ættleiðing
32 versir um "ættleiðing"
Versir
Síða 1 av 1Efesusbrævið 1:5 Efesusbrævið
Tí í kærleika tilskilaði Hann okkum frammanundan at fáa sonakor hjá Sær við Jesusi Kristi, eftir fría ráði vilja Síns
Jákupsbrævið 1:27 Jákupsbrævið
Rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Gudi og Faðirinum er hetta: At vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at halda seg ódálkaðan av heiminum.
Matteus 18:5 Matteus
Og tann, sum tekur ímóti bert einum slíkum barni í navni Mínum, tekur ímóti Mær.
Jóhannes 1:12 Jóhannes
Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara;
Ápostlasøgan 7:21 Ápostlasøgan
Og táið hann var settur út, tók dóttir Farao hann upp og fostraði hann sum sín egna son.
Fimta Mósebók 10:18 Fimta Mósebók
sum hjálpir hinum faðirleysa og einkjuni at fáa rætt, og sum elskar hin fremmanda, so Hann gevur honum føði og klæði.
Ester 2:7 Ester
Hann var fosturfaðir Hadassu, tað er Ester, dóttur faðirbróður hansara; tí hon átti hvørki faðir ella móður. Henda unga genta var vælvaksin og vøkur. Táið foreldur hennara vóru deyð, hevði Mordokai tikið hana til sín sum sína egnu dóttur.
Sálmarnir 27:10 Sálmarnir
Tí faðir og móðir fóru frá mær – men HARRIN tekur meg til Sín.
Sálmarnir 68:5 Sálmarnir
Syngið fyri Gudi, lovsyngið navni Hansara, gerið veg fyri Honum, sum fer fram í oyðimørkunum – HARRIN er navn Hansara – og fegnist fyri ásjón Hansara!
Sálmarnir 68:6 Sálmarnir
Faðir faðirleysra og verji einkjanna er Gud í heilaga bústaði Sínum.
Sálmarnir 146:9 Sálmarnir
HARRIN varðar fremmand, heldur faðirleysum og einkjum uppi; men gudleys letur Hann fara villar vegir.
Orðtøkini 31:8 Orðtøkini
Lat upp munnin fyri hin málleysa, fyri at fáa øllum hjálparleysum rætt!
Esaias 1:17 Esaias
Lærið at gera gott, leggið tykkum eftir tí, ið beint er, hjálpið hinum kúgaðu, fáið hinum faðirleysa rætt, flytið mál einkjunnar!
Esaias 40:31 Esaias
Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki!
Matteus 25:40 Matteus
Kongurin skal svara teimum: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!“
Jóhannes 1:13 Jóhannes
tey eru fødd, ikki av blóði, heldur ikki av holds vilja, heldur ikki av mans vilja, men av Gudi.
Jóhannes 14:18 Jóhannes
Eg skal ikki lata tykkum faðirleysar eftir; Eg komi til tykkara.
Rómverjabrævið 8:14 Rómverjabrævið
So mong sum verða leidd av Anda Guds, hesi eru jú børn Guds.
Rómverjabrævið 8:15 Rómverjabrævið
Tit fingu jú ikki trældómsanda, so tit aftur skulu óttast; nei, tit fingu Anda sonarættarins, og í Honum rópa vit: „Abba! Faðir!“
Rómverjabrævið 8:16 Rómverjabrævið
Andin sjálvur vitnar við anda okkara, at vit eru børn Guds.
Rómverjabrævið 8:17 Rómverjabrævið
Og eru vit børn, eru vit arvingar við, arvingar Guds og samarvingar Kristusar – so satt sum vit líða við Honum, fyri at vit eisini skulu verða dýrmett við Honum.
Rómverjabrævið 8:18 Rómverjabrævið
Tí eg rokni líðingarnar í tíðini, sum nú er, einki at hava at týða móti dýrdini, ið skal verða opinberað á okkum.
Rómverjabrævið 8:19 Rómverjabrævið
Skapningurin tráar og stundar jú eftir opinbering Guds barna.
Rómverjabrævið 8:23 Rómverjabrævið
Og ikki bert hann; eisini vit sjálv – sum hava frumgróður Andans – eisini vit suffa við okkum sjálvum, og stunda eftir sonarættinum – endurloysing likams okkara.
Rómverjabrævið 9:8 Rómverjabrævið
Hetta merkir: Ikki tey eru børn Guds, sum eru børn eftir holdinum; nei, tey, sum eru børn eftir lyftinum, tey roknast fyri avkom.
Galatiabrævið 3:26 Galatiabrævið
Tit eru jú øll børn Guds við trúnni á Kristus Jesus.
Galatiabrævið 4:4 Galatiabrævið
Men táið fylling tíðarinnar kom, sendi Gud Son Sín, føddan av kvinnu, føddan undir lógini,
Galatiabrævið 4:5 Galatiabrævið
fyri at Hann skuldi keypa tey leys, sum undir lógini vóru, so vit skuldu fáa sonarættin.
Galatiabrævið 4:6 Galatiabrævið
Og av tí at tit eru synir, hevur Gud sent í hjørtu okkara Anda Sonar Síns, Hann, sum rópar: „Abba! Faðir!“
Galatiabrævið 4:7 Galatiabrævið
Tú ert tá ikki trælur longur, men sonur; og ert tú sonur, ert tú eisini arvingi við Gudi.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Síggið, hvussu stóran kærleika Faðirin hevur víst okkum, at vit skulu kallast børn Guds! – Og vit eru tað! Tí kennir heimurin okkum ikki, tí hann kennir ikki Hann.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:2 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Nú eru vit børn Guds, og ikki er opinberað enn, hvat vit skulu verða. Vit vita, at táið Hann opinberast, skulu vit verða Honum lík, tí vit skulu síggja Hann, sum Hann er.