túsund ár
98 versir um "túsund ár"
Versir
Síða 1 av 2Seinna Pætursbrævið 3:8 Seinna Pætursbrævið
Men hesum eina mugu tit ikki vera blind fyri, tit elskaðu, at ein dagur er Harranum sum túsund ár, og túsund ár sum ein dagur.
Opinberingin 20:6 Opinberingin
Sælur og heilagur er tann, sum hevur lut í fyrru uppreisnini! Yvir teimum hevur hin annar deyðin einki vald; nei, tey skulu vera prestar Guds og Kristusar og vera kongar við Honum 1000 ár.
Opinberingin 20:4 Opinberingin
Eg sá hásæti, og teir settust í tey; og teimum varð givið vald at halda dóm. Eg sá sálir teirra, sum hálshøgd vóru fyri Jesu vitnisburðar og fyri orðs Guds skuld, og tey, sum ikki høvdu tilbiðið dýrið ella mynd tess og ikki høvdu tikið merkið á pannuna ella á hondina; tey vórðu livandi og gjørdust kongar við Kristusi 1000 ár.
Sálmarnir 90:4 Sálmarnir
Tí túsund ár eru í eygum Tínum sum dagurin í gjár, hann, sum svann, ja, tey eru sum náttarvøka.
Opinberingin 20:1 Opinberingin
Eg sá nú eingil koma niður av himli; hann hevði í hondini lykil avgrundarinnar og stóra leinkju.
Opinberingin 20:2 Opinberingin
Hann tók drekan, hin gamla ormin, sum er Djevulin og Satan, bant hann fyri 1000 ár
Opinberingin 20:3 Opinberingin
og kastaði hann í avgrundina og læsti og innsiglaði yvir honum, fyri at hann skuldi ikki longur villleiða tjóðirnar – fyrrenn hini 1000 árini vóru á enda; eftir tað skal hann verða loystur stutta tíð.
Opinberingin 20:5 Opinberingin
– Hini av teimum deyðu vórðu ikki livandi, fyrrenn hini 1000 árini vóru á enda. – Hetta er fyrra uppreisnin.
Opinberingin 20:7 Opinberingin
Táið hini 1000 árini eru á enda, skal Satan verða loystur úr fangahúsi sínum.
Opinberingin 20:8 Opinberingin
Og hann skal fara út at villleiða fólkasløgini, sum eru við hini fýra horn jarðarinnar – Gog og Magog – og savna tey til bardaga; tal teirra er sum sjóvarsandur.
Opinberingin 20:9 Opinberingin
Teir komu eftir jørðini, so víð sum hon var, og kringsettu tilhald hinna heilagra og hin elskaða stað. – Men eldur fall niður av himli og oyddi teir.
Opinberingin 20:10 Opinberingin
Og Djevulin, sum villleiddi tey, varð kastaður í sjógvin við eldi og svávuli – sum eisini dýrið og lygiprofeturin vóru í; tey skulu verða pínd dag og nátt í aldur og allar ævir.
Opinberingin 20:11 Opinberingin
Eg sá nú stórt, hvítt hásæti og Hann, sum í tí sat; fyri ásjón Hansara flýddu jørð og himmal, og stað var ikki funnið teimum.
Opinberingin 20:12 Opinberingin
Og eg sá hini deyðu, stór og smá, standa fyri hásætinum. Bøkur vórðu latnar upp; og onnur bók varð latin upp, tað var bók lívsins. Hini deyðu vórðu dømd eftir tí, sum skrivað var í bókunum, eftir verkum sínum.
Opinberingin 20:13 Opinberingin
Havið gav aftur hini deyðu, sum í tí vóru; og deyðin og deyðaríkið góvu aftur hini deyðu, sum í teimum vóru. Tey vórðu dømd, hvørt eftir verkum sínum.
Opinberingin 20:14 Opinberingin
Deyðin og deyðaríkið vórðu kastað í eldsjógvin; hetta er hin annar deyðin – eldsjógvurin.
Opinberingin 20:15 Opinberingin
Um onkur ikki fanst skrivaður í bók lívsins, varð hann kastaður í eldsjógvin.
Sálmarnir 90:1 Sálmarnir
Bøn. Eftir gudsmannin Móses. HARRI, Tú hevur verið bústaður okkara mann eftir mann!
Sálmarnir 90:2 Sálmarnir
Áðrenn fjøllini vórðu til, og Tú skapti jørðina og jarðarríki, ja, frá ævunum til ævirnar ert Tú, Gud!
Sálmarnir 90:3 Sálmarnir
Menniskjað gert Tú aftur til dust; Tú sigur: „Vendið við aftur, tit menniskjabørn!“
Sálmarnir 90:5 Sálmarnir
Tú skolar tey burt, tey verða sum svøvnur. Um morgunin líkjast tey grasinum, ið grør;
Sálmarnir 90:6 Sálmarnir
um morgunin blómar tað og grør, um kvøldið er tað følnað og turt.
Sálmarnir 90:7 Sálmarnir
Tí við vreiði Tíni svinna vit burtur, og við bræði Tíni verða vit rykt burtur við ræðslu.
Sálmarnir 90:8 Sálmarnir
Misgerðir okkara hevur Tú sett Tær fyri eyga, duldu synd okkara í ljós andlits Tíns.
Sálmarnir 90:9 Sálmarnir
Tí allir dagar okkara svinna burt í vreiði Tíni; vit hava livað ár okkara at enda sum eitt suff.
Sálmarnir 90:10 Sálmarnir
Lív okkara varir 70 ár – ella 80 ár, táið styrkin er nógv; og táið tað er frægast, er tað møði og fáfongd; tí skjótt er tað yvirstaðið, vit flúgva avstað.
Sálmarnir 90:11 Sálmarnir
Hvør kennir styrki vreiði Tínar, og bræði Tína, soleiðis sum ein eigur at óttast Teg!
Sálmarnir 90:12 Sálmarnir
At telja dagar okkara – lær Tú okkum tað, so vit kunnu fáa vísdóm í hjartað!
Sálmarnir 90:13 Sálmarnir
Vend við, HARRI! Hvussu leingi? Tykst synd í tænarum Tínum!
Sálmarnir 90:14 Sálmarnir
Metta okkum, táið morgunin kemur, við náði Tíni! So skulu vit fegnast og vera glað allar dagar okkara!
Sálmarnir 90:15 Sálmarnir
Gleð okkum, so mangar dagar sum Tú hevur eyðmýkt okkum, so mong ár sum vit hava liðið ilt!
Sálmarnir 90:16 Sálmarnir
Lat verk Títt opinberast tænarum Tínum og dýrd Tína yvir børnum teirra!
Sálmarnir 90:17 Sálmarnir
Og lívsæla HARRANS Guds okkara veri yvir okkum! Og frem Tú okkum handaverk okkara, ja, handaverk okkara, tey fremji Tú!
Sálmarnir 91:1 Sálmarnir
Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda,
Sálmarnir 91:2 Sálmarnir
sigur við HARRAN: „Skjól mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á!“
Sálmarnir 91:3 Sálmarnir
Tí Hann bjargar tær úr snerru fuglamansins, undan oyðandi pest;
Sálmarnir 91:4 Sálmarnir
við fjøðrum Sínum skýlir Hann tær, undir veingjum Hansara finnur tú lívd, trúfesti Hansara er skjøldur og vernd.
Sálmarnir 91:5 Sálmarnir
Tú skalt ikki óttast náttaræðslurnar, ei pílin, ið flýgur um dagin,
Sálmarnir 91:6 Sálmarnir
ei pestina, ið sníkir seg í myrkrinum, ei sóttina, ið oyðir um middagin.
Sálmarnir 91:7 Sálmarnir
Um so túsund falla tær við lið, tíggju túsund við høgru hond tína, skal tað tó ikki ráma teg;
Sálmarnir 91:8 Sálmarnir
tú skalt bert skoða tað við eygum tínum, síggja, hvussu gudleys fáa løn sína.
Sálmarnir 91:9 Sálmarnir
„Tí Tú, HARRI, ert skjól mítt“ [sigur tú]. – Hin Hægsta hevur tú gjørt til bústað tín;
Sálmarnir 91:10 Sálmarnir
teg skal einki ilt henda, og eingin plága skal koma tjaldi tínum nær.
Sálmarnir 91:11 Sálmarnir
Tí Hann gevur einglum Sínum boð um at varðveita teg á øllum vegum tínum;
Sálmarnir 91:12 Sálmarnir
teir skulu bera teg á hondum, so tú skalt ongum steini sláa fótin ímóti;
Sálmarnir 91:13 Sálmarnir
á leyvu og høggorm skalt tú traðka, trampa niður ungleyvur og drekar.
Sálmarnir 91:14 Sálmarnir
„Við tað at hann heldur seg inn at Mær, skal Eg fría hann út, Eg skal bjarga honum, við tað at hann kennir navn Mítt;
Sálmarnir 91:15 Sálmarnir
hann ákallar Meg, og Eg skal svara honum; Eg eri við honum í neyðini, Eg skal fría hann út og lata hann koma til heiður;
Sálmarnir 91:16 Sálmarnir
við longum lívi skal Eg metta hann og lata hann skoða frelsu Mína.“
Sálmarnir 92:1 Sálmarnir
Sálmur. Songur sabbatsdagin.