tsunami
90 versir um "tsunami"
Versir
Síða 2 av 2Matteus 24:13 Matteus
Men tann, ið heldur út líka til endan, skal verða frelstur.
Matteus 24:14 Matteus
Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki, øllum fólkasløgum til vitnisburð; og tá skal endin koma.
Matteus 24:15 Matteus
Táið tit tá síggja viðurstygd oyðingarinnar, sum talað er um av Dániel profeti, standa á heilagari grund – tann, ið lesur tað, gevi tí gætur! –
Matteus 24:16 Matteus
skulu tey, sum í Judea eru, flýggja í fjøllini;
Matteus 24:17 Matteus
tann, ið á takinum er, má ikki fara niður eftir nøkrum, sum er í húsi hansara,
Matteus 24:18 Matteus
og tann, ið úti á markini er, má ikki venda aftur eftir klæðum sínum.
Matteus 24:19 Matteus
Men vei teimum, sum eru við barn og geva bróst á teimum døgum!
Matteus 24:20 Matteus
Biðið eftir, at tit skulu ikki koma at flýggja um veturin, ei heldur sabbat!
Matteus 24:21 Matteus
Tí tá skal vera slík trongd, sum ikki hevur verið, frá tí heimurin varð til inntil nú, og sum heldur ikki skal verða.
Matteus 24:22 Matteus
Og vórðu hesir dagar ikki styttir, varð einki hold frelst, men fyri teirra skuld, sum útvald eru, skulu hesir dagar verða styttir.
Matteus 24:23 Matteus
Sigur tá onkur við tykkum: „Hyggið, her er Kristus!“ ella: „Har er Hann!“ skulu tit ikki trúgva tí.
Matteus 24:24 Matteus
Tí lygikristar og lygiprofetar skulu stíga fram og gera stór tekin og undur, so eisini hini útvaldu skuldu verið villleidd – hevði tað verið møguligt.
Matteus 24:25 Matteus
Nú havi Eg sagt tykkum tað frammanundan.
Matteus 24:26 Matteus
Um tá verður sagt við tykkum: „Hann er í oyðimørkini!“ so farið ikki út hagar! – „Hann er í kømurunum!“ so trúgvið tí ikki!
Matteus 24:27 Matteus
Tí eins og snarljósið skyggir í eystri og lýsir líka í vestur, so skal vera, táið Menniskjasonurin kemur.
Matteus 24:28 Matteus
Har sum ræið er, flykkjast ørnirnar.
Matteus 24:29 Matteus
Men alt fyri eitt eftir trongdina á teimum døgum skal sólin myrkna, og mánin ikki geva skin sítt; stjørnurnar skulu falla niður av himli, og kreftir himmalsins vikast.
Matteus 24:30 Matteus
Tá skulu tekin Menniskjasonarins síggjast á himli, og tá skulu allar ættir jarðarinnar vena seg; og tey skulu síggja Menniskjasonin koma á skýggjum himmalsins við mátti og miklari dýrd.
Matteus 24:31 Matteus
Hann skal senda út einglar Sínar við veldigum lúðraljóði; teir skulu savna hini útvaldu Hansara úr hinum fýra ættunum, úr øðrum enda himmalsins í annan.
Matteus 24:32 Matteus
Lærið líknilsi av fikutrænum! Táið greinar tess longu eru blotnaðar og bløðini spretta, vita tit, at summarið er nær.
Matteus 24:33 Matteus
Soleiðis skulu eisini tit, táið tit síggja alt hetta, vita, at Hann er nær fyri durunum.
Matteus 24:34 Matteus
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn alt hetta hevur hent.
Matteus 24:35 Matteus
Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga.
Matteus 24:36 Matteus
Men tann dag og tíma veit eingin, heldur ikki einglarnir í Himli, heldur ikki Sonurin – eingin uttan Faðirin.
Matteus 24:37 Matteus
Men eins og var á døgum Nóa, so skal eisini verða, táið Menniskjasonurin kemur.
Matteus 24:38 Matteus
Sum tey á døgunum fyri flóðina ótu og drukku, giftust og giftu, líka til tann dag Nóa fór inn í ørkina,
Matteus 24:39 Matteus
og tey vistu av ongum, fyrrenn flóðin kom og tók tey øll – so skal eisini vera, táið Menniskjasonurin kemur.
Matteus 24:40 Matteus
Tá skulu tveir vera úti á markini; annar verður tikin við, og annar verður latin eftir.
Matteus 24:41 Matteus
Tvær kvinnur skulu mala á kvørnini; onnur verður tikin við, og onnur verður latin eftir.
Matteus 24:42 Matteus
Vakið tí! Tit vita jú ikki, hvønn dag Harri tykkara kemur.
Matteus 24:43 Matteus
Men tað má vera tykkum greitt, at visti húsbóndin, í hvørji náttarvøku tjóvurin fór at koma, so vakti hann og læt ongan sleppa at bróta inn hjá sær.
Matteus 24:44 Matteus
Verið tí eisini tit til reiðar! Tí Menniskjasonurin kemur, tann tíma tit ikki hugsa.
Matteus 24:45 Matteus
Hvør er so hin trúgvi og skilagóði tænarin, ið húsbóndi hansara hevur sett yvir húsfólk Sítt, at geva teimum at eta í rættari tíð?
Matteus 24:46 Matteus
Sælur er tann tænari, ið Harri hansara, táið Hann kemur, finnur bera seg so at!
Matteus 24:47 Matteus
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal seta hann yvir alt, ið Hann eigur.
Matteus 24:48 Matteus
Men sigur hin óndi tænarin so í hjarta sínum: „Harri mín drálar!“ –
Matteus 24:49 Matteus
og fer so at sláa samtænarar sínar og eta og drekka við drykkjumonnum,
Matteus 24:50 Matteus
so skal Harrin hjá hesum tænara koma, ein dag hann ikki væntar, og ein tíma hann ikki veit,
Matteus 24:51 Matteus
og høgga hann sundur og lata hann fáa lut saman við hyklarunum. Har skal vera grátur og tannagrísl.“
Opinberingin 1:3 Opinberingin
Sælur er hann, ið lesur, og sæl eru tey, sum hoyra profetorðið og varðveita tað, sum harí er skrivað; tí tíðin er nær.