tyggitobakk
9 versir um "tyggitobakk"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?
Fyrra Korintbrævið 3:16 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at tit eru tempul Guds, og at Andi Guds býr í tykkum?
Rómverjabrævið 13:14 Rómverjabrævið
Nei, latið tykkum í Harran Jesus Kristus, og havið ikki slíka umsorgan fyri holdinum, at tað øsir upp girndir!
Jóhannes 14:15 Jóhannes
Elska tit Meg, so haldið boð Míni!
Rómverjabrævið 12:1 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum tí, brøður, við miskunn Guds, at bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara.
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Onnur Mósebók 15:26 Onnur Mósebók
Hann segði: „Lurtar tú eftir HARRANUM Gudi tínum, og gert tú tað, sum rætt er í eygum Hansara, aktar eftir boðum Hansara og heldur allar fyriskipanir Hansara, so skal Eg onga av teimum sjúkum leggja á teg, sum Eg legði á Egyptar – men Eg eri HARRIN, lækni tín!“
Ezekiel 14:6 Ezekiel
Sig tí við hús Ísraels: So sigur Harrin HARRIN: Vendið við, vendið tykkum burtur frá øllum avgudum tykkara, vendið ásjón tykkara burtur frá øllum viðurstygdum tykkara!
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.