túsund ár
98 versir um "túsund ár"
Versir
Síða 2 av 2Sálmarnir 92:2 Sálmarnir
Tað er gott at takka HARRANUM, syngja navni Tínum lov, Tú hin Hægsti,
Sálmarnir 92:3 Sálmarnir
um morgunin kunngera náði Tína, um náttina trúfesti Tína,
Sálmarnir 92:4 Sálmarnir
við tíggjustreingjaðum sitara og við hørpu, við streingjaleiki á sitara.
Sálmarnir 92:5 Sálmarnir
Tí Tú hevur glett meg við verki Tínum, HARRI, eg rópi av gleði um tað, ið hendur Tínar hava gjørt.
Sálmarnir 92:6 Sálmarnir
Hvussu stór eru ikki verk Tíni, HARRI! Sára djúpar eru hugsanir Tínar!
Sálmarnir 92:7 Sálmarnir
Skilaleysur maður fatar tað ikki, dárin skilir ikki slíkt.
Sálmarnir 92:8 Sálmarnir
Táið gudleys grógva sum grasið, og øll tey, ið gera órætt, blóma, so er tað bert til at verða oydd við alla.
Sálmarnir 92:9 Sálmarnir
– Men Tú ert høgur til ævigar tíðir, HARRI!
Sálmarnir 92:10 Sálmarnir
Tí fíggindar Tínir, HARRI, ja, fíggindar Tínir, teir ganga til grundar; øll, ið gera órætt, verða sundurspjadd.
Sálmarnir 92:11 Sálmarnir
Tú lyftir horn mítt sum horn villtarvsins, Tú hellir feska olju út yvir meg.
Sálmarnir 92:12 Sálmarnir
Og eyga mítt hyggur við frøi á fíggindar mínar, oyra mítt hoyrir við gleði um hinar óndu, ið reisa seg móti mær.
Sálmarnir 92:13 Sálmarnir
Hin rættvísi grør sum pálmin, hann veksur sum sedristræið á Libanon;
Sálmarnir 92:14 Sálmarnir
tey eru plantað í húsi HARRANS, grógva í forgørðum Guds okkara;
Sálmarnir 92:15 Sálmarnir
enntá gráhærd bera tey ávøkst, tey eru sevjurík og grøn,
Sálmarnir 92:16 Sálmarnir
til at vitna, at HARRIN er rættvísur, Hann, klettur mín, Hann, sum eingin órættur er hjá.
Sálmarnir 93:1 Sálmarnir
HARRIN hevur víst, at Hann er kongur, Hann hevur latið Seg í dýrd, gyrt Seg við styrki; tí stendur jarðarríki fast, tað vikast ikki.
Sálmarnir 93:2 Sálmarnir
Fast er hásæti Títt frá forðum; frá ævunum ert Tú.
Sálmarnir 93:3 Sálmarnir
Streymarnir lótu hoyrast, HARRI, streymarnir lótu hoyrast rødd sína, streymarnir lótu hoyrast dun sítt.
Sálmarnir 93:4 Sálmarnir
Men veldigur er HARRIN á hæddini, meir enn dunið av hinum stóru, hinum veldigu vøtnum, meir enn havsbrotini.
Sálmarnir 93:5 Sálmarnir
Vitnisburðir Tínir eru fult álítandi – heilagleiki sømir húsi Tínum, HARRI, so leingi sum dagarnir vara.
Sálmarnir 94:1 Sálmarnir
Tú Hevndargud, HARRI, Tú Hevndargud, stíg fram í dýrd!
Sálmarnir 94:2 Sálmarnir
Reis Teg, Tú dómari jarðar, lat hini hugmóðigu fáa aftur tað, ið tey hava gjørt!
Sálmarnir 94:3 Sálmarnir
Hvussu leingi skulu gudleys, HARRI, hvussu leingi skulu gudleys frøa seg?
Sálmarnir 94:4 Sálmarnir
Tey goysa frek orð úr sær, tey fetta sær, øll, ið gera órætt.
Sálmarnir 94:5 Sálmarnir
Fólk Títt, HARRI, kúga tey, og arv Tín plága tey;
Sálmarnir 94:6 Sálmarnir
einkjuna og hin fremmanda drepa tey, faðirleys myrða tey.
Sálmarnir 94:7 Sálmarnir
Og tey siga: „HARRIN sær ikki, Gud Jákups aktar ikki eftir tí!“
Sálmarnir 94:8 Sálmarnir
Skiljið tó, tit býttlingar millum fólkið! Og tit dárar, nær fara tit at verða klókir?
Sálmarnir 94:9 Sálmarnir
Hann, ið plantaði oyrað, man Hann ikki hoyra! Hann, ið skapti eygað, man Hann ikki síggja!
Sálmarnir 94:10 Sálmarnir
Hann, ið tyktar heidningarnar, man Hann ikki straffa, Hann, sum gevur menniskjunum vit!
Sálmarnir 94:11 Sálmarnir
– HARRIN kennir tankar menniskjanna, Hann veit, at teir eru fáfongd.
Sálmarnir 94:12 Sálmarnir
Sælur er tann maður, ið Tú, HARRI, revsar og gevur lærdóm av lóg Tíni,
Sálmarnir 94:13 Sálmarnir
fyri at geva honum frið fyri óndum døgum, inntil grøv verður grivin hinum gudleysa.
Sálmarnir 94:14 Sálmarnir
Tí HARRIN vrakar ikki fólk Sítt og svíkur ikki arv Sín.
Sálmarnir 94:15 Sálmarnir
Nei, hin rættvísi fær rætt sín aftur, hvør sannhjartaður hevur framtíð.
Sálmarnir 94:16 Sálmarnir
Hvør reisir seg at verja meg móti hinum óndu? Hvør hjálpir mær móti teimum, ið gera órætt?
Sálmarnir 94:17 Sálmarnir
– Var ikki HARRIN hjálp mín, so búði skjótt sál mín í deyðatøgn!
Sálmarnir 94:18 Sálmarnir
Táið eg hugsaði: „Nú ekur fótur mín!“ – tá styðjaði náði Tín meg, HARRI!
Sálmarnir 94:19 Sálmarnir
Táið hjarta mítt var fult av óttafullum hugsanum, lívgaði troyst Tín sál mína.
Sálmarnir 94:20 Sálmarnir
Manst Tú standa í sáttmála við dómstól spillunnar, har sum teir skapa órætt undir eiti av rætti!
Sálmarnir 94:21 Sálmarnir
Í flokkum taka teir seg saman móti sál hins rættvísa, og teir dómfella sakleyst blóð.
Sálmarnir 94:22 Sálmarnir
Men HARRIN verður mær borg, Gud mín verður mær skýlisklettur;
Sálmarnir 94:23 Sálmarnir
Hann letur órætt teirra koma aftur yvir teir, forkemur teimum fyri óndskap teirra, ja, HARRIN Gud okkara forkemur teimum!
Fyrra Pætursbrævið 3:2 Fyrra Pætursbrævið
táið teir síggja reina atburð tykkara í ótta!
Fyrra Pætursbrævið 3:8 Fyrra Pætursbrævið
Og seinast: Verið øll samsint, samlíðandi, elskið brøðurnar, verið miskunnsom, eyðmjúk!
Seinna Pætursbrævið 3:9 Seinna Pætursbrævið
Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.
Seinna Pætursbrævið 3:10 Seinna Pætursbrævið
Men dagur Harrans skal koma – sum tjóvur; tá skulu himlarnir forganga í hørðum duna, frumevnini loysast sundur í brennandi hita, og jørðin og alt, ið henni er á, brenna upp.
Opinberingin 1:1 Opinberingin
Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,