tvørar kvinnur

40 versir um "tvørar kvinnur"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 31:10 Orðtøkini

Dugnaliga konu – hvør finnur hana? Mangan meir enn perlur er hon verd!

9
Orðtøkini 31:11 Orðtøkini

Hjarta mans hennara lítur á hana, og vinningur trýtur ikki.

9
Orðtøkini 31:12 Orðtøkini

Hon ger honum gott og einki ilt allar ævidagar sínar.

9
Orðtøkini 31:13 Orðtøkini

Hon sær til at fáa ull og lín, og hendur hennara arbeiða hugaliga.

9
Orðtøkini 31:14 Orðtøkini

Hon er sum skip keypmansins: Langa leið fer hon eftir breyði sínum.

9
Orðtøkini 31:15 Orðtøkini

Hon fer upp fyri lýsing og gevur húsfólki sínum mat og gentum sínum setning fyri dagin.

9
Orðtøkini 31:16 Orðtøkini

Hon hevur í huga at fáa nakað av jørð – og fær hana; hon plantar víngarð fyri tað, ið hon hevur vunnið við hondum sínum.

9
Orðtøkini 31:17 Orðtøkini

Kraft bindur hon sær sum belti um lendarnar og ger armar sínar sterkar.

9
Orðtøkini 31:18 Orðtøkini

Hon sær, at húshald hennara gongur væl; lampa hennara sløknar ikki um náttina.

9
Orðtøkini 31:19 Orðtøkini

Hon rættir út hendurnar eftir rokkinum, fingrar hennara taka um snælduna.

9
Orðtøkini 31:20 Orðtøkini

Hon rættir hinum neyðstadda hondina, rættir út armarnar móti hinum fátæka.

9
Orðtøkini 31:21 Orðtøkini

Hon er ikki rædd um hús sítt, um so kavi er; tí alt hús hennara er klætt í skarlak.

9
Orðtøkini 31:22 Orðtøkini

Teppi ger hon sær; fínt lín og purpur er klædningur hennara.

9
Orðtøkini 31:23 Orðtøkini

Maður hennara er kendur í býportrunum, táið hann situr saman við hinum elstu í landinum.

9
Orðtøkini 31:24 Orðtøkini

Línskjúrtur ger hon og selur tær, og belti letur hon til keypmannin.

9
Orðtøkini 31:25 Orðtøkini

Klædd í styrki og heiður gongur hon við smíli hini komandi tíð ímóti.

9
Orðtøkini 31:26 Orðtøkini

Hon letur upp munnin við vísdómi, og kærleiksáminning er á tungu hennara.

9
Orðtøkini 31:27 Orðtøkini

Hon hevur eyga við, hvussu gongur í húsi hennara, og letibreyð etur hon ikki.

9
Orðtøkini 31:28 Orðtøkini

Synir hennara stíga fram og prísa hana lukkuliga; maður hennara reisist og rósar henni:

9
Orðtøkini 31:29 Orðtøkini

„Mangar dugnaligar kvinnur eru, men eingin er móti tær!“

9
Orðtøkini 31:30 Orðtøkini

Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst.

9
Orðtøkini 31:31 Orðtøkini

Lat hana fáa ávøkst handa hennara, og verk hennara skulu prísa henni í býportrunum!

9
Efesusbrævið 5:22 Efesusbrævið

Tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar – sum Harranum!

9
Efesusbrævið 5:24 Efesusbrævið

Ja, eins og samkoman er Kristusi undirgivin, skulu eisini konurnar í øllum vera monnum sínum undirgivnar.

6
Fyrra Sámuelsbók 15:23 Fyrra Sámuelsbók

Tí ikki at vilja akta, tað er gandasynd, og at vera sjálvráðin er at dýrka avgudar og hava húsgudar! Aftur fyri at tú hevur vrakað orð HARRANS, hevur Hann vrakað teg – tú skalt ikki verða verandi kongur!“

4
Ester 1:9 Ester

Samstundis helt Vasti drotning veitslu fyri kvinnunum í kongaborg Ahasverusar kongs.

4
Ester 1:10 Ester

Sjeynda dagin – kongurin var tá í góðum lagi av víni – segði hann við Mehuman, Bizta, Harbona, Bigta, Abagta, Zetar og Karkas, teir sjey hirðmenninar, ið tæntu hjá Ahasverusi kongi,

4
Ester 1:11 Ester

at teir skuldu leiða Vasti drotning fram fyri kongin, við kongligari krúnu á høvdinum, so hann kundi vísa fólkunum og høvdingunum vakurleika hennara – tí hon var ógvuliga vøkur.

4
Ester 1:12 Ester

Men Vasti drotning noktaði at koma eftir boði kongsins, sum hirðmenninir bóru henni. Tá kom ógvuliga ilt í kongin – vreiði hansara tendraðist.

4
Ester 1:13 Ester

Og kongurin spurdi vísmenninar, sum skil høvdu á tíðunum – soleiðis vórðu orð kongsins løgd fram fyri allar teir, sum kønir vóru í lóg og rætti;

4
Ester 1:14 Ester

og teir, ið næstir stóðu honum, vóru Karsena, Setar, Admata, Tarsis, Meres, Marsena og Memukan, hinir sjey persisku og medisku høvdingarnir, ið sóu andlit kongsins og høvdu hægstu sætini í ríkinum:

4
Ester 1:15 Ester

„Hvat eigur eftir lógini at verða gjørt við Vasti drotning, aftur fyri at hon hevur ikki gjørt, sum Ahasverus kongur við hirðmonnunum gav henni boð um?“

4
Ester 1:16 Ester

Tá tók Memukan til orða, so kongurin og høvdingarnir hoyrdu: „Vasti drotning hevur misbrotið seg, ikki bert móti konginum, men móti øllum høvdingunum og øllum fólkunum í øllum londum Ahasverusar.

4
Ester 1:17 Ester

Tí tað fer at spyrjast millum allar kvinnurnar, hvussu drotningin hevur borið seg at, og hetta fer at fáa tær at vanvirða menn sínar; tær fara at siga: „Ahasverus kongur beyð, at Vasti drotning skuldi verða leidd fram fyri hann, men hon kom ikki!“

4
Ester 1:18 Ester

Ja, longu í dag fara høvdingafrúurnar í Persia og Media, táið tær fáa at frætta, hvussu drotningin hevur borið seg at, at svara øllum høvdingum kongsins á sama hátt – og so fer ikki at tvørra vanvirðing og vreiði!

4
Ester 1:19 Ester

Um tað tí líkar konginum, so lat kongligt boð ganga út – og lat tað verða uppskrivað millum lógir Persara og Medara, so tað ikki stendur til at vika! – at Vasti aldri uppaftur skal koma fyri eygu Ahasverusar kongs! Og kongligu tign hennara gevi kongurin eini aðrari kvinnu, sum er betri enn hon!

4
Ester 1:20 Ester

Táið tá hetta boð, ið kongurin letur ganga út, verður kent um alt ríki hansara – tí tað er stórt – fara allar kvinnur, bæði høgar og lágar, at vísa monnum sínum virðing.“

4
Ester 1:21 Ester

Hesi orð dámdi konginum og høvdingunum væl, og kongurin gjørdi, sum Memukan hevði sagt.

4
Ester 1:22 Ester

Hann sendi brøv til øll lond kongsins – til hvønn landspart í hansara egnu skrift og til hvørja tjóð á hennara egna tungumáli – at hvør maður skuldi vera harri í húsi sínum og tala mál fólks síns.

4
Opinberingin 1:1 Opinberingin

Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,

3