trúlova
48 versir um "trúlova"
Versir
Síða 1 av 1Prædikarin 4:9 Prædikarin
Betri er at vera sjálvurannar enn einsamallur, tí teir báðir fáa góða løn fyri strev sítt;
Kolossibrævið 3:14 Kolossibrævið
Men yvir alt hetta – klæðið tykkum í kærleikan, tí hann er band fullkomileikans!
Hoseas 2:19 Hoseas
Eg skal trúlova Meg við tær til ævigar tíðir; Eg skal trúlova Meg við tær í rættvísi og rætti, í náði og miskunn;
Hoseas 2:20 Hoseas
Eg skal trúlova Meg við tær í trúfesti, og tú skalt kenna HARRAN.
Markus 10:9 Markus
Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.“
Amos 3:3 Amos
Munnu tveir fylgjast, uttan teir hava gjørt tað av hvør við annan!
Markus 10:8 Markus
og tey skulu verða eitt hold. So eru tey tá ikki longur tvey, men eitt hold.
Seinna Korintbrævið 11:2 Seinna Korintbrævið
Tí eg krevji tykkum heilt, sum Gud krevur; eg trúlovaði tykkum jú við einum manni, fyri at leiða Kristusi fram reina moyggj.
Orðtøkini 18:22 Orðtøkini
Tann, ið hevur funnið konu, hevur funnið lukkuna og fingið náðigávu frá HARRANUM.
Orðtøkini 19:14 Orðtøkini
Hús og góðs eru arvur frá foreldrum, men vitig kvinna er gáva frá HARRANUM.
Hásongurin 8:6 Hásongurin
Hav meg sum innsiglisring við hjarta títt, sum innsiglisring um armin! Tí sterkur sum deyðin er kærleiki, harður í tráan síni sum deyðaríkið; gløður hansara eru sum eldsgløður, logi HARRANS.
Jóhannes 1:3 Jóhannes
Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er.
Jóhannes 15:12 Jóhannes
Hetta er boð Mítt, at tit skulu elska hvør annan, eins og Eg havi elskað tykkum.
Fyrra Korintbrævið 13:1 Fyrra Korintbrævið
Um eg so tali við tungum menniskja og eingla, men havi ikki kærleika, eri eg vorðin ljóðandi málmur ella klingandi bjølla.
Fyrra Korintbrævið 13:2 Fyrra Korintbrævið
Um eg so havi profetagávu, kenni øll loyndarmál og eigi allan kunnskap, og um eg so havi alla trúgv, so eg kann flyta fjøll, men havi ikki kærleika, eri eg einki.
Fyrra Korintbrævið 13:3 Fyrra Korintbrævið
Og um eg so býti út, fátækum til føði, alt, ið eg eigi, og um eg so gevi likam mítt at verða brent, men havi ikki kærleika, batar tað mær einki.
Fyrra Korintbrævið 13:4 Fyrra Korintbrævið
Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp;
Fyrra Korintbrævið 13:5 Fyrra Korintbrævið
hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa;
Fyrra Korintbrævið 13:6 Fyrra Korintbrævið
hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika;
Fyrra Korintbrævið 13:7 Fyrra Korintbrævið
hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt.
Fyrra Korintbrævið 13:8 Fyrra Korintbrævið
Kærleikin fellur aldri burtur. Men profetagávur – tær skulu fáa enda; somuleiðis tungutala – hon skal halda uppat; og kunnskapur – hann skal fáa enda.
Fyrra Korintbrævið 13:9 Fyrra Korintbrævið
Tí vit kenna í brotum, og vit profetera í brotum;
Fyrra Korintbrævið 13:10 Fyrra Korintbrævið
men táið hitt fullkomna kemur, skal tað, sum í brotum er, fáa enda.
Fyrra Korintbrævið 13:11 Fyrra Korintbrævið
Táið eg var barn, talaði eg sum barn, hugsaði sum barn, dømdi sum barn; men táið eg varð maður, legði eg av hitt barnsliga.
Fyrra Korintbrævið 13:12 Fyrra Korintbrævið
Nú síggja vit jú í spegli, óklárt; men tá skulu vit síggja andlit til andlit; nú kenni eg í brotum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg sjálvur eri til fulnar kendur.
Fyrra Korintbrævið 13:13 Fyrra Korintbrævið
So verða tey tá verandi, trúgv, vón, kærleiki, hesi trý – men størstur av teimum er kærleikin.
Fyrsta Mósebók 29:18 Fyrsta Mósebók
Jákup elskaði Rakul; tí segði hann: „Eg skal tæna hjá tær sjey ár fyri Rakul, yngru dóttur tína!“
Fyrsta Mósebók 29:19 Fyrsta Mósebók
Laban svaraði: „Eg lati fyrr teg fáa hana enn ein fremmandan – verð bert hjá mær!“
Fyrsta Mósebók 29:20 Fyrsta Mósebók
So tænti Jákup sjey ár fyri Rakul, og tey vóru honum sum nakrir fáir dagar – tí hann elskaði hana.
Fyrsta Mósebók 29:21 Fyrsta Mósebók
Tá segði Jákup við Laban: „Lat meg nú fáa konu mína, tí tíð mín er úti, og eg vil fara inn til hennara!“
Fyrsta Mósebók 29:22 Fyrsta Mósebók
So beyð Laban øllum fólkinum har á plássinum og gjørdi gestaboð.
Fyrsta Mósebók 29:23 Fyrsta Mósebók
Men táið kvøldið kom, tók hann dóttur sína Leu og leiddi hana inn til hansara, og hann fór inn til hennara.
Fyrsta Mósebók 29:24 Fyrsta Mósebók
Laban gav dóttur síni Leu trælkvinnu sína Zilpu til trælkvinnu.
Fyrsta Mósebók 29:25 Fyrsta Mósebók
Men um morgunin – nú var tað Lea! Tá segði Jákup við Laban: „Hvat er tað, ið tú hevur gjørt mær! Er tað ikki fyri Rakul, eg havi tænt hjá tær! Hví hevur tú svikið meg?“
Fyrsta Mósebók 29:26 Fyrsta Mósebók
Laban svaraði: „Tað er ikki siður her hjá okkum at geva ta yngru burt áðrenn ta eldru.
Fyrsta Mósebók 29:27 Fyrsta Mósebók
Men lat nú brúdleypsvikuna hjá hesi ganga – so skulu vit eisini geva tær hina, aftur fyri at tú tænir hjá mær sjey ár enn!“
Fyrsta Mósebók 29:28 Fyrsta Mósebók
Í hesum samtykti Jákup; og táið brúdleypsvikan var at enda, gav Laban honum dóttur sína Rakul til konu.
Fyrsta Mósebók 29:29 Fyrsta Mósebók
Laban gav dóttur síni Rakul trælkvinnu sína Bilhu til trælkvinnu.
Fyrsta Mósebók 29:30 Fyrsta Mósebók
So fór hann eisini inn til Rakul, og hann var betri við hana enn við Leu. Hann tænti so hjá Laban sjey ár aftrat.
Fimta Mósebók 24:5 Fimta Mósebók
Táið maður nýliga hevur tikið sær konu, skal hann ikki fara við í bardaga, og ei heldur skulu aðrar byrðar av nøkrum slagi leggjast á hann; hann skal vera fríur eitt ár, húsi sínum til gagn og konu síni, sum hann hevur tikið sær, til gleði.
Fyrra Kongabók 9:3 Fyrra Kongabók
HARRIN segði við hann: „Eg havi hoyrt bøn og eyðmjúku ákallan tína, sum tú bart fram fyri ásjón Mína; Eg havi halgað hetta hús, ið tú hevur bygt, og skal til ævigar tíðir lata navn Mítt búgva har; og eygu Míni og hjarta Mítt skulu vera har allar dagar.
Esaias 43:4 Esaias
Av tí at tú ert dýrabarur í eygum Mínum, ert hátt virdur, og Eg elski teg, gevi Eg menniskju í stað tín og fólkasløg í staðin fyri lív títt.
Matteus 1:18 Matteus
Við føðing Jesu Krists gekk so til: Maria, móðir Hansara, var trúlovað við Jósefi; men áðrenn tey komu saman, royndist hon at vera við barn við Heilaga Andanum.
Matteus 19:6 Matteus
So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.“
Matteus 19:9 Matteus
Og Eg sigi tykkum, at tann, ið skilst frá konu síni, táið tað ikki er fyri hor, og giftist við aðrari, drívur hor; og tann, ið giftist við fráskildari kvinnu, drívur hor.“
Fyrra Korintbrævið 7:10 Fyrra Korintbrævið
Hinum giftu gevi eg tað boð – tó ikki eg, men Harrin – at kona má ikki skiljast frá manni sínum –
Efesusbrævið 5:31 Efesusbrævið
Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:7 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Latið okkum elska hvørt annað! Tí kærleikin er av Gudi, og hvør tann, ið elskar, er føddur av Gudi og kennir Gud.