tvíkynd
182 versir um "tvíkynd"
Versir
Síða 4 av 4Efesusbrævið 6:6 Efesusbrævið
ikki við eygnatænastu sum tey, ið vilja vera menniskjum til vildar, men sum tænarar Kristusar, so tit av hjarta gera vilja Guds
Efesusbrævið 6:7 Efesusbrævið
og tæna av góðum huga, eins og tit høvdu tænt Harranum og ikki menniskjum!
Efesusbrævið 6:8 Efesusbrævið
Tit vita jú, at hitt góða, ið ein og hvør ger, skal hann fáa aftur frá Harranum, veri hann nú trælur ella frælsur!
Efesusbrævið 6:9 Efesusbrævið
Og tit harrar! Gerið á sama hátt við teir og latið vera at hótta! Tit vita jú, at Harri bæði teirra og tykkara er í Himlunum, og hjá Honum er ikki mannamunur.
Efesusbrævið 6:10 Efesusbrævið
Og síðani: Verðið sterk í Harranum og í kraft veldis Hansara!
Efesusbrævið 6:11 Efesusbrævið
Latið tykkum í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at standa tykkum móti svikaálopum Djevulsins!
Efesusbrævið 6:12 Efesusbrævið
Tí hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við tignirnar og veldini, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum.
Jákupsbrævið 4:6 Jákupsbrævið
Tí sigur skriftin: „Gud stendur hinum stoltu ímóti, men gevur hinum eyðmjúku náði.“
Jákupsbrævið 4:7 Jákupsbrævið
Verið tí Gudi undirgivin! Men standið Djevulinum ímóti, so skal hann flýggja frá tykkum!
Jákupsbrævið 4:9 Jákupsbrævið
Kennið neyð tykkara, syrgið og grátið! Látur tykkara vendist í sorg, og verðið tung í staðin fyri glað!
Jákupsbrævið 4:10 Jákupsbrævið
Eyðmýkið tykkum fyri Harranum, so skal Hann seta tykkum høgt!
Jákupsbrævið 4:11 Jákupsbrævið
Baktalið ikki hvør annan, brøður! Tann, ið baktalar bróður sín ella dømir bróður sín, baktalar lógina og dømir lógina. Og dømir tú lógina, so ert tú ikki gerari lógarinnar, men dómari hennara.
Jákupsbrævið 4:12 Jákupsbrævið
Ein er lóggevarin og dómarin, Hann, sum er mentur at frelsa og oyða; men tú, hvør ert tú, ið dømir næsta tín!
Fyrra Pætursbrævið 4:1 Fyrra Pætursbrævið
Táið nú Kristus hevur liðið í holdinum, skulu eisini tit vápna tykkum við sama sinnalagi – tí tann, sum liðið hevur í holdinum, hevur einki at gera við synd longur –
Fyrra Pætursbrævið 4:2 Fyrra Pætursbrævið
so tit liva, ta tíð tit hava eftir í holdinum, ikki eftir menniskjalystum, men eftir vilja Guds.
Fyrra Pætursbrævið 4:3 Fyrra Pætursbrævið
Tað er nóg mikið, at tit tíðina, ið farin er, hava gjørt vilja heidninganna – livað í siðloysi, girndum, fyllskapi, svirri, drykkjuskapi og skammiligari avgudadýrkan;
Fyrra Pætursbrævið 4:4 Fyrra Pætursbrævið
tey undrast tí og spotta, táið tit ikki renna við út í sama skammloysisdíki;
Fyrra Pætursbrævið 4:5 Fyrra Pætursbrævið
men tey skulu gera Honum roknskap, sum er til reiðar at døma livandi og deyð.
Fyrra Pætursbrævið 4:6 Fyrra Pætursbrævið
Tí varð evangeliið kunngjørt deyðum við, fyri at tey víst skuldu vera dømd sum menniskju í holdinum, men liva sum Gud í andanum.
Fyrra Pætursbrævið 4:7 Fyrra Pætursbrævið
Men endi als er nær; verið tí árvakin og edrú til bønir!
Fyrra Pætursbrævið 4:8 Fyrra Pætursbrævið
Og havið fram um alt brennandi kærleika hvørt til annað, tí kærleikin fjalir fjøld synda!
Fyrra Pætursbrævið 4:9 Fyrra Pætursbrævið
Verið gestablíð hvørt við annað uttan at meinskast!
Fyrra Pætursbrævið 4:10 Fyrra Pætursbrævið
Eftir sum ein og hvør hevur fingið náðigávu, tænið soleiðis hvør øðrum við henni sum góðir húshaldarar yvir margfaldu náði Guds!
Fyrra Pætursbrævið 4:11 Fyrra Pætursbrævið
Talar onkur, so tali hann sum orð Guds! Hevur onkur tænastu, so tæni hann, eftir sum Gud gevur honum kraft til tað, so Gud kann verða ærdur í øllum við Jesusi Kristi, sum eigur dýrd og mátt í aldur og allar ævir! Amen.
Fyrra Pætursbrævið 4:12 Fyrra Pætursbrævið
Tit elskaðu! Undrist ikki á eldin, ið komin er yvir tykkum til at royna tykkum – sum tað var nakað undarligt, ið hendi tykkum!
Fyrra Pætursbrævið 4:13 Fyrra Pætursbrævið
Nei, tess meiri lut tit hava í líðingum Kristusar, tess meiri skulu tit gleða tykkum – so tit eisini kunnu gleðast og fegnast í opinbering dýrdar Hansara.
Fyrra Pætursbrævið 4:14 Fyrra Pætursbrævið
Verða tit háðað fyri navn Kristusar, eru tit sæl; Andi dýrdarinnar og Guds hvílir yvir tykkum.
Fyrra Pætursbrævið 4:15 Fyrra Pætursbrævið
Eingin av tykkum má líða sum manndrápari, tjóvur, illgerðarmaður ella sum tann, ið leggur seg út í viðurskifti annara.
Fyrra Pætursbrævið 4:16 Fyrra Pætursbrævið
Men líður hann sum kristin, skal hann ikki skammast, men prísa Gudi fyri hetta navn.
Fyrra Pætursbrævið 4:17 Fyrra Pætursbrævið
Tíðin er jú komin nú, táið dómurin skal byrja – við húsi Guds; og byrjar hann við okkum, hvat verður tá endi teirra, sum eru evangelii Guds ólýðin!
Fyrra Pætursbrævið 4:18 Fyrra Pætursbrævið
Er einki út at geva, at hin rættvísi verður frelstur, hvussu skal tá gangast hinum gudleysa og syndaranum!
Fyrra Pætursbrævið 4:19 Fyrra Pætursbrævið
Tí skulu tey, sum eftir vilja Guds líða, geva hinum trúfasta skapara upp sálir sínar – og gera hitt góða.