trygging
29 versir um "trygging"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Timoteusarbrævið 5:8 Fyrra Timoteusarbrævið
Men hevur onkur ikki umsorgan fyri sínum egnu og fyrst og fremst fyri húsfólki sínum – hann hevur avnoktað trúnna og er verri enn ein vantrúgvandi.
Seinna Korintbrævið 12:14 Seinna Korintbrævið
Hyggið, nú standi eg til reiðar at koma til tykkara triðju ferð, og eg skal ikki falla tykkum til byrði; tí eg søki ikki tað, sum tit eiga, men tykkum sjálvar – tað eru jú ikki børnini, ið skulu savna til foreldrini, men foreldrini, ið skulu savna til børnini.
Orðtøkini 13:22 Orðtøkini
Hin góði letur barnabørnum arv eftir seg, men góðs syndarans er goymt hinum rættvísa.
Prædikarin 7:12 Prædikarin
Tí at vera í vísdómsskugga er sum at vera í peningaskugga; men kunnskapurin hevur tað framum, at vísdómurin heldur honum á lívi, sum eigur hann.
Matteus 6:34 Matteus
Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin! Dagurin í morgin skal stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í plágu síni.“
Orðtøkini 15:22 Orðtøkini
Verða ikki ráð hildin, bresta ætlanir, men har sum nógvir ráðgevarar eru, fáa tær framgongd.
Orðtøkini 24:27 Orðtøkini
Fullfør verk títt harúti, ger teg lidnan á markini! So kanst tú byggja tær hús.
Prædikarin 11:1 Prædikarin
Kasta breyð títt út á vatnið, tí tú fært tað aftur, um so long tíð gongur!
Prædikarin 11:2 Prædikarin
Být í sjey partar tað, sum tú hevur, ja, í átta, tí tú veitst ikki, hvør vanlukka ið henda kann á jørðini!
Jákupsbrævið 4:13 Jákupsbrævið
Og nú, tit sum siga: „Í dag ella í morgin fara vit til tann ella tann bý og verða har eitt ár, handla og hava vinning!“
Jákupsbrævið 4:14 Jákupsbrævið
– tit, sum vita ikki, hvat í morgin fer at henda! Hvat er lív tykkara! Tit eru jú roykur, ið sæst lítla stund og er so burtur.
Fimta Mósebók 15:7 Fimta Mósebók
Táið ein fátækur er hjá tær, ein av brøðrum tínum í onkrum av býunum í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær, mást tú ikki vera harðhjartaður og lata hondina aftur fyri hinum fátæka bróður tínum;
Fimta Mósebók 15:8 Fimta Mósebók
nei, tú skalt lata hondina upp fyri honum og læna honum tað, ið honum fattast, og sum honum tørvar.
Fimta Mósebók 15:9 Fimta Mósebók
Varða teg, at ikki ljótur tanki kemur upp í hjarta tínum, so tú sigur: „Nú kemur skjótt sjeynda árið, eftirgevingarárið,“ og tú so hyggur við illum eygum á hin fátæka bróður tín og letur hann einki fáa! Tí hann fer tá at rópa til HARRAN undan tær, og tú fært synd á teg.
Fimta Mósebók 15:10 Fimta Mósebók
Av góðum huga skalt tú geva honum, og tað má ikki gera hjarta tínum ilt, táið tú gevur honum; tí so skal HARRIN Gud tín signa teg í øllum arbeiði tínum og í øllum, sum tú fert undir at gera.
Fimta Mósebók 15:11 Fimta Mósebók
Tí fátæk koma altíð at vera í landinum; tí gevi eg tær hetta boð: Tú skalt lata upp hondina fyri bróður tínum, fyri hinum treingjandi og fátæka, ið tú hevur í landi tínum.
Orðtøkini 10:15 Orðtøkini
Góðs hins ríka er fasti staður hansara, men armóð fátækra er vanlukka teirra.
Orðtøkini 27:23 Orðtøkini
Gjølla mást tú vita, hvussu seyður tín sær út; hav umsorgan fyri fylgjum tínum!
Orðtøkini 27:24 Orðtøkini
Tí góðs varir ikki til ævigar tíðir, og krúna ikki mann eftir mann.
Orðtøkini 30:24 Orðtøkini
Fýra eru, sum eru smá á jørðini og tó ovurhonds vís:
Orðtøkini 30:25 Orðtøkini
Meyrurnar, tær eru fólk við ongari styrki, og tó savna tær sær føði um summarið;
Lukas 12:42 Lukas
Harrin svaraði: „Hvør er nú hin trúgvi og skilagóði húshaldarin, ið Harrin fer at seta yvir húsfólk Sítt, at geva teimum hin ásetta kostin í rættari tíð?
Lukas 12:43 Lukas
Sælur er tann tænari, ið Harri hansara, táið Hann kemur, finnur at bera seg so at.
Lukas 12:44 Lukas
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal seta hann yvir alt, ið Hann eigur.
Lukas 12:45 Lukas
Men sigur hesin tænari so í hjarta sínum: „Harri mín drálar at koma!“ – og fer so at sláa dreingirnar og arbeiðskonurnar og eta og drekka og stoyta seg fullan,
Lukas 12:46 Lukas
so skal Harrin hjá hesum tænara koma, ein dag hann ikki væntar, og ein tíma hann ikki veit, og høgga hann sundur og lata hann fáa lut saman við hinum ótrúgvu.
Lukas 14:28 Lukas
Tí hvør tykkara, sum ætlar at byggja torn, setur seg ikki fyrst niður og roknar út, hvussu mikið tað fer at kosta, um hann hevur nóg mikið at fullføra tað fyri!
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið
Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,
Efesusbrævið 2:9 Efesusbrævið
ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.