ættarforbannilsir
119 versir um "ættarforbannilsir"
Versir
Síða 1 av 3Fjórða Mósebók 14:18 Fjórða Mósebók
„HARRIN er langmóðigur og ríkur í miskunn; Hann fyrigevur misgerð og lógbrot; men Hann letur ongan verða óstraffaðan, og Hann hevnir á børn misbrot fedranna, ja, í triðja og fjórða lið.“
Onnur Mósebók 20:5 Onnur Mósebók
tú mást ikki tilbiðja og ikki dýrka tað; tí Eg, HARRIN Gud tín, eri álvarsamur Gud, sum líka í triðja og fjórða lið straffar børnini fyri misgerðir fedranna, tey, ið hata Meg,
Fimta Mósebók 24:16 Fimta Mósebók
Foreldur skulu ikki lata lív fyri tað, ið børnini hava gjørt, og børn skulu ikki lata lív fyri tað, ið foreldrini hava gjørt; ein og hvør skal lata lív fyri sína egnu synd.
Ezekiel 18:20 Ezekiel
Tann, ið syndar, skal doyggja; sonurin skal ikki bera misgerð faðirs síns, og faðirin skal ikki bera misgerð sonar síns; rættvísi hins rættvísa skal hvíla yvir honum, og gudloysi hins gudleysa skal hvíla yvir honum.
Jóhannes 8:36 Jóhannes
Fær tí Sonurin gjørt tykkum fríar, verða tit av sonnum fríir.
Jóhannes 9:1 Jóhannes
Táið Hann nú fór longur, sá Hann mann, ið var føddur blindur.
Jóhannes 9:2 Jóhannes
Lærisveinar Hansara spurdu Hann tá: „Rabbi, hvør hevur syndað, hesin ella foreldur hansara, síðani hann skuldi verða føddur blindur?“
Jóhannes 9:3 Jóhannes
Jesus svaraði: „Hvørki hann ella foreldur hansara hava syndað; nei, hetta varð so, fyri at verk Guds skulu verða opinberað á honum.
Galatiabrævið 3:13 Galatiabrævið
Kristus keypti okkum leys undan banni lógarinnar, táið Hann varð bann fyri okkum – tí skrivað er: „Bannaður er hvør tann, ið hongur á træi“ –
Fyrsta Mósebók 12:3 Fyrsta Mósebók
Eg skal signa tey, ið signa teg, og tann, ið tær bannar, honum skal Eg banna; og í tær skulu allar ættir á jørðini verða signaðar.“
Onnur Mósebók 34:6 Onnur Mósebók
Og HARRIN gekk fram við honum og rópti: „HARRIN! HARRIN! – miskunnsamur og náðigur Gud, langmóðigur og ríkur í miskunn og trúfesti,
Onnur Mósebók 34:7 Onnur Mósebók
sum goymir náði í túsund mannaminni, sum fyrigevur misgerð, lógbrot og synd, men als ikki letur hin seka verða óstraffaðan, sum straffar misgerðir fedra á børn og barnabørn, ja á børn barnabarna og á børn teirra uppaftur!“
Triðja Mósebók 26:39 Triðja Mósebók
Tey, ið eftir verða av tykkum, skulu svinna burt í landi fígginda tykkara – fyri misgerðir sínar; eisini fyri misgerðir fedra sína skulu tey svinna burtur – sum teir.
Triðja Mósebók 26:40 Triðja Mósebók
Tá skulu tey játta misgerð sína og misgerð fedra sína, sum tey gjørdu í trúloysi sínum móti Mær. Eisini skulu tey játta, at fyri tað at tey stóðu Mær ímóti,
Triðja Mósebók 26:41 Triðja Mósebók
so mátti eisini Eg standa teimum ímóti og flyta tey burtur – í land fígginda teirra; ja, tá skal óumskorna hjarta teirra verða eyðmýkt, og tey skulu bøta fyri misgerð sína.
Triðja Mósebók 26:42 Triðja Mósebók
Tá skal Eg minnast sáttmála Mín við Jákup; eisini sáttmála Mín við Ísak og sáttmála Mín við Ábraham skal Eg minnast; og landið skal Eg hugsa um.
Fimta Mósebók 5:9 Fimta Mósebók
tú mást ikki tilbiðja og ikki dýrka tað; tí Eg, HARRIN Gud tín, eri álvarsamur Gud, sum líka í triðja og fjórða lið straffar børnini fyri misgerðir fedranna – teirra, ið hata Meg –
Fimta Mósebók 28:1 Fimta Mósebók
„Hoyrir tú nú rødd HARRANS Guds tíns, so tú aktar væl eftir at halda øll boð Hansara, sum eg í dag gevi tær, so skal HARRIN Gud tín seta teg hægri enn øll onnur fólk á jørðini;
Fimta Mósebók 28:2 Fimta Mósebók
allar hesar signingar skulu koma yvir teg og náa tær, so satt sum tú hoyrir rødd HARRANS Guds tíns:
Fimta Mósebók 28:3 Fimta Mósebók
Signaður skalt tú vera í staðnum, og signaður skalt tú vera á markini.
Fimta Mósebók 28:4 Fimta Mósebók
Signað skal lívsfrukt tín vera, og fruktin av jørð tíni og fæi tínum, tað, ið kýr tínar kálva, og tað, ið smáfæ títt lembir.
Fimta Mósebók 28:5 Fimta Mósebók
Signað skal kurv tín vera, og deigtrog títt.
Fimta Mósebók 28:6 Fimta Mósebók
Signaður skalt tú vera, táið tú kemur inn, og signaður skalt tú vera, táið tú fert út.
Fimta Mósebók 28:7 Fimta Mósebók
Táið fíggindar tínir reisa seg móti tær, skal HARRIN lata teir verða við undirlutan; ein veg skulu teir koma ímóti tær, men í sjey ættir skulu teir flýggja undan tær.
Fimta Mósebók 28:8 Fimta Mósebók
HARRIN skal geva signingini boð um at vera hjá tær í løðum tínum og at fylgja tær í øllum, sum tú fert undir at gera; Hann skal signa teg í landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær.
Fimta Mósebók 28:9 Fimta Mósebók
HARRIN skal gera teg til eitt fólk, ið er Honum halgað – sum Hann við eiði hevur lovað tær – so satt sum tú heldur boð HARRANS Guds tíns og gongur leiðir Hansara.
Fimta Mósebók 28:10 Fimta Mósebók
Øll fólk á jørðini skulu síggja, at tú ert kallað eftir navni HARRANS, og tey skulu ræðast teg.
Fimta Mósebók 28:11 Fimta Mósebók
HARRIN skal geva tær yvirflóð av øllum, ið gott er, bæði av lívsfrukt tíni og av fruktini av fæi tínum og av jørð tíni, í landinum, sum HARRIN við eiði lovaði fedrum tínum at geva tær.
Fimta Mósebók 28:12 Fimta Mósebók
HARRIN skal lata upp fyri tær ríku goymslu Sína – himmalin – og geva landi tínum regn í rættari tíð og signa alt, ið tú fert undir at gera; tú skalt læna mongum tjóðum, men sjálvur skalt tú ongum noyðast at læna frá.
Fimta Mósebók 28:13 Fimta Mósebók
HARRIN skal gera teg til høvd og ikki til hala; tú skalt altíð vera omaná og ikki liggja undir – so satt sum tú hoyrir boð HARRANS Guds tíns, sum eg í dag áleggi tær, og leggur tær eina við at halda tey,
Fimta Mósebók 28:14 Fimta Mósebók
og so satt sum tú víkur ikki frá einum av orðunum, ið eg í dag leggi fyri tykkum – hvørki til høgru ella vinstru – so tú heldur teg til aðrar gudar og dýrkar teir.
Fimta Mósebók 28:15 Fimta Mósebók
Men hoyrir tú ikki rødd HARRANS Guds tíns, so tú leggur tær eina við at gera eftir øllum boðum og lógum Hansara, sum eg í dag gevi tær, tá skulu øll hesi bann koma yvir teg og náa tær:
Fimta Mósebók 28:16 Fimta Mósebók
Bannaður skalt tú vera í staðnum, og bannaður skalt tú vera á markini.
Fimta Mósebók 28:17 Fimta Mósebók
Bannað skal kurv tín vera, og deigtrog títt.
Fimta Mósebók 28:18 Fimta Mósebók
Bannað skal lívsfrukt tín vera, og fruktin av jørð tíni, tað, ið kýr tínar kálva, og tað, ið smáfæ títt lembir.
Fimta Mósebók 28:19 Fimta Mósebók
Bannaður skalt tú vera, táið tú kemur inn, og bannaður skalt tú vera, táið tú fert út.
Fimta Mósebók 28:20 Fimta Mósebók
HARRIN skal senda yvir teg bann, ræðslu og straff í øllum, sum tú rættir út hondina til og fert undir at gera, inntil endi er á tær, og tú brádliga gongur til grundar aftur fyri illgerðir tínar, at tú vendi Mær bakið.
Fimta Mósebók 28:21 Fimta Mósebók
HARRIN skal lata pestina hanga uppi í tær, inntil Hann hevur oytt teg úr landinum, sum tú kemur inn í og skalt taka í ogn.
Fimta Mósebók 28:22 Fimta Mósebók
HARRIN skal sláa teg við tærandi sjúku og brennandi sótt, við fepri og svullum, við turki, kornbrenning og gulnan, og hetta skal fylgja tær, inntil endi er á tær.
Fimta Mósebók 28:23 Fimta Mósebók
Himmalin yvir høvdi tínum skal verða sum kopar, og jørðin undir tær sum jarn.
Fimta Mósebók 28:24 Fimta Mósebók
HARRIN skal lata dust og sand vera regnið, ið land títt fær; tað skal koma av himli niður yvir teg, inntil tú ert týndur.
Fimta Mósebók 28:25 Fimta Mósebók
HARRIN skal lata teg lúta fyri fíggindum tínum; ein veg skalt tú fara ímóti teimum, men í sjey ættir skalt tú flýggja undan teimum, og tú skalt verða øllum ríkjum á jørðini ræða.
Fimta Mósebók 28:26 Fimta Mósebók
Deyðu kroppar tínir skulu verða føði hjá øllum fuglum himmalsins og hjá dýrum jarðarinnar; og eingin skal styggja tey burtur.
Fimta Mósebók 28:27 Fimta Mósebók
HARRIN skal sláa teg við svullum Egyptalands, við bruna, skrubbi og útbroti, so tú skalt ikki kunna grøðast.
Fimta Mósebók 28:28 Fimta Mósebók
HARRIN skal sláa teg við vitloysi, blindleika og ørviti.
Fimta Mósebók 28:29 Fimta Mósebók
Um alljósan dag skalt tú trilva, sum hin blindi trilvar í myrkri; tú skalt onga eydnu hava á leiðum tínum; tú skalt einki verða uttan kúgaður og rændur alla tíð tína, og eingin skal vera, sum hjálpir tær.
Fimta Mósebók 28:30 Fimta Mósebók
Tú skalt trúlova teg við kvinnu, men ein annar skal liggja hjá henni; tú skalt byggja tær hús, men ikki koma at búgva í teimum; tú skalt planta tær víngarð, men ikki heysta ávøkst hansara.
Fimta Mósebók 28:31 Fimta Mósebók
Neyt tíni skulu verða dripin fyri eygum tínum, men tú skalt ikki fáa at smakka burturav; esil títt skal verða rænt, meðan tú hyggur at, og tú skalt ikki fáa tað aftur; smáfæ títt skal verða givið fíggindum tínum, og eingin skal hjálpa tær.
Fimta Mósebók 28:32 Fimta Mósebók
Synir tínir og døtur tínar skulu verða givin fremmandari tjóð í hendur; tú skalt síggja tað við egnum eygum og tærast burtur av longsli eftir teimum allan dagin – men tú skalt einki fáa gjørt við tað.
Fimta Mósebók 28:33 Fimta Mósebók
Fruktin av jørð tíni og av øllum arbeiði tínum skal verða etin upp av tjóð, ið tú kennir ikki; tú skalt eina verða kúgaður og illa viðfarin alla tíð tína.