ættartal Jesu
63 versir um "ættartal Jesu"
Versir
Síða 1 av 2Matteus 1:1 Matteus
Ættartal Jesu Krists, sonar Dávids, sonar Ábrahams.
Matteus 1:2 Matteus
Ábraham átti Ísak; Ísakur átti Jákup; Jákup átti Juda og brøður hansara;
Matteus 1:3 Matteus
Juda átti Perez og Zera við Tamar; Perez átti Hezron; Hezron átti Ram;
Matteus 1:4 Matteus
Ram átti Amminadab; Amminadab átti Nason; Nason átti Salmon;
Matteus 1:5 Matteus
Salmon átti Boas við Rahab; Boas átti Obed við Rutt; Obed átti Ísai;
Matteus 1:6 Matteus
Ísai átti Dávid kong; Dávid átti Sálomon við konu Urias;
Matteus 1:7 Matteus
Sálomon átti Roboam; Roboam átti Abia; Abia átti Asa;
Matteus 1:8 Matteus
Asa átti Jósafat; Jósafat átti Jóram; Jóram átti Ozias;
Matteus 1:9 Matteus
Ozias átti Jótam; Jótam átti Akas; Akas átti Ezekias;
Matteus 1:10 Matteus
Ezekias átti Manasse; Manasse átti Amon; Amon átti Josias;
Matteus 1:11 Matteus
Josias átti Jekonja og brøður hansara, um ta tíðina táið herleiðingin til Bábylon fór fram.
Matteus 1:12 Matteus
Eftir herleiðingina til Bábylon átti Jekonja Sealtiel; Sealtiel átti Zerubbabel;
Matteus 1:13 Matteus
Zerubbabel átti Abiud; Abiud átti Eljakim; Eljakim átti Azor;
Matteus 1:14 Matteus
Azor átti Sadok; Sadok átti Akim; Akim átti Eliud;
Matteus 1:15 Matteus
Eliud átti Eleazar; Eleazar átti Mattan; Mattan átti Jákup;
Matteus 1:16 Matteus
Jákup átti Jósef, mann Mariu; av henni varð Jesus føddur, Hann, sum kallast Kristus.
Matteus 1:17 Matteus
Soleiðis eru øll ættarliðini frá Ábrahami til Dávid fjúrtan lið; frá Dávidi til herleiðingina til Bábylon fjúrtan lið; frá herleiðingini til Bábylon til Kristus fjúrtan lið.
Matteus 1:18 Matteus
Við føðing Jesu Krists gekk so til: Maria, móðir Hansara, var trúlovað við Jósefi; men áðrenn tey komu saman, royndist hon at vera við barn við Heilaga Andanum.
Matteus 1:19 Matteus
Men við tað at Jósef, maður hennara, var rættvísur og vildi ikki gera hana til skammar fyri almenningi, ætlaði hann loyniliga at skiljast frá henni.
Matteus 1:20 Matteus
Meðan hann nú hugsaði um hetta, vísti eingil Harrans seg fyri honum í dreymi og segði: „Jósef, sonur Dávid! Óttast ikki at taka til tín Mariu, konu tína! Tí tað, sum í henni er gitið, er av Heilaga Andanum.
Matteus 1:21 Matteus
Hon skal eiga son, og tú skalt kalla navn Hansara Jesus; tí Hann skal frelsa fólk Sítt frá syndum teirra.“
Matteus 1:22 Matteus
Alt hetta hendi, fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er av Harranum við profetinum, sum sigur:
Matteus 1:23 Matteus
„Moyggin skal verða við barn og eiga son, og navn Hansara skal verða kallað Immanuel“ – sum útlagt er: „Gud við okkum.“
Matteus 1:24 Matteus
Táið nú Jósef var vaknaður upp úr svøvni, gjørdi hann, sum eingil Harrans hevði álagt honum, og tók til sín konu sína;
Matteus 1:25 Matteus
men hann helt seg ikki til hennara, fyrrenn hon hevði átt son sín. Og hann kallaði navn Hansara Jesus.
Lukas 3:23 Lukas
Jesus sjálvur var um 30 ár, táið Hann byrjaði verk Sítt; og Hann var – sum tey hildu – sonur Jósef, son Eli,
Lukas 3:1 Lukas
Fimtanda árið ið Tiberius var keisari – táið Pontius Pilatus var landshøvdingi í Judea, Heródes fjórðingshøvdingi í Galilea, Filip, bróðir hansara, fjórðingshøvdingi í Iturea og landspartinum Trakonitis, og Lýsanias fjórðingshøvdingi í Abilene –
Lukas 3:2 Lukas
meðan Annas og Kaifas vóru høvuðsprestar – kom orð Guds til Jóhannes, son Zakarias, í oyðimørkini.
Lukas 3:3 Lukas
Hann fór út og prædikaði allastaðni í landinum við Jordan umvendingardóp til syndafyrigeving,
Lukas 3:4 Lukas
soleiðis sum skrivað er í bókini við orðum Esaiasar profets: „Rødd eins, sum rópar í oyðimørkini: „Gerið Harranum vegin til reiðar, javnið gøtur Hansara!
Lukas 3:5 Lukas
Hvør dalur skal fyllast upp, og hvørt fjall og hvør heyggjur skal slættast niður; tað, sum bogið er, skal beinast; hitt óslætta skal verða slættir vegir;
Lukas 3:6 Lukas
og alt hold skal síggja frelsu Guds.““
Lukas 3:7 Lukas
Hann segði nú við fólkið, ið kom út at verða doypt av honum: „Ormaavkom! Hvør lærdi tykkum at flýggja undan vreiðini, ið kemur?
Lukas 3:8 Lukas
Berið tí ávøkst, ið svarar til umvending! Og farið ikki og sigið við tykkum sjálvum: „Vit hava jú Ábraham til faðir!“ Tí eg sigi tykkum, at Gud er mentur at vekja Ábrahami upp børn av hesum steinum.
Lukas 3:9 Lukas
Øksin liggur eisini longu við rót træanna; tí verður hvørt træ, sum ikki ber góðan ávøkst, høgt niður og kastað í eldin.“
Lukas 3:10 Lukas
Fólkið spurdi hann: „Hvat skulu vit tá gera?“
Lukas 3:11 Lukas
Hann svaraði teimum: „Tann, ið hevur tveir kyrtlar, skal geva honum, ið ongan hevur, annan, og tann, ið hevur mat, skal gera á sama hátt.“
Lukas 3:12 Lukas
Eisini tollarar komu at verða doyptir, og teir søgdu við hann: „Meistari, hvat skulu vit gera?“
Lukas 3:13 Lukas
Hann svaraði teimum: „Krevjið ikki meir, enn tykkum er fyriskrivað!“
Lukas 3:14 Lukas
Eisini hermenn spurdu hann: „Hvat skulu vit tá gera?“ Hann svaraði teimum: „Gerið ikki yvirgangsverk móti nøkrum, brúkið ikki svik móti nøkrum, og verið nøgdir við løn tykkara!“
Lukas 3:15 Lukas
Táið nú fólkið gekk í væntan, og øll hugsaðu í hjørtum sínum um Jóhannes, um hann mundi ikki vera Kristus,
Lukas 3:16 Lukas
svaraði Jóhannes teimum øllum: „Eg doypi tykkum við vatni; men tann kemur, sum er sterkari enn eg, og sum eg ikki eri verdur at loysa skóreimina hjá; Hann skal doypa tykkum í Heilaga Andanum og eldi.
Lukas 3:17 Lukas
Kastiskuplu Sína hevur Hann í hondini, fyri at Hann skal gjølla reinsa gólv Sítt og savna hveitina inn í løðu Sína; men dumbuna skal Hann brenna í ósløkkjandi eldi.“
Lukas 3:18 Lukas
Eisini mangar aðrar áminningar gav hann fólkinum og kunngjørdi teimum evangeliið.
Lukas 3:19 Lukas
Men táið Heródes fjórðingshøvdingi varð átalaður av honum viðvíkjandi Heródias, bróðurkonu síni, og fyri alt hitt illa, ið Heródes gjørdi,
Lukas 3:20 Lukas
legði hann eisini tað aftrat øllum hinum, at hann setti Jóhannes í fangahús.
Lukas 3:21 Lukas
Meðan nú alt fólkið varð doypt, hendi tað, táið eisini Jesus var doyptur og bað, at Himmalin opnaðist,
Lukas 3:22 Lukas
og Heilagi Andin dalaði niður yvir Hann í likamligum líki sum dúva, og rødd kom av Himli: „Tú ert Sonur Mín, hin elskaði; til Tín havi Eg tokka.“
Lukas 3:24 Lukas
son Mattat, son Levi, son Melki, son Jannai, son Jósef,
Lukas 3:25 Lukas
son Mattatias, son Amos, son Na’um, son Esli, son Naggai,