniskjaandliti; men andlit sum leyva høvdu tær allar fýra høgrumegin, andlit sum neyt høvdu tær allar fýra vinstrumegin, og andlit sum ørn høvdu tær eisini allar fýra.

7
Ezekiel 1:11 Ezekiel

So var við andlitum teirra. Veingir teirra vóru útbreiddir upptil; hvør veran hevði tveir veingir, sum tær numu hvør við aðra við, og tveir, sum fjaldu likam teirra.

7
Ezekiel 1:12 Ezekiel

Tær gingu allar beint fram; hagar sum andin vildi fara, fóru tær; tær vendu sær ikki, táið tær gingu.

7
Ezekiel 1:13 Ezekiel

Hesar livandi verur sóu út eins og gløður, ið brunnu sum kyndlar; eldurin fór aftur og fram millum hinar livandi verurnar; hann hevði bjart skin, og snarljós gingu út úr eldinum.

7
Ezekiel 1:14 Ezekiel

Hinar livandi verurnar fóru aftur og fram og skygdu sum snarljós.

7
Ezekiel 1:15 Ezekiel

Táið eg nú hugdi at hinum livandi verunum, sá eg, at eitt hjól stóð á jørðini hjá hvørji hini livandi veruni; tey vendu í fýra ættir.

7
Ezekiel 1:16 Ezekiel

Hjólini sóu út, sum tey vóru gjørd av einumhvørjum, ið líktist krýsolit, og tey sóu líka út øll fýra; tað sá út, sum tey vóru gjørd so, at eitt hjólið var innan í øðrum.

7
Ezekiel 1:17 Ezekiel

Í allar fýra ættir gingu tey, táið tey gingu; tey vendu sær ikki, táið tey gingu.

7
Ezekiel 1:18 Ezekiel

Hjólgjarðirnar vóru høgar og øgiligar, og tær vóru á øllum fýra hjólunum fullar av eygum allan vegin runt.

7
Ezekiel 1:19 Ezekiel

Táið hinar livandi verurnar gingu, gingu hjólini við lið teirra, og táið hinar livandi verurnar lyftu sær upp frá jørðini, lyftu hjólini sær við.

7
Ezekiel 1:20 Ezekiel

Hagar ið andin vildi fara, fóru tær; og hjólini lyftu sær samstundis sum tær; tí andi hinna livandi veranna var í hjólunum.

7
Ezekiel 1:21 Ezekiel

Táið hinar livandi verurnar gingu, gingu tey við; táið tær stóðu, stóðu tey við, og táið tær lyftu sær upp frá jørðini, lyftu hjólini sær við lið teirra; tí andi hinna livandi veranna var í hjólunum.

7
Ezekiel 1:22 Ezekiel

Yvir høvdum hinna livandi veranna var nakað, ið líktist hvølvi, sum skínandi krystall at síggja; tað var tant út uppi yvir høvdum teirra.

7
Ezekiel 1:23 Ezekiel

Undir hvølvinum stóðu veingir teirra beint út, so teir numu hvør við annan; hvør teirra hevði báðumegin tveir veingir, sum fjaldu likam teirra.

7
Ezekiel 1:24 Ezekiel

Táið tær gingu, hoyrdi eg ljóðið av veingjum teirra, tað var sum ljóðið av stórum vøtnum, sum rødd hins Alvalda, ógvuligur duni, sum gnýggið, har ein herur hevur tilhald. Men táið tær stóðu, lótu tær veingirnar síga.

7
Ezekiel 1:25 Ezekiel

Rødd hoyrdist uppi yvir hvølvinum, ið var yvir høvdum teirra. Men táið tær stóðu, lótu tær veingirnar síga.

7
Ezekiel 1:26 Ezekiel

Uppi yvir hvølvinum, ið var yvir høvdum teirra, var nakað, ið sá út til at vera av safirsteini, og sum líktist hásæti; og uppi á hesum, ið líktist hásæti, var Ein, sum av útsjónd líktist menniskja.

7
Ezekiel 1:27 Ezekiel

Eg sá nakað, ið líktist blonkum málmi – sum eld at síggja – við ringi av ljósi rundanum, frá har sum lendar Hansara tyktust at vera og uppeftir. Men frá har sum lendar Hansara tyktust at vera og niðureftir, sá eg nakað, ið sá út sum eldur, og rundan um Hann var bjart skin.

7
Ezekiel 1:28 Ezekiel

Eins og at síggja bogan í skýnum regndag, var at síggja skinið har rundanum. – Soleiðis sá dýrd HARRANS út – sum hon vísti seg fyri mær. Táið eg sá tað, fall eg á andlit mítt og hoyrdi rødd Eins, ið tosaði.

7
Ápostlasøgan 1:9 Ápostlasøgan

Táið Hann hetta hevði sagt, varð Hann tikin upp, meðan teir sóu, og skýggj tók Hann burtur úr eygsjón teirra.

5
Ápostlasøgan 1:10 Ápostlasøgan

Sum teir nú stardu upp móti himli, í tí Hann fór burtur, stóðu hjá teimum tveir menn í hvítum klæðum.

5
Ápostlasøgan 1:11 Ápostlasøgan

Teir søgdu: „Tit menn úr Galilea! Hví standa tit og hyggja upp móti himli? Hesin Jesus, sum er tikin upp til Himmals frá tykkum, skal koma aftur, á sama hátt sum tit sóu Hann fara til Himmals.“

5
Opinberingin 1:7 Opinberingin

Hann kemur við skýggjunum, og hvørt eyga skal síggja Hann, eisini teir, sum hava stungið Hann; og allar ættir jarðarinnar skulu gráta sárt yvir Honum. – Ja, amen!

5
Sálmarnir 68:17 Sálmarnir

Tit fjøll við nógvum tindum, hví hyggja tit við øvund á fjallið, ið Gud hevur útvalt Sær til bústað! HARRIN skal eisini búgva har í allar ævir!

4
Dániel 7:13 Dániel

Framvegis fekk eg í náttarsjónum mínum at síggja, hvussu Ein, sum líktist menniskjasyni, kom á skýggjum himmalsins; Hann fór yvir til Hin, ið gamal var, og varð leiddur fram fyri Hann.

4
Matteus 24:30 Matteus

Tá skulu tekin Menniskjasonarins síggjast á himli, og tá skulu allar ættir jarðarinnar vena seg; og tey skulu síggja Menniskjasonin koma á skýggjum himmalsins við mátti og miklari dýrd.

4
Markus 13:26 Markus

Tá skulu tey síggja Menniskjasonin koma í skýggjunum við miklum mátti og dýrd.

4
Zakarias 5:1 Zakarias

Síðani hugdi eg aftur upp og fekk at síggja flúgvandi bókrullu.

3
Zakarias 5:2 Zakarias

Hann spurdi meg: „Hvat sært tú?“ Eg svaraði: „Eg síggi flúgvandi bókrullu, ið er tjúgu alin long og tíggju alin breið.“

3
Lukas 21:27 Lukas

Tá skal Menniskjasonurin verða sæddur koma í skýnum við mátti og miklari dýrd.

3
Fyrra Tessalonikabrævið 4:16 Fyrra Tessalonikabrævið

Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp;

2
Fyrra Tessalonikabrævið 4:17 Fyrra Tessalonikabrævið

síðani skulu vit, ið liva – sum eftir eru – verða rykt burtur í skýggjum saman við teimum at møta Harranum í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum.

2