tunglyndi
18 versir um "tunglyndi"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 34:17 Sálmarnir
Men ásjón HARRANS er ímóti teimum, sum gera ilt, til at strika út minnið um tey á jørðini.
Sálmarnir 34:18 Sálmarnir
Táið hini rættvísu rópa, hoyrir HARRIN og bjargar teimum úr allari neyð teirra.
Seinna Korintbrævið 7:6 Seinna Korintbrævið
Men Gud, sum troystar tey, ið niðurboygd eru, troystaði okkum við komu Titusar –
Esaias 41:10 Esaias
– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Matteus 11:28 Matteus
Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu!
Fyrra Pætursbrævið 5:7 Fyrra Pætursbrævið
Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.
Sálmarnir 143:7 Sálmarnir
Ver skjótur at svara mær, HARRI, andi mín tærist burtur! Fjal ikki andlitið fyri mær, so eg verði líkur teimum, sum fara niður í grøvina!
Sálmarnir 143:8 Sálmarnir
Lat meg árla hoyra náði Tína, tí eg líti á Teg! Lær meg vegin, ið eg skal ganga, tí eg lyfti sál míni til Tín!
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Sálmarnir 9:9 Sálmarnir
Hann dømir jarðarríki við rættvísi, fellir dóm yvir fólkasløg við rætti.
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.
Sálmarnir 30:5 Sálmarnir
Lovsyngið HARRANUM, tit heilagu Hansara, og prísið heilaga navni Hansara!
Orðtøkini 12:25 Orðtøkini
Hjartasorg nívir til jarðar, men blídligt orð gleðir.
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!
Filippibrævið 4:7 Filippibrævið
So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.