trøyst
81 versir um "trøyst"
Versir
Síða 2 av 2Matteus 5:22 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, sum uttan grund er illur við bróður sín, skal vera sekur fyri dóminum. Tann, ið sigur við bróður sín: „Raka!“* skal vera sekur fyri ráðnum, og tann, ið sigur: „Dári tín!“ skal vera sekur til eld Helvitis.
Matteus 5:23 Matteus
Um tær tí kemur í hug, táið tú bert fram gávu tína á altarið, at bróðir tín hevur okkurt ímóti tær,
Matteus 5:24 Matteus
lat tá gávu tína liggja har framman fyri altarið og far og verð fyrst samdur við bróður tín – kom so og ber fram gávu tína!
Matteus 5:25 Matteus
Ver skjótur til semju við mótpart tín, meðan tú enn ert á vegnum við honum, so ikki mótparturin letur teg dómaranum í hendur, og dómarin letur teg tænaranum í hendur, og tú verður settur í fangahús!
Matteus 5:26 Matteus
Sanniliga, sigi Eg tær: Tú skalt als ikki sleppa út haðani, fyrrenn tú hevur goldið síðsta oyrað.
Matteus 5:27 Matteus
Tit hava hoyrt, at sagt er: „Tú mást ikki dríva hor.“
Matteus 5:28 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið hyggur á kvinnu og hevur hug á henni, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum.
Matteus 5:29 Matteus
Um nú høgra eyga títt freistar teg, so rív tað út og kasta tað frá tær! Tað er tær betri, at ein limur tín verður forkomin, enn at alt likam títt verður kastað í Helviti.
Matteus 5:30 Matteus
Og um høgra hond tín freistar teg, so høgg hana av og kasta hana frá tær! – Tað er tær betri, at ein limur tín verður forkomin, enn at alt likam títt verður kastað í Helviti.
Matteus 5:31 Matteus
Eisini er sagt: „Tann, ið skilst frá konu síni, skal geva henni skilnaðarbræv.“
Matteus 5:32 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið skilst frá konu síni fyri nakað annað enn hor, ger, at hon drívur hor, og hvør tann, ið tekur fráskilda kvinnu til ekta, drívur hor.
Matteus 5:33 Matteus
Uppaftur hava tit hoyrt, at sagt er við hinar gomlu: „Tú mást ikki svørja rangan eið; nei, tú skalt halda Harranum eiðir tínar.“
Matteus 5:34 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at tit skulu als ikki svørja – ikki um Himmalin, tí hann er hásæti Guds;
Matteus 5:35 Matteus
ei heldur um jørðina, tí hon er fótaskammul Hansara; ei heldur um Jerusalem, tí tað er staður hins stóra kongs;
Matteus 5:36 Matteus
ei heldur mást tú svørja um høvd títt, tí tú fært ikki gjørt hár hvítt ella svart.
Matteus 5:37 Matteus
Nei, tala tykkara skal vera: „Ja, ja, nei, nei,“ og tað, sum meir er enn hetta, er av hinum illa.
Matteus 5:38 Matteus
Tit hava hoyrt, at sagt er: „Eyga fyri eyga, og tonn fyri tonn!“
Matteus 5:39 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at tit skulu ikki seta tykkum ímóti hinum illa; nei, slær onkur teg undir høgra vanga, so vend honum hin við!
Matteus 5:40 Matteus
Vil onkur saksøkja teg og taka kyrtil tín, so lat hann fáa kappan við!
Matteus 5:41 Matteus
Og noyðir onkur teg at ganga eina míl við sær, so gakk tvær við honum!
Matteus 5:42 Matteus
Gev tí, sum biður teg, og vend tær ikki frá tí, sum vil læna frá tær!
Matteus 5:43 Matteus
Tit hava hoyrt, at sagt er: „Tú skalt elska næsta tín og hata fígginda tín!“
Matteus 5:44 Matteus
Men Eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara, signið tey, sum banna tykkum, gerið teimum gott, sum hata tykkum, og biðið fyri teimum, ið háða tykkum og søkja at tykkum
Matteus 5:45 Matteus
– fyri at tit kunnu verða børn Faðirs tykkara, sum í Himli er! Tí Hann letur sól Sína renna upp yvir ónd og góð og letur regna yvir rættvís og órættvís.
Matteus 5:46 Matteus
Tí um tit elska tey, sum elska tykkum, hvørja løn eiga tit fyri tað! Gera ikki eisini tollararnir tað sama!
Matteus 5:47 Matteus
Og um tit heilsa bert brøðrum tykkara, hvat stórt gera tit tá! Gera ikki eisini heidningarnir so!
Matteus 5:48 Matteus
Tit skulu tí vera fullkomin, eins og himmalski Faðir tykkara er fullkomin.“
Jóhannes 16:22 Jóhannes
Soleiðis hava eisini tit nú sorg, men Eg skal síggja tykkum aftur, og hjarta tykkara skal gleðast, og eingin tekur gleði tykkara frá tykkum.
Rómverjabrævið 8:26 Rómverjabrævið
So kemur eisini Andin veikleika okkara til hjálpar; tí vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, sum biðið eigur at verða; nei, Andin sjálvur biður fyri okkum við suffum, ið ikki kunnu sigast.
Rómverjabrævið 8:27 Rómverjabrævið
Og Hann, ið rannsakar hjørtuni, veit, hvat tráan Andans er; tí eftir vilja Guds biður Hann fyri hinum heilagu.
Rómverjabrævið 8:28 Rómverjabrævið
Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.