trúfesti / binding

12 versir um "trúfesti / binding"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 37:5 Sálmarnir

Gev HARRANUM veg tín í hond, lít á Hann! Hann skal gera tað!

3
Orðtøkini 16:3 Orðtøkini

Gev HARRANUM verk tíni í hond, so skulu ráð tíni fáa framgongd!

3
Fjórða Mósebók 30:2 Fjórða Mósebók

Framvegis talaði Móses við høvd ætta Ísraelsmanna og segði: „Hetta er boðið, ið HARRIN hevur givið:

2
Fyrra Kongabók 8:61 Fyrra Kongabók

Og hjarta tykkara veri nú heilt við HARRANUM Gudi okkara, so tit liva eftir lógum Hansara og halda boð Hansara – eins og í dag!“

2
Matteus 22:37 Matteus

Hann svaraði honum: „„Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum.“

2
Lukas 9:62 Lukas

Tá svaraði Jesus honum: „Eingin, ið leggur hondina á plógvið – og hyggur aftur um seg, hóskar til ríki Guds.“

2
Lukas 17:32 Lukas

Minnist konu Lot!

2
Jóhannes 3:16 Jóhannes

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

2
Rómverjabrævið 12:1 Rómverjabrævið

Eg áminni tykkum tí, brøður, við miskunn Guds, at bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara.

2
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið

Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!

2
Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið

Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!

2
Opinberingin 1:1 Opinberingin

Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,

2