trúgv uttan verk
58 versir um "trúgv uttan verk"
Versir
Síða 1 av 2Jákupsbrævið 2:14 Jákupsbrævið
Hvat hjálpir tað, brøður mínir, um ein sigur, hann hevur trúgv, táið hann hevur ikki verk! Man trúgvin fáa frelst hann!
Jákupsbrævið 2:15 Jákupsbrævið
– Er bróðir ella systir nakin og hevur ikki føði fyri dagin,
Jákupsbrævið 2:16 Jákupsbrævið
hvat hjálpir tað tá, um onkur av tykkum sigur við tey: „Farið í friði, vermið tykkum og mettið tykkum!“ – um hann gevur teimum ikki tað, ið likaminum tørvar!
Jákupsbrævið 2:17 Jákupsbrævið
– Soleiðis við trúnni eisini: Hevur hon ikki verk, er hon deyð í sær sjálvari!
Jákupsbrævið 2:18 Jákupsbrævið
Men nú sigur onkur: „Tú hevur trúgv?“ – Og eg havi verk! Vís mær trúgv tína uttan verk, so skal eg av verkum mínum vísa tær trúnna!
Jákupsbrævið 2:19 Jákupsbrævið
Tú trýrt, at Gud er ein. Tað gert tú beint! Hinir illu andar trúgva tað við – og skelva!
Jákupsbrævið 2:20 Jákupsbrævið
Men vilt tú vita tað, tóma menniskja, at trúgvin uttan verk er ónýt!
Jákupsbrævið 2:21 Jákupsbrævið
– Ábraham, faðir okkara, varð hann ikki rættvísgjørdur av verkum, táið hann ofraði son sín Ísak á altarinum!
Jákupsbrævið 2:22 Jákupsbrævið
Tú sært, at trúgvin virkaði saman við verkum hansara, og at við verkunum varð trúgvin fullkomin!
Jákupsbrævið 2:23 Jákupsbrævið
– Og skriftin gekk út, sum sigur: „Ábraham trúði Gudi, og tað varð roknað honum til rættvísi“, og hann varð kallaður vinur Guds.
Jákupsbrævið 2:24 Jákupsbrævið
Tit síggja, at menniskjað verður rættvísgjørt av verkum og ikki av trúgv eina.
Jákupsbrævið 2:25 Jákupsbrævið
Á sama hátt Rahab, skøkjan – varð hon ikki rættvísgjørd av verkum, táið hon tók ímóti sendimonnunum og læt teir fara burt aðra leið!
Jákupsbrævið 2:26 Jákupsbrævið
– Ja, eins og likamið er deytt uttan anda, so er eisini trúgvin deyð uttan verk.
Galatiabrævið 5:6 Galatiabrævið
Í Kristi Jesusi hevur tað jú einki at týða, um ein er umskorin ella óumskorin; alt varir um at hava trúgv, sum virkar við kærleika.
Lukas 6:46 Lukas
Men hví kalla tit Meg: „Harri, Harri!“ – og gera ikki tað, sum Eg sigi?
Lukas 6:47 Lukas
Hvør tann, ið kemur til Mín og hoyrir orð Míni og ger eftir teimum – hvørjum hann er líkur, skal Eg vísa tykkum.
Lukas 6:48 Lukas
Hann er líkur manni, ið skuldi byggja hús, og sum tá gróv djúpt niður og legði grundina á hellu. Táið tá vatnflóð kom, skolaði streymurin á tað hús, og hann var ikki mentur at vika tí, av tí at tað var væl bygt.
Lukas 6:49 Lukas
Men tann, ið hoyrir og ger ikki eftir tí, er líkur manni, ið bygdi hús sítt oman á jørðini við ongum grundarlagi undir. Streymurin skolaði á tað, og tað fall við tað sama, og fall tess hús varð stórt.“
Fyrra Korintbrævið 13:2 Fyrra Korintbrævið
Um eg so havi profetagávu, kenni øll loyndarmál og eigi allan kunnskap, og um eg so havi alla trúgv, so eg kann flyta fjøll, men havi ikki kærleika, eri eg einki.
Titusarbrævið 1:16 Titusarbrævið
Tey siga, at tey kenna Gud, men tey avnokta Hann við verkum sínum; tí tey eru andstyggilig og ólýðin og duga einki gott verk til.
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið
Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,
Efesusbrævið 2:9 Efesusbrævið
ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.
Efesusbrævið 2:10 Efesusbrævið
Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.
Jákupsbrævið 1:22 Jákupsbrævið
Men verið gerarar orðsins og ikki bert hoyrarar tess – við tí dára tit tykkum sjálvar!
Jákupsbrævið 1:23 Jákupsbrævið
Tí um onkur er hoyrari orðsins og ikki gerari tess, er hann eins og maður, ið hyggur at náttúrliga andliti sínum í spegli.
Jákupsbrævið 1:24 Jákupsbrævið
– Hann hyggur at sær sjálvum og fer síðani avstað og gloymir alt fyri eitt, hvussu hann sá út.
Jákupsbrævið 1:25 Jákupsbrævið
Men tann, sum skoðar inn í fullkomnu lóg frælsisins – og heldur á við tí, so at hann verður ikki gloymskur hoyrari, men gerari verksins – hann skal vera sælur í verki sínum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:17 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men tann, ið hevur góðs heimsins – og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum – hvussu kann kærleiki Guds verða verandi í honum!
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:18 Fyrra Jóhannesarbrævið
Børn míni! Latið okkum ikki elska við orði ella við tungu, men í verki og sannleika!
Matteus 7:21 Matteus
Ikki ein og hvør, sum sigur við Meg: „Harri, Harri!“ skal koma inn í ríki Himmiríkis – nei, tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum er í Himli.
Matteus 7:22 Matteus
Mong skulu siga við Meg hin dag: „Harri, Harri! Hava vit ikki profeterað við navni Tínum, rikið út illar andar við navni Tínum og gjørt mangar kraftargerðir við navni Tínum!“
Matteus 7:23 Matteus
Og tá skal Eg vitna fyri teimum: „Eg havi aldri kent tykkum; farið burtur frá Mær, tit, sum gjørdu órætt!“
Matteus 5:16 Matteus
Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!
Rómverjabrævið 3:28 Rómverjabrævið
Tí halda vit nú, at menniskjað verður rættvísgjørt av trúgv, uttan lógverk.
Hebrearabrævið 11:1 Hebrearabrævið
Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.
Hebrearabrævið 11:6 Hebrearabrævið
Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann.
Seinna Pætursbrævið 1:5 Seinna Pætursbrævið
Leggið tykkum tí júst eina við í trúgv tykkara at vísa dygd, í dygdini kunnskap,
Seinna Pætursbrævið 1:6 Seinna Pætursbrævið
í kunnskapinum fráhald, í fráhaldinum tol, í tolinum gudsótta,
Seinna Pætursbrævið 1:7 Seinna Pætursbrævið
í gudsóttanum bróðurkærleika og í bróðurkærleikanum kærleika til øll!
Seinna Pætursbrævið 1:8 Seinna Pætursbrævið
Táið hetta finst hjá tykkum og eykast, letur tað tykkum ikki standa yrkisleys ella ófruktbør í kunnskapinum um Harra okkara Jesus Kristus.
Matteus 25:31 Matteus
Men táið Menniskjasonurin kemur í dýrd Síni, og allir einglarnir koma við Honum, skal Hann sita í hásæti dýrdar Sínar.
Matteus 25:32 Matteus
Øll fólkasløgini skulu savnast framman fyri Hann; og Hann skal skilja tey hvørt frá øðrum, eins og hirðin skilir seyðin frá bukkunum.
Matteus 25:33 Matteus
Og Hann skal seta seyðin við høgru lið Sína, men bukkarnar við vinstru.
Matteus 25:34 Matteus
Tá skal Kongurin siga við tey við høgru lið Sína: „Komið higar, tit signaðu Faðirs Míns! Arvið ríkið, ið hevur verið tykkum til reiðar, frá tí heimurin varð grundaður!
Matteus 25:35 Matteus
Tí Eg var svangur, og tit góvu Mær at eta; Eg var tystur, og tit góvu Mær at drekka; Eg var fremmandur, og tit tóku ímóti Mær;
Matteus 25:36 Matteus
Eg var nakin, og tit klæddu Meg; Eg var sjúkur, og tit vitjaðu Meg; Eg var í fangahúsi, og tit komu til Mín.“
Matteus 25:37 Matteus
Tá skulu hini rættvísu svara Honum: „Harri! Nær sóu vit Teg svangan og góvu Tær at eta ella tystan og góvu Tær at drekka!
Matteus 25:38 Matteus
Nær sóu vit Teg fremmandan og tóku ímóti Tær ella naknan og klæddu Teg!
Matteus 25:39 Matteus
Nær sóu vit Teg sjúkan ella í fangahúsi og komu til Tín!“
Matteus 25:40 Matteus
Kongurin skal svara teimum: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!“