ættir

41 versir um "ættir"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrsta Mósebók 49:28 Fyrsta Mósebók

Hetta eru allar ættir Ísraels, tólv í tali, og hetta er tað, ið faðir teirra talaði til teirra, táið hann signaði teir; hvønn teirra signaði hann við serligu signing hansara.

3
Fyrsta Mósebók 49:1 Fyrsta Mósebók

Nú sendi Jákup boð eftir sonum sínum og segði: „Komið saman, so skal eg kunngera tykkum tað, ið tykkum skal henda á síðstu døgum!

2
Fyrsta Mósebók 49:2 Fyrsta Mósebók

Komið higar og hoyrið, tit synir Jákup, lurtið eftir Ísrael, faðir tykkara!

2
Fyrsta Mósebók 49:3 Fyrsta Mósebók

Ruben, hin frumborni mín ert tú, máttur mín og fyrsta fruktin av styrki míni, hægstur í heiðuri og størstur í veldi!

2
Fyrsta Mósebók 49:4 Fyrsta Mósebók

Tú skúmar útav, sum vatnið – tú skalt ikki vera fremstur! Tí tú fórst upp í song faðirs tíns – tað var skammiligt, sum tú barst teg at – upp í song mína fór hann!

2
Fyrsta Mósebók 49:5 Fyrsta Mósebók

Símeon og Levi, hetta bróðurparið – vápn teirra eru yvirgangsamboð!

2
Fyrsta Mósebók 49:6 Fyrsta Mósebók

Sál mín vil einki hava við ráð teirra at gera, æra* mín hevur ongan felagsskap við samkomu teirra! Tí í vreiði síni drópu teir menn, og í sjálvræði sínum lamdu teir neyt!

2
Fyrsta Mósebók 49:7 Fyrsta Mósebók

Bannað veri vreiði teirra, sum so ógvislig er, og illsinni teirra, sum so hart er! – Eg býti teir sundur í Jákupi, spjaði teir um í Ísrael!

2
Fyrsta Mósebók 49:8 Fyrsta Mósebók

Juda – tær skulu brøður tínir prísa, hond tín skal vera á hálsi fígginda tína; synir faðirs tíns skulu boyggja seg fyri tær!

2
Fyrsta Mósebók 49:9 Fyrsta Mósebók

Ung leyva er Juda – frá ráni ert tú komin upp hagar, sonur mín! Hann leggur seg, hann hvílir seg sum leyva, sum honleyva – hvør vágar sær at órógva hann!

2
Fyrsta Mósebók 49:10 Fyrsta Mósebók

Ikki skal kongastavurin víkja frá Juda, ei høvdingastavur frá fótum hansara, inntil Hann kemur, sum stavin eigur – Honum skulu fólkini vera lýðin.

2
Fyrsta Mósebók 49:11 Fyrsta Mósebók

Hann bindur esil sítt við víntræið, við greinina á víntrænum fylið hjá esilsryssu síni; hann vaskar klæði síni í víni, kappa sín í vínberjablóði.

2
Fyrsta Mósebók 49:12 Fyrsta Mósebók

Døkk eru eygu hansara av víni, hvítar tenn hansara av mjólk.

2
Fyrsta Mósebók 49:13 Fyrsta Mósebók

Zebulon – á strondini við havið skal hann búgva, við strondina, har sum skipini liggja; síða hansara vendir móti Zidon.

2
Fyrsta Mósebók 49:14 Fyrsta Mósebók

Issakar er eitt beinsterkt esil, sum liggur í friði í byrgi sínum.

2
Fyrsta Mósebók 49:15 Fyrsta Mósebók

Honum tykti hvíluna góða og landið hugnaligt; so boygdi hann ryggin undir byrðina og varð ófríur – ein trælur!

2
Fyrsta Mósebók 49:16 Fyrsta Mósebók

Dan dømir fólk sítt, líka væl sum nøkur av ættum Ísraels.

2
Fyrsta Mósebók 49:17 Fyrsta Mósebók

Dan skal verða ormur á vegnum, høggormur á gøtuni, sum bítur hestin í fótin, so hann, ið á honum situr, dettur aftur av.

2
Fyrsta Mósebók 49:18 Fyrsta Mósebók

– Eftir frelsu Tíni bíði eg, HARRI!

2
Fyrsta Mósebók 49:19 Fyrsta Mósebók

Gad – ein fíggindaflokkur ger álop á hann, men til endan er tað hann, ið ger álop.

2
Fyrsta Mósebók 49:20 Fyrsta Mósebók

Frá Aser kemur fitin – føði hansara; góðgæti sum til kongar hevur hann at geva.

2
Fyrsta Mósebók 49:21 Fyrsta Mósebók

Naftali er kvik hind; yndisliga talu ber hann fram.

2
Fyrsta Mósebók 49:22 Fyrsta Mósebók

Eitt ungt frukttræ er Jósef, ungt frukttræ við kelduna – greinarnar á tí náa upp um múrin.

2
Fyrsta Mósebók 49:23 Fyrsta Mósebók

Bogamenn gera seg inn á hann, teir skjóta eftir honum og gera álop á hann.

2
Fyrsta Mósebók 49:24 Fyrsta Mósebók

Men stinnur stendur hann har við boga sínum, og hendur og armar hansara eru styrkt av hondum hins veldiga í Jákupi, av Honum, sum er hirðin, kletti Ísraels,

2
Fyrsta Mósebók 49:25 Fyrsta Mósebók

av Gudi faðirs tíns – Hann skal hjálpa tær! – av hinum Alvalda – Hann skal signa teg, við signingum av himli haruppi, við signingum úr dýpinum harniðri, við signingum úr bróstum og móðurlívum!

2
Fyrsta Mósebók 49:26 Fyrsta Mósebók

Signingar faðirs tíns náa høgt, hægri enn signingar forfedra mína; tær náa upp til dýrd hinna ævigu heyggja – tær skulu koma á høvur Jósefs, ja, á høvd hansara, ið er høvdingi millum brøður sínar!

2
Fyrsta Mósebók 49:27 Fyrsta Mósebók

Benjamin er úlvur, ið skræðir sundur; um morgunin etur hann tað, ið hann hevur tikið, um kvøldið skiftir hann út fong.“

2
Fyrsta Mósebók 49:29 Fyrsta Mósebók

Hann álegði teimum og segði við teir: „Eg verði nú savnaður til fólk mítt; jarðið meg hjá fedrum mínum í hellinum á markini hjá Hetitinum Efron,

2
Fyrsta Mósebók 49:30 Fyrsta Mósebók

í hellinum á Makpelamark, beint yvir av Mamre, í Kána’anslandi, markini, ið Ábraham keypti frá Hetitinum Efron til gravstað at eiga.

2
Fyrsta Mósebók 49:31 Fyrsta Mósebók

Har jarðaðu teir Ábraham og konu hansara, Sáru, har jarðaðu teir Ísak og konu hansara, Rebekku, og har jarðaði eg Leu –

2
Fyrsta Mósebók 49:32 Fyrsta Mósebók

á markini og í hellinum, sum keypt varð frá Hetitum.“

2
Fyrsta Mósebók 49:33 Fyrsta Mósebók

Nú var Jákup liðugur við tað, ið hann hevði at áleggja sonum sínum; hann tók tá føturnar upp aftur í songina, gav upp andan og varð savnaður til fedrar sínar.

2
Onnur Mósebók 28:21 Onnur Mósebók

Steinarnir skulu vera 12 í tali, eftir nøvnunum á sonum Ísraels, ein fyri hvørt navnið; í hvønn steinin skal navnið á einum av hinum 12 ættunum vera skorið inn sum í innsigli.

2
Fjórða Mósebók 36:9 Fjórða Mósebók

og fyri at eingin arvalutur skal fara frá eini ætt til eina aðra; nei, ættir Ísraelsmanna skulu halda fast, hvør við arvalut sín!“

2
Jeremias 31:10 Jeremias

Hoyrið orð HARRANS, tit tjóðir, og kunngerið tað á oyggjunum langt burtur – sigið: Hann, ið spjaddi Ísrael, skal savna tað saman og røkta tað, sum hirði røktar fylgi sítt.

2
Jóhannes 3:16 Jóhannes

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

2
Jóhannes 3:17 Jóhannes

Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.

2
Ápostlasøgan 17:10 Ápostlasøgan

Alt fyri eitt somu nátt sendu brøðurnir Paulus og Silas avstað til Berøa. Táið teir komu hagar, fóru teir inn í sýnagogu Jødanna.

2
Ápostlasøgan 17:11 Ápostlasøgan

Hesir vóru meiri rætthugsandi enn hinir í Tessalonika; teir tóku ímóti orðinum við allari vælvild og rannsakaðu dagliga skriftirnar fyri at síggja, um hetta var so.

2
Jákupsbrævið 1:1 Jákupsbrævið

Jákup, tænari Guds og Harrans Jesu Krists, heilsar hinum tólv ættum í sundurspreiðingini.

2