turnur
9 versir um "turnur"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 11:1 Fyrsta Mósebók
Øll jørðin hevði sama tungumál og tosaði líka.
Fyrsta Mósebók 11:2 Fyrsta Mósebók
Sum teir nú ferðaðust eystureftir, komu teir til dal í Sinearslandi og búsettust har.
Fyrsta Mósebók 11:3 Fyrsta Mósebók
Tá søgdu teir hvør við annan: „Komið, latið okkum gera tigulstein og brenna hann væl!“ – Teir brúktu tigulstein í staðin fyri grót og jarðbik í staðin fyri kálk.
Fyrsta Mósebók 11:4 Fyrsta Mósebók
So søgdu teir: „Komið, latið okkum byggja okkum bý, og torn, sum røkkur heilt upp til himmals – latið okkum soleiðis gera okkum navn, so vit skulu ikki verða spjaddir um alla jørðina!“
Fyrsta Mósebók 11:5 Fyrsta Mósebók
Men HARRIN kom niður at síggja býin og tornið, ið menniskjabørnini vóru farin at byggja;
Fyrsta Mósebók 11:6 Fyrsta Mósebók
og HARRIN segði: „Teir eru jú eitt og sama fólk, og eitt og sama tungumál hava teir allir; hetta er tað fyrsta, ið teir eru farnir undir at gera, og nú verður einki teimum óført, hvat teir so seta sær fyri!
Fyrsta Mósebók 11:7 Fyrsta Mósebók
Latið Okkum tí fara niður og blanda tungumál teirra, so teir skilja ikki málið hvør hjá øðrum!“
Fyrsta Mósebók 11:8 Fyrsta Mósebók
Soleiðis spjaddi HARRIN teir haðani út um alla jørðina, og teir góvu uppat at byggja býin.
Fyrsta Mósebók 11:9 Fyrsta Mósebók
Tí fekk hann navnið Bábel; tí har blandaði HARRIN tungumálini á allari jørðini; og haðani spjaddi HARRIN teir út um alla jørðina.