týdningur jubileumsársins
98 versir um "týdningur jubileumsársins"
Versir
Síða 2 av 2Triðja Mósebók 25:40 Triðja Mósebók
Hann skal vera hjá tær sum dagløntur maður ella sum innfluttur og tæna hjá tær inntil fagnaðarárið.
Triðja Mósebók 25:41 Triðja Mósebók
Tá skalt tú geva hann frían, bæði hann og børn hansara, og hann skal fara aftur til ætt sína og fedraogn sína.
Triðja Mósebók 25:42 Triðja Mósebók
– Tí teir eru tænarar Mínir, sum Eg leiddi út av Egyptalandi; teir mugu ikki verða seldir, sum trælir verða seldir.
Triðja Mósebók 25:43 Triðja Mósebók
Tú mást ikki við harðskapi valda yvir honum; tú skalt óttast Gud tín.
Triðja Mósebók 25:44 Triðja Mósebók
Men vilt tú fáa tær trælir ella trælkvinnur, so skalt tú keypa tey frá fólkasløgunum, ið rundan um tykkum búgva.
Triðja Mósebók 25:45 Triðja Mósebók
Eisini av børnunum hjá teimum innfluttu, ið búgva hjá tykkum sum fremmand – av teimum og av eftirkomarum teirra, sum búgva hjá tykkum og eru fødd í landi tykkara – kunnu tit keypa tykkum trælir og trælkvinnur, og tey skulu vera ogn tykkara;
Triðja Mósebók 25:46 Triðja Mósebók
tey kunnu tit lata børn tykkara fáa í arv eftir tykkum, so tey kunnu hava tey sum ogn; tey kunnu tit við alla nýta sum trælir. Men móti brøðrum tykkara, Ísraelsmonnum, mást tú ikki við harðskapi valda, bróðir yvir bróður.
Triðja Mósebók 25:47 Triðja Mósebók
Táið fremmandur ella innfluttur hjá tær ríkast upp, og ein av brøðrum tínum, sum býr honum nær, kemur í armóð og noyðist at selja seg til hin fremmanda ella hin innflutta hjá tær ella til eftirkomara eftir ætt fremmandamans,
Triðja Mósebók 25:48 Triðja Mósebók
so skal hann kunna loysast, eftir at hann hevur selt seg. Ein av brøðrum hansara skal loysa hann,
Triðja Mósebók 25:49 Triðja Mósebók
ella pápabeiggi hansara, sonur pápabeiggja hansara ella ein annar av næstu skyldmonnum í ætt hansara; hann kann eisini loysa seg sjálvur, fær hann ráð til tað.
Triðja Mósebók 25:50 Triðja Mósebók
Táið hann tá ger upp við tann, ið keypti hann, skulu teir rokna út tíðina, frá tí árinum hann seldi seg til hansara og til fagnaðarárið, og peningurin, ið hann seldi seg fyri, skal býtast sundur við áratalinum; tíðin, ið hann hevur verið hjá honum, skal verða roknað, sum hann hevði verið dagløntur arbeiðsmaður.
Triðja Mósebók 25:51 Triðja Mósebók
Eru enn mong ár eftir, skal hann í loysigjald lata so mikið av tí, ið hann varð keyptur fyri, sum svarar til hesi ár.
Triðja Mósebók 25:52 Triðja Mósebók
Men eru árini fá eftir til fagnaðarárið, skal hann gera upp við hann eftir teimum; hann skal í loysigjald lata tað, ið svarar til árini, ið hann hevur eftir.
Triðja Mósebók 25:53 Triðja Mósebók
Sum dagløntur arbeiðsmaður, ið tænir ár eftir ár, skal hann vera hjá honum; tú mást ikki tola, at hann við harðskapi valdar yvir honum.
Triðja Mósebók 25:54 Triðja Mósebók
Men verður hann ikki loystur á ein av hesum háttum, skal hann verða givin fríur fagnaðarárið, bæði hann og børn hansara.
Triðja Mósebók 25:55 Triðja Mósebók
Tí Mær hoyra Ísraelsmenn til sum tænarar; teir eru tænarar Mínir, sum Eg leiddi út av Egyptalandi. – Eg eri HARRIN Gud tykkara!“
Lukas 4:19 Lukas
at kunngera náðiár Harrans.“
Onnur Mósebók 23:11 Onnur Mósebók
men sjeynda árið skalt tú lata hana hvíla og liggja órørda, so hini fátæku av fólki tínum kunnu finna okkurt at liva av; og tað, ið tey lata verða eftir, kunnu hini villu dýrini á markini eta. Á sama hátt skalt tú gera við víngarð tín og oljutrø tíni.
Sálmarnir 41:11 Sálmarnir
Men Tú, HARRI, ver mær náðigur, og hjálp mær aftur á føtur, so skal eg løna teimum!
Esaias 58:11 Esaias
HARRIN skal leiða teg altíð, metta teg mitt í oyðimørkini og styrkja bein tíni; og tú skalt verða sum vatnríkur urtagarður, sum kelduspring, ið aldri tornar upp.
Lukas 4:18 Lukas
„Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí,
Rómverjabrævið 14:13 Rómverjabrævið
Latið okkum tí ikki longur døma hvør annan! Nei, fellið heldur tann dóm, at eingin má leggja ástoyt ella fellu fyri bróður sín!
Rómverjabrævið 15:1 Rómverjabrævið
Vit, sum sterk eru, eiga at bera veikleikar hinna veiku og ikki gera, sum okkum sjálvum líkar.
Kolossibrævið 3:1 Kolossibrævið
Eru tit tá uppreist við Kristusi, so søkið tað, sum omanfyri er, har Kristus situr við høgru hond Guds!
Kolossibrævið 3:2 Kolossibrævið
Tráið eftir tí, sum omanfyri er, ikki eftir tí, sum á jørðini er!
Kolossibrævið 3:3 Kolossibrævið
Tit eru jú deyð, og lív tykkara er fjalt við Kristusi í Gudi.
Kolossibrævið 3:4 Kolossibrævið
Táið Kristus, lív okkara, opinberast, skulu eisini tit opinberast við Honum í dýrd.
Kolossibrævið 3:5 Kolossibrævið
Deyðið tí hinar jørðisku limirnar: Siðloysi, óreinsku, girndarbruna, ónda tráan – og havisjúkuna, sum jú er avgudadýrkan!
Kolossibrævið 3:6 Kolossibrævið
Fyri hetta kemur vreiði Guds.
Kolossibrævið 3:7 Kolossibrævið
Í hesum livdu tit eisini áður, táið tit høvdu lív tykkara í tí.
Kolossibrævið 3:8 Kolossibrævið
Men nú skulu eisini tit leggja tað av alt samalt: Vreiði, illsinni, óndskap, háð, skammiligt tos av munni tykkara.
Kolossibrævið 3:9 Kolossibrævið
Lúgvið ikki hvørt fyri øðrum, tit, sum jú hava latið tykkum úr hinum gamla menniskjanum við verkum tess
Kolossibrævið 3:10 Kolossibrævið
og latið tykkum í hitt nýggja, sum verður endurnýggjað til kunnskap – eftir mynd Hansara, sum skapti tað!
Kolossibrævið 3:11 Kolossibrævið
Her er ikki Grikki og Jødi, umskorin og óumskorin, fremmandur, Skýtti, trælur, frælsur – nei, Kristus er alt og í øllum.
Kolossibrævið 3:12 Kolossibrævið
Latið tykkum – sum hini útvaldu, heilagu og elskaðu Guds – í hjartans miskunn, góðsku, eyðmjúkleika, spakføri, langmóð!
Kolossibrævið 3:13 Kolossibrævið
Umberið hvørt annað, og fyrigevið hvørt øðrum, um onkur hevur klagu móti onkrum! – Sum Kristus hevur fyrigivið tykkum, skulu eisini tit fyrigeva.
Kolossibrævið 3:14 Kolossibrævið
Men yvir alt hetta – klæðið tykkum í kærleikan, tí hann er band fullkomileikans!
Kolossibrævið 3:15 Kolossibrævið
Friður Kristusar ráði í hjørtum tykkara, hann, sum tit eisini vórðu kallað til í einum likami – og verðið takksom!
Kolossibrævið 3:16 Kolossibrævið
Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!
Kolossibrævið 3:17 Kolossibrævið
Alt, sum tit gera í orði ella verki – gerið tað alt í navni Harrans Jesusar, takkandi Gudi Faðir við Honum!
Kolossibrævið 3:18 Kolossibrævið
Tit konur! Verið monnum tykkara undirgivnar, sum sømir seg í Harranum!
Kolossibrævið 3:19 Kolossibrævið
Tit menn! Elskið konur tykkara og verið ikki beiskir við tær!
Kolossibrævið 3:20 Kolossibrævið
Tit børn! Aktið foreldur tykkara í øllum, tí tað líkar Harranum!
Kolossibrævið 3:21 Kolossibrævið
Tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, so tey missa mótið!
Kolossibrævið 3:22 Kolossibrævið
Tit trælir! Aktið í øllum harrar tykkara eftir holdinum, ikki við eygnatænastu sum tey, ið vilja vera menniskjum til vildar, men í einfaldi hjartans, í ótta Harrans!
Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið
Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!
Kolossibrævið 3:24 Kolossibrævið
Tit vita jú, at tit frá Harranum skulu fáa arvin í løn. Tað er Harranum Kristusi, tit tæna.
Kolossibrævið 3:25 Kolossibrævið
Tí tann, ið ger órætt, skal fáa aftur órættin, ið hann gjørdi, og ikki verður gjørdur mannamunur.