týdningur jubileumsársins
98 versir um "týdningur jubileumsársins"
Versir
Síða 1 av 2Triðja Mósebók 25:10 Triðja Mósebók
Tit skulu halda fimmtiunda árið heilagt og lata boða frælsi í landinum fyri øll, ið har búgva; tað skal vera tykkum fagnaðarár, og tit skulu koma aftur, ein og hvør á ogn sína og ein og hvør til ætt sína.
Triðja Mósebók 25:8 Triðja Mósebók
Tú skalt telja sjey sabbatsár fram, sjey ferðir sjey ár, so at tær sjey áravikurnar verða 49 ár.
Triðja Mósebók 25:9 Triðja Mósebók
Tá skalt tú lata lúðurin ljóða í landinum tann tíggjunda í sjeynda mánaði; bótardagin skulu tit lata lúðurin ljóða um alt land tykkara.
Triðja Mósebók 25:11 Triðja Mósebók
Fagnaðarár skal hetta árið, hitt fimmtiunda, vera tykkum; ikki mugu tit sáa, og ikki mugu tit heysta tað, ið veksur upp av sær sjálvum tað árið, ei heldur henta vínberini av órøktu víntrøunum.
Triðja Mósebók 25:12 Triðja Mósebók
Tí tað er fagnaðarár, heilagt skal tað vera tykkum; tit skulu eta tað, ið markin ber av sær sjálvari.
Esaias 61:1 Esaias
Andi Harrans HARRANS er yvir Mær, av tí at HARRIN hevur salvað Meg at bera eyðmjúkum gleðiboð; Hann hevur sent Meg við grøðing til teirra, ið hava sundurbrotið hjarta, at boða fangum frælsi og bundnum, at tey skulu sleppa leys,
Esaias 61:2 Esaias
at kunngera náðiár HARRANS og hevndardag Guds okkara, at troysta øll, ið syrgja,
Esaias 61:3 Esaias
at geva teimum í Zion, sum syrgja, høvuðprýði í staðin fyri øsku, gleðiolju í staðin fyri sorg, lovsongsbúna í staðin fyri mótleysan anda; tey skulu verða rópt rættferðareikir, plantur HARRANS, Honum til dýrd.
Esaias 61:4 Esaias
Tey skulu byggja upp aftur hinar avgomlu toftir, reisa aftur tað, sum hevur ligið í oyði frá fornaldartíð; tey skulu reisa av nýggjum oyddar býir, tað, sum hevur ligið í oyði mann eftir mann.
Esaias 61:5 Esaias
Fremmandir skulu standa og røkta fylgi tykkara, útlendingar skulu sleipa á markum tykkara og í víngørðum tykkara.
Esaias 61:6 Esaias
Men tit, tit skulu kallast prestar HARRANS; tænarar Guds okkara skulu tit verða nevndir. Góðs tjóðanna skulu tit eta, og dýrd teirra skulu tit fáa at eiga.
Esaias 61:7 Esaias
Í staðin fyri skomm tykkara skulu tit fáa dupult aftur; og tey, sum liðu vanæru, skulu nú fegnast um lut sín; tey skulu soleiðis fáa dupultan part í landi sínum, ævig gleði skal falla teimum í lut.
Esaias 61:8 Esaias
Tí Eg, HARRIN, elski rætt og hati tað, sum við órætti er rænt; Eg skal í trúfesti geva teimum løn teirra, og ævigan sáttmála skal Eg gera við tey.
Esaias 61:9 Esaias
Ætt teirra skal kennast millum tjóðirnar, avkom teirra millum fólkasløgini; øll, ið síggja tey, skulu skilja, at tey eru ættin, ið HARRIN hevur signað.
Esaias 61:10 Esaias
Eg gleðist stórliga í HARRANUM, sál mín skal fegnast í Gudi mínum; tí Hann hevur latið meg í búna frelsunnar; í kappa rættvísinnar hevur Hann sveipað meg – eins og táið brúðgómur setur á seg húgvu, vakra sum prestsins, og brúður pyntar seg við stási sínum.
Esaias 61:11 Esaias
Tí eins og jørðin letur vaksa upp nálir sínar, og eins og urtagarðurin letur fræ sítt spretta upp, so skal Harrin HARRIN lata rættferð og lovsong vaksa upp fyri eygum alra tjóða.
Triðja Mósebók 25:1 Triðja Mósebók
HARRIN talaði við Móses á Sinaifjalli og segði:
Triðja Mósebók 25:2 Triðja Mósebók
„Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: „Táið tit koma inn í landið, ið Eg gevi tykkum, skal landið halda sabbatshvílu fyri HARRANUM.
Triðja Mósebók 25:3 Triðja Mósebók
Seks ár skalt tú sáa mark tína, og seks ár skalt tú røkja víngarð tín og heysta grøðina av landinum.
Triðja Mósebók 25:4 Triðja Mósebók
Men sjeynda árið skal vera landinum háheilagur sabbatur – sabbatur fyri HARRANUM; tá mást tú ikki sáa mark tína og ikki røkja víngarð tín.
Triðja Mósebók 25:5 Triðja Mósebók
Tað, ið veksur upp av sær sjálvum, eftir at tú hevur heystað, mást tú ikki skera, og vínberini á órøkta víntræi tínum mást tú ikki henta; tað skal vera landinum sabbatsár.
Triðja Mósebók 25:6 Triðja Mósebók
Tað, ið grør av sær sjálvum, meðan landið heldur sabbat, skal vera tykkum til føði – tær sjálvum, tænara tínum, arbeiðskonu tíni, hinum daglønta arbeiðsmanni tínum og teimum fremmandu, ið halda til hjá tær;
Triðja Mósebók 25:7 Triðja Mósebók
og fæ títt og tey villu dýrini í landi tínum skulu eisini eta av allari grøðini, ið har veksur.
Triðja Mósebók 25:13 Triðja Mósebók
Fagnaðarárið skal ein og hvør tykkara koma aftur á ogn sína.
Triðja Mósebók 25:14 Triðja Mósebók
Táið tú selur næsta tínum okkurt ella keypir okkurt frá honum, mugu tit ikki gera hvør øðrum órætt.
Triðja Mósebók 25:15 Triðja Mósebók
Táið tú keypir okkurt frá næsta tínum, skal verða roknað eftir árunum síðani seinasta fagnaðarár; eftir talinum á árunum, ið eftir eru at heysta í, skal hann selja tær.
Triðja Mósebók 25:16 Triðja Mósebók
Tess fleiri ár ið eftir eru, tess hægri skalt tú seta virðið, og tess færri ár ið eftir eru, tess lægri skalt tú seta virðið; tí tað, ið hann selur tær, eru grøðirnar, so mangar sum tær nú eru.
Triðja Mósebók 25:17 Triðja Mósebók
– Eingin av tykkum má gera næsta sínum órætt; tú skalt óttast Gud tín. – Eg eri HARRIN Gud tykkara!
Triðja Mósebók 25:18 Triðja Mósebók
Tit skulu halda lógir Mínar og akta eftir boðum Mínum og halda tey; so skulu tit búgva trygg í landinum.
Triðja Mósebók 25:19 Triðja Mósebók
Og landið skal geva frukt sína, og tit skulu eta og verða mett og búgva trygg har.
Triðja Mósebók 25:20 Triðja Mósebók
Men siga tit nú: „Hvat skulu vit eta sjeynda árið, táið vit hvørki sáa ella fáa grøði okkara í hús!“
Triðja Mósebók 25:21 Triðja Mósebók
– so skulu tit vita, at Eg skal senda signing Mína yvir tykkum sætta árið, so tað gevur grøði fyri trý ár.
Triðja Mósebók 25:22 Triðja Mósebók
Áttanda árið skulu tit sáa – men eta við sama lagi av hini gomlu grøðini; líka til grøðin av níggjunda árinum kemur, skulu tit eta gamalt korn.
Triðja Mósebók 25:23 Triðja Mósebók
Jørðina í landinum mugu tit ikki selja við alla; tí landið er Mítt, tit eru bert fremmandir og gestir hjá Mær.
Triðja Mósebók 25:24 Triðja Mósebók
Í øllum landinum, ið tit fáa í ogn, skulu tit geva loyvi til, at jørðin kann verða loyst.
Triðja Mósebók 25:25 Triðja Mósebók
Táið bróðir tín kemur í armóð og noyðist at selja nakað av ogn síni, skal loysari hansara, næsti skyldmaður hansara, koma og loysa tað, ið bróðirin hevur selt.
Triðja Mósebók 25:26 Triðja Mósebók
Hevur ein nú ongan loysara, men fær ráð til tað sjálvur og kemur at eiga tað, ið krevur til at loysa tað,
Triðja Mósebók 25:27 Triðja Mósebók
so skal hann rokna eftir, hvussu mong ár ið eru gingin, síðani hann seldi, og bert gjalda manninum, ið keypti tað, fyri tíðina, ið eftir er; tá verður ognin hansara aftur.
Triðja Mósebók 25:28 Triðja Mósebók
Men hevur hann ikki nóg mikið at gjalda honum við, so skal tað, ið hann hevur selt, vera ogn hansara, sum keypti tað, líka til fagnaðarárið; men fagnaðarárið skal tað verða latið fyri einki og koma undir hin gamla ánaran aftur.
Triðja Mósebók 25:29 Triðja Mósebók
Táið ein selur sethús í staði við múrum rundanum, skal rættur hansara at loysa tað galda, eitt heilt ár frá tí hann seldi; eitt ár geldur rættur hansara at loysa tað.
Triðja Mósebók 25:30 Triðja Mósebók
Men er tað ikki loyst, áðrenn eitt heilt ár er gingið, so skal húsið – um tað nú er í staði við múrum rundanum – við alla verða ogn hansara, ið keypti tað, hansara og eftirkomara hansara; tað skal ikki latast fyri einki fagnaðarárið.
Triðja Mósebók 25:31 Triðja Mósebók
Men húsini í bygdum við ongum múrum rundanum, tey skulu verða roknað upp í jørðina í landinum; tey skulu kunna loysast, og fagnaðarárið skulu tey verða latin fyri einki.
Triðja Mósebók 25:32 Triðja Mósebók
Men viðvíkjandi húsunum í býum, sum Levitarnir eiga, tá skal rætturin at loysa tey ongantíð falla burtur.
Triðja Mósebók 25:33 Triðja Mósebók
Um ein av Levitunum ikki loysir hús, ið hann hevur selt, so skal tað verða latið fyri einki fagnaðarárið – um so er at húsið er í býi, sum teir eiga; tí húsini í býum Levitanna eru ogn teirra millum Ísraelsmenn.
Triðja Mósebók 25:34 Triðja Mósebók
Heldur ikki má jørðin, ið hoyrir til býir teirra, seljast; tí hon er æviga ogn teirra.
Triðja Mósebók 25:35 Triðja Mósebók
Táið bróðir tín kemur í armóð og er ikki mentur at bjarga sær longur, skalt tú styðja hann; sum fremmandur og innfluttur skal hann liva hjá tær.
Triðja Mósebók 25:36 Triðja Mósebók
Tú mást ikki taka rentu ella yvirmál frá honum; nei, tú skalt óttast Gud tín og lata bróður tín liva hjá tær.
Triðja Mósebók 25:37 Triðja Mósebók
Tú mást ikki læna honum pening móti rentu ella lata hann fáa av mati tínum móti yvirmáli.
Triðja Mósebók 25:38 Triðja Mósebók
– Eg eri HARRIN Gud tykkara, sum leiddi tykkum út av Egyptalandi, til at geva tykkum Kána’ansland og vera Gud tykkara.
Triðja Mósebók 25:39 Triðja Mósebók
Táið bróðir tín kemur í armóð og noyðist at selja tær seg sjálvan, mást tú ikki lata hann tæna hjá tær, sum trælur tænir.