Týdningur
139 versir um "Týdningur"
Versir
Síða 2 av 3Fyrsta Mósebók 6:7 Fyrsta Mósebók
Og HARRIN segði: „Eg skal týna menniskjuni, ið Eg havi skapt, av jørðini, bæði menniskju, fæ, skriðdýr og fuglarnar undir himli; tí Eg angri, at Eg havi gjørt tey!“
Fyrsta Mósebók 6:8 Fyrsta Mósebók
– Men Nóa fann náði fyri eygum HARRANS.
Fyrsta Mósebók 6:9 Fyrsta Mósebók
Hetta er ættarbók Nóa. Nóa var rættvísur, ólastandi maður á tíð síni; Nóa livdi við Gudi.
Fyrsta Mósebók 6:10 Fyrsta Mósebók
Nóa fekk tríggjar synir: Sem, Kam og Jafet.
Fyrsta Mósebók 6:11 Fyrsta Mósebók
Men jørðin var spilt fyri eygum Guds; jørðin varð full av órætti.
Fyrsta Mósebók 6:12 Fyrsta Mósebók
Gud sá jørðina – hon var spilt; tí alt hold hevði spilt veg sín á jørðini.
Fyrsta Mósebók 6:13 Fyrsta Mósebók
Tá segði Gud við Nóa: „Eg havi gjørt av, at Eg skal gera enda á øllum holdi, tí tey hava fylt jørðina við órætti; nú skal Eg forkoma bæði teimum og jørðini.
Fyrsta Mósebók 6:14 Fyrsta Mósebók
Men tú skalt gera tær ørk av goferviði; við kømurum skalt tú gera hana og bika hana bæði innan og uttan.
Fyrsta Mósebók 6:15 Fyrsta Mósebók
Soleiðis skalt tú gera ørkina: Hon skal vera 300 alin long, 50 alin breið og 30 alin høg.
Fyrsta Mósebók 6:16 Fyrsta Mósebók
Eitt vindeyga skalt tú gera á ørkini í erva, eina alin høgt allan vegin, og dyr arkarinnar skalt tú gera á síðu hennara; tú skalt gera hana við eini niðastu, eini mittastu og eini ovastu hædd.
Fyrsta Mósebók 6:17 Fyrsta Mósebók
Eg lati nú vatnflóð koma yvir jørðina til at týna alt hold undir himli, sum lívsandi er í; alt tað, ið á jørðini er, skal ganga til grundar.
Fyrsta Mósebók 6:18 Fyrsta Mósebók
Men við teg geri Eg sáttmála Mín; tú skalt fara inn í ørkina, tú og synir tínir, kona tín og sonarkonur tínar við tær.
Fyrsta Mósebók 6:19 Fyrsta Mósebók
Av øllum, ið livir, av øllum holdi, skalt tú taka eitt par av hvørjum slagi inn í ørkina fyri at halda tey á lívi saman við tær; hannslag og honslag skal tað vera.
Fyrsta Mósebók 6:20 Fyrsta Mósebók
Av fuglunum eftir teirra slagi, av fænum eftir slagi tess, og av øllum skriðdýrum á jørðini eftir teirra slagi skal eitt par av hvørjum fara inn til tín fyri at verða hildin á lívi.
Fyrsta Mósebók 6:21 Fyrsta Mósebók
Tú skalt fáa tær av alskyns føði, ið etin verður, og savna tað til tín, so tað kann vera tær og teimum til føði.“
Fyrsta Mósebók 6:22 Fyrsta Mósebók
Nóa so gjørdi; í einum og øllum gjørdi hann, sum Gud hevði sagt við hann.
Dómararnir 16:25 Dómararnir
Táið tey nú vóru komin í gott lag, søgdu tey: „Farið eftir Samson, so vit kunnu hava stuttleika av honum!“ So varð farið í fangahúsið eftir Samson, og tey stuttleikaðu sær av honum. Teir lótu hann standa millum stólparnar.
Dómararnir 16:26 Dómararnir
Men Samson segði við drongin, ið leiddi hann: „Slepp mær, og lat meg fáa nomið við stólparnar, ið húsið hvílir á, so eg fái hallað mær inn at teimum!“
Dómararnir 16:27 Dómararnir
Húsið var fult av monnum og kvinnum; har vóru allir filistarahøvdingarnir; og á takinum vóru úti við 3000 menn og kvinnur, sum hugdu at, meðan tey høvdu stuttleika av Samson.
Dómararnir 16:28 Dómararnir
Tá rópti Samson til HARRAN og segði: „Harri HARRI, kom meg í hug og gev mær styrki, á Gud, bert hesa einu ferð, so eg fái hevnt meg á Filistarar fyri annað av báðum eygum mínum!“
Dómararnir 16:29 Dómararnir
So tók Samson í báðar miðstólparnar, sum húsið hvíldi á; hann spenti móti øðrum við høgru hond og móti hinum við vinstru.
Dómararnir 16:30 Dómararnir
Og Samson segði: „Lat meg doyggja saman við Filistarum!“ So trýsti hann á, alt ið hann orkaði; tá raplaði húsið saman oman yvir høvdingarnar og oman yvir alt fólkið, ið har var inni; tey, sum hann drap í deyða sínum, vóru fleiri enn tey, sum hann hevði dripið alla tíð sína.
Fyrra Krønikubók 17:1 Fyrra Krønikubók
Sum Dávid nú einaferð sat í húsi sínum, segði hann við Natan profet: „Tú sært, eg búgvi í húsi av sedrisviði, og sáttmálaørk HARRANS býr í tjaldi!“
Fyrra Krønikubók 17:2 Fyrra Krønikubók
Natan svaraði Dávidi: „Ger tú alt tað, sum tú hevur í huga! Tí Gud er við tær.“
Fyrra Krønikubók 17:3 Fyrra Krønikubók
Men somu nátt kom orð Guds til Natan; Hann segði:
Fyrra Krønikubók 17:4 Fyrra Krønikubók
„Far og sig við tænara Mín Dávid: So sigur HARRIN: Ikki tú skalt byggja mær húsið, sum Eg skal búgva í!
Fyrra Krønikubók 17:5 Fyrra Krønikubók
Eg havi jú ikki búð í húsi, frá tí degi Eg leiddi Ísraelsmenn higar og til henda dag, nei, Eg flutti úr einum tjaldi í annað, úr einum tabernakli í annað.
Fyrra Krønikubók 17:6 Fyrra Krønikubók
Havi Eg nakrantíð, alla ta tíð Eg havi ferðast um millum Ísraelsmenn, sagt við nakran av dómarum Ísraels, sum Eg setti fólki Mínum Ísrael til hirða: „Hví hava tit ikki bygt Mær hús av sedrisviði!“
Fyrra Krønikubók 17:7 Fyrra Krønikubók
Og nú skalt tú siga við tænara Mín Dávid: So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eg tók teg úr haganum, har sum tú gekst eftir smáfænum, til at vera høvdinga yvir fólki Mínum, Ísrael.
Fyrra Krønikubók 17:8 Fyrra Krønikubók
Eg var við tær, allastaðni har sum tú fórt, og týndi allar fíggindar tínar fyri tær; Eg læt teg vinna stórt navn, so stórt sum teir størstu á jørðini hava.
Fyrra Krønikubók 17:9 Fyrra Krønikubók
Eg havi gjørt fólki Mínum Ísrael bústað til, og Eg havi plantað tað har, so tað fær búð á staði sínum og verður ikki órógvað longur, og yvirgangskroppar herja tað ikki longur sum áður
Fyrra Krønikubók 17:10 Fyrra Krønikubók
– líka frá teirri tíð Eg setti dómarar yvir fólk Mítt, Ísrael – og Eg havi eyðmýkt allar fíggindar tínar. Og nú lati Eg teg vita, at HARRIN skal byggja tær hús.
Fyrra Krønikubók 17:11 Fyrra Krønikubók
Táið dagatal títt er fult, og tú fert til fedrar tínar, skal Eg eftir teg reisa upp avkom títt, ein av sonum tínum, og Eg skal grundfesta kongadømi hansara.
Fyrra Krønikubók 17:12 Fyrra Krønikubók
Hann skal byggja Mær hús, og Eg skal í allar ævir grundfesta hásæti hansara.
Fyrra Krønikubók 17:13 Fyrra Krønikubók
Eg skal vera honum faðir, og hann skal vera Mær sonur; náði Mína skal Eg ikki lata víkja frá honum – soleiðis sum Eg læt hana víkja frá honum, ið undan tær var.
Fyrra Krønikubók 17:14 Fyrra Krønikubók
Nei, til ævigar tíðir skal Eg lata hann verða í húsi Mínum og í ríki Mínum; til ævigar tíðir skal hásæti hansara verða grundfest.“
Fyrra Krønikubók 17:15 Fyrra Krønikubók
– Øll hesi orð bar Natan Dávidi og segði honum frá allari hesi sjón.
Fyrra Krønikubók 17:16 Fyrra Krønikubók
Tá fór Dávid kongur inn og varð verandi har fyri ásjón HARRANS; og hann segði: „Hvør eri eg, HARRI Gud, og hvat er hús mítt, at Tú hevur latið meg komið til hetta!
Fyrra Krønikubók 17:17 Fyrra Krønikubók
Og so var hetta ov lítið í eygum Tínum, Gud, so at Tú talaði um hús tænara Tíns langt fram í tíðina! Ja, menniskjaliga hevur Tú vent Tær til mín, til at seta meg høgt, HARRI Gud!
Fyrra Krønikubók 17:18 Fyrra Krønikubók
Hvat meiri skal Dávid tá siga við Teg um heiðurin, ið Tú hevur víst tænara Tínum! Tú kennir jú tænara Tín!
Fyrra Krønikubók 17:19 Fyrra Krønikubók
HARRI! Fyri tænara Tíns skuld og eftir hjarta Tínum hevur Tú gjørt alt hetta stóra og kunngjørt alt hetta stóra.
Fyrra Krønikubók 17:20 Fyrra Krønikubók
HARRI! Eingin er sum Tú, og eingin Gud er uttan Tú – eftir øllum tí, sum vit hava hoyrt við oyrum okkara.
Fyrra Krønikubók 17:21 Fyrra Krønikubók
Og hvar á jørðini finst eitt fólk sum fólk Títt, Ísrael, eitt fólk, ið Gud kom og fríaði út, so tað skuldi vera Hansara egna fólk – til at gera Tær navn við stórum og øgiligum verkum, at reka út fólkasløg fyri fólki Tínum, sum Tú fríaði út av Egyptalandi!
Fyrra Krønikubók 17:22 Fyrra Krønikubók
Tú setti fólk Títt, Ísrael, til at vera Títt fólk til ævigar tíðir, og Tú, HARRI, ert vorðin Gud teirra!
Fyrra Krønikubók 17:23 Fyrra Krønikubók
Lat tí nú, HARRI, orðið, ið Tú hevur talað um tænara Tín og hús hansara, standa fast til ævigar tíðir – ger, sum Tú hevur sagt!
Fyrra Krønikubók 17:24 Fyrra Krønikubók
Ja, lat tað standa fast! So skal navn Títt verða stórt til ævigar tíðir, og sagt skal verða: „HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, er Gud yvir Ísrael!“ Og so skal hús Dávids, tænara Tíns, vera grundfest fyri ásjón Tíni.
Fyrra Krønikubók 17:25 Fyrra Krønikubók
Tí Tú, Gud mín, hevur opinberað fyri tænara Tínum, at Tú skalt byggja honum hús – tí hevur tænari Tín fingið dirvi at biðja fyri ásjón Tíni.
Fyrra Krønikubók 17:26 Fyrra Krønikubók
Og nú, HARRI, Tú ert Gud, og Tú hevur lovað tænara Tínum alt hetta góða!
Fyrra Krønikubók 17:27 Fyrra Krønikubók
Lat tí nú líka Tær at signa hús tænara Tíns, so tað verður standandi fyri ásjón Tíni til ævigar tíðir! Tí tað, ið Tú, HARRI, signar, tað er signað í allar ævir!“
Esaias 55:13 Esaias
Í staðin fyri tornarunnar skal vaksa upp syprisviður, í staðin fyri tistlar skulu vaksa upp myrtutrø, og tað skal vera HARRANUM til navn, til ævigt tekin, ið aldri skal verða útstrikað.