tvørskapur / trotni
75 versir um "tvørskapur / trotni"
Versir
Síða 2 av 2Esaias 1:9 Esaias
Hevði ikki HARRIN Gud herskaranna unt okkum lítla leivd, so høvdu vit verið sum Sodoma, líkst Gomorra.
Esaias 1:10 Esaias
Hoyrið orð HARRANS, sodomahøvdingar tykkara! Lurta eftir opinbering Guds okkara, gomorrafólk títt!
Esaias 1:11 Esaias
Hvat skal Eg gera við hesi mongu sláturoffur tykkara! sigur HARRIN; Mær leiðist við veðrabrennioffur og gøðingarkálvafiti, Eg skoyti ikki um blóð tarva, lamba og bukka.
Esaias 1:12 Esaias
Táið tit koma at stíga fram fyri ásjón Mína, hvør hevur tá biðið tykkum lata forgarðar Mínar traðka niður!
Esaias 1:13 Esaias
Komið ikki uppaftur við tómum matofri – tað er Mær andstyggiligt roykilsi! Sólkomudagar, sabbatar, hátíðarstevnur – Eg vil ikki vita av høgtíð og órætti saman!
Esaias 1:14 Esaias
Sólkomudagar og høgtíðir tykkara hatar sál Mín; tey eru vorðin Mær byrði, ið Eg ikki eri mentur at bera.
Esaias 1:15 Esaias
Hvussu nógv tit so rætta út hendurnar, lati Eg eyguni aftur fyri tykkum; hvussu nógv tit so biðja, hoyri Eg ikki – tí hendur tykkara eru fullar av blóði!
Esaias 1:16 Esaias
Tváið tykkum, reinsið tykkum! Gevið uppat við ónda atburði tykkara fyri eygum Mínum, leggið av at gera ilt!
Esaias 1:17 Esaias
Lærið at gera gott, leggið tykkum eftir tí, ið beint er, hjálpið hinum kúgaðu, fáið hinum faðirleysa rætt, flytið mál einkjunnar!
Esaias 1:18 Esaias
Komið, latið okkum tala saman um rætt! sigur HARRIN; um so syndir tykkara eru sum skarlak, skulu tær verða hvítar sum kavi; um tær so eru reyðar sum purpur, skulu tær verða sum hvít ull.
Esaias 1:19 Esaias
Eru tit lagalig og lýðin, skulu tit eta hitt góða í landinum;
Esaias 1:20 Esaias
men eru tit ólagalig og ólýðin, skulu tit verða etin upp av svørði – tí muður HARRANS hevur talað!
Esaias 1:21 Esaias
– At hon skuldi enda sum skøkja, hin trúfasta borg! Einaferð so full av rætti, rættferðarheim, og nú – manndráparar!
Esaias 1:22 Esaias
Silvur títt er vorðið ilska, vín títt er blandað við vatn;
Esaias 1:23 Esaias
stýrismenn tínir eru fráfalnir og vinir tjóva; allir elska teir gávur og liggja eftir mutri; ikki hjálpa teir hinum faðirleysa at fáa rætt, og ikki taka teir sær av málevni einkjunnar.
Esaias 1:24 Esaias
Tí sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna, hin veldigi Ísraels: Vei! Eg skal svala vreiði Míni á mótstøðumonnum Mínum og hevna Meg á fíggindar Mínar!
Esaias 1:25 Esaias
Eg skal venda hond Míni móti tær, reinsa ilskuna úr tær í ovninum og skilja frá alt blýggið.
Esaias 1:26 Esaias
Eg skal aftur geva tær slíkar dómarar sum í forðum og slíkar ráðharrar, sum tú einaferð átti, og so skalt tú eita Rættferðarstaður, Trúfestibýur.
Esaias 1:27 Esaias
Við rætti skal Zion verða endurloyst, og við rættferð tey, sum umvenda seg har.
Esaias 1:28 Esaias
Men undirgangur skal ráma allar illgerðarmenn og syndarar; tey, sum venda sær frá HARRANUM, skulu ganga til grundar.
Esaias 1:29 Esaias
Ja, skomm skulu tit fáa av eikitrøunum, ið tit elska; til skammar skulu tit verða av urtagørðunum, ið vóru tykkum so kærir.
Esaias 1:30 Esaias
Tí tit skulu verða sum eik við følnaðum bløðum og sum vatnleysur urtagarður.
Esaias 1:31 Esaias
Hin sterki skal verða til hálm, og verk hansara til neista; tey skulu brenna tilsamans bæði, og eingin skal sløkkja.
Esaias 48:4 Esaias
Av tí at Eg visti, at tú ert harður, at hálsur tín er jarnsina, og panna tín av kopari,
Ápostlasøgan 7:51 Ápostlasøgan
Hørðu hálsar tykkara við óumskornum hjørtum og oyrum! Tit standa altíð Heilaga Andanum ímóti; so gjørdu fedrar tykkara, og so gera tit!