Trælur

54 versir um "Trælur"

Versir

Síða 1 av 2
Galatiabrævið 5:1 Galatiabrævið

Til frælsi hevur Kristus gjørt okkum fríar. Standið tí fastir og latið tykkum ikki aftur leggja undir trældómsok!

4
Onnur Mósebók 21:16 Onnur Mósebók

Tann, ið stjelur menniskja, skal lata lív, um hann nú hevur selt tað, ella tað enn finst hjá honum.

3
Galatiabrævið 3:28 Galatiabrævið

Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.

3
Efesusbrævið 6:5 Efesusbrævið

Tit trælir! Aktið harrar tykkara eftir holdinum, við ótta og bivan, í einfaldi hjarta tykkara – sum var tað Kristus –

3
Kolossibrævið 4:1 Kolossibrævið

Tit harrar! Gerið móti trælum tykkara tað, sum rætt og hampiligt er! Tit vita jú, at eisini tit hava Harra í Himli.

3
Titusarbrævið 2:9 Titusarbrævið

Áminn trælir at vera teirra egnu harrum undirgivnar, at vera teimum til vildar á allan hátt, ikki siga ímóti,

3
Titusarbrævið 2:10 Titusarbrævið

ikki vera ótrúgv, men vísa allan góðan trúskap, so tey á allan hátt kunnu prýða læru Guds, Frelsara okkara!

3
Onnur Mósebók 21:1 Onnur Mósebók

„Hetta eru lógirnar, ið tú skalt leggja fyri tey:

2
Onnur Mósebók 21:2 Onnur Mósebók

„Táið tú keypir hebraiskan træl, skal hann træla í seks ár, men hitt sjeynda skal hann verða frígivin uttan viðurlag.

2
Onnur Mósebók 21:3 Onnur Mósebók

Er hann ógiftur, táið hann kemur til tín, skal hann verða frígivin einsamallur; er hann giftur, skal kona hansara verða frígivin saman við honum.

2
Onnur Mósebók 21:4 Onnur Mósebók

Letur harri hansara hann fáa konu, og hon eigur honum synir ella døtur, so skulu konan og børn hennara hoyra harra sínum til, og hann skal verða frígivin einsamallur.

2
Onnur Mósebók 21:5 Onnur Mósebók

Men sigur nú trælurin: „Eg eri góður við harra mín, við konu mína og børn míni – eg vil ikki verða frígivin!“

2
Onnur Mósebók 21:6 Onnur Mósebók

so skal harri hansara leiða hann fram fyri Gud og lata hann standa upp móti hurðini ella durastavinum; so skal harri hansara stinga hann gjøgnum oyrað við sýli, og hann skal vera trælur hansara alla tíð sína.

2
Onnur Mósebók 21:7 Onnur Mósebók

Selur maður dóttur sína til trælkvinnu, so skal hon ikki verða frígivin sum trælirnir.

2
Onnur Mósebók 21:8 Onnur Mósebók

Líkar hon ikki harra sínum longur, eftir at hann hevur verið henni nær, so skal hann geva loyvi til, at hon verður fríkeypt; hann hevur ikki loyvi at selja hana til fremmant fólk, táið hann soleiðis hevur gjørt henni órætt.

2
Onnur Mósebók 21:9 Onnur Mósebók

Men ger hann av, at sonur hansara skal hava hana, so skal hann lata hana fáa tann rætt, ið døtur eiga.

2
Onnur Mósebók 21:10 Onnur Mósebók

Tekur hann honum aðra umframt hana, so má hann ikki minka nakað um kost, klæði ella hjúnabandsrætt hjá hini fyrru.

2
Onnur Mósebók 21:11 Onnur Mósebók

Letur hann hana ikki fáa rætt hennara í hesum trimum, skal hon verða frígivin fyri einki, uttan viðurlag.

2
Onnur Mósebók 21:12 Onnur Mósebók

Tann, ið slær onkun, so hann doyr, skal lata lív.

2
Onnur Mósebók 21:13 Onnur Mósebók

Ger hann tað kortini ikki við vilja, men hond hansara verður stýrd av Gudi, so skal hann kunna flýggja til stað, ið Eg skal vísa tær.

2
Onnur Mósebók 21:14 Onnur Mósebók

Men ger onkur hasa gerð av fríum vilja, at hann við svikum drepur næsta sín, so skalt tú taka hann, um tað so er frá altari Mínum; hann skal doyggja.

2
Onnur Mósebók 21:15 Onnur Mósebók

Tann, ið slær faðir sín ella móður sína, skal lata lív.

2
Onnur Mósebók 21:17 Onnur Mósebók

Tann, ið bannar faðir sínum ella móður síni, skal lata lív.

2
Onnur Mósebók 21:18 Onnur Mósebók

Táið menn deilast, og annar slær annan við steini ella við nevanum, so hann víst ikki doyr av tí, men verður seingjarliggjandi,

2
Onnur Mósebók 21:19 Onnur Mósebók

so skal hann, ið sló, vera sakleysur, um hin kemur aftur á føtur og kann ganga úti við stavi; hann skal bert lata hann fáa viðurlag fyri tíðina, ið hann hevur list, og síggja til at fáa hann grøddan.

2
Onnur Mósebók 21:20 Onnur Mósebók

Táið onkur slær træl sín ella trælkvinnu sína við stavi, so tey doyggja undir hondum hansara, so skal hann verða straffaður fyri tað;

2
Onnur Mósebók 21:21 Onnur Mósebók

tó – liva tey ein dag ella báðar tveir, so skal hann ikki verða straffaður; tey eru jú ogn hansara.

2
Onnur Mósebók 21:22 Onnur Mósebók

Táið menn fara saman at berjast og fíra undir konu, ið er við barn, so at hon hittir reis, men eingin onnur vanlukka stendst av, so skal hann, ið gjørdi tað, lata í bót tað, ið maður konuna leggur á; hann skal lata tað, ið dómarar áleggja.

2
Onnur Mósebók 21:23 Onnur Mósebók

Men stendst vanlukka av, so skal lív latast fyri lív!

2
Onnur Mósebók 21:24 Onnur Mósebók

– Eyga fyri eyga, tonn fyri tonn, hond fyri hond, fót fyri fót,

2
Onnur Mósebók 21:25 Onnur Mósebók

brent fyri brent, sár fyri sár, kúlu fyri kúlu!

2
Onnur Mósebók 21:26 Onnur Mósebók

Táið onkur slær træl sín ella trælkvinnu sína í eygað og forkemur tí, skal hann frígeva tey til viðurlag fyri eygað.

2
Onnur Mósebók 21:27 Onnur Mósebók

Slær hann tonn úr træli sínum ella trælkvinnu síni, skal hann frígeva tey til viðurlag fyri tonnina.

2
Onnur Mósebók 21:28 Onnur Mósebók

Táið neyt stangar onkun til deyða, mann ella kvinnu, so skal kríatúrið verða steinað, og kjøtið má ikki verða etið; men ánarin er sakleysur.

2
Onnur Mósebók 21:29 Onnur Mósebók

Men er tað kríatúr, ið hevur verið vant at stanga, og ánarin er ávaraður og hevur tó ikki ansað eftir tí, og tað so drepur onkun, mann ella kvinnu, so skal kríatúrið verða steinað, og eisini ánarin skal lata lív.

2
Onnur Mósebók 21:30 Onnur Mósebók

– Men verða bøtur honum álagdar, so skal hann lata í loysigjald fyri lív sítt, so mikið, sum á hann verður lagt.

2
Onnur Mósebók 21:31 Onnur Mósebók

Og er tað drong ella gentu, ið neytið stangar, so skal verða gjørt við hann eftir hesi lóg.

2
Onnur Mósebók 21:32 Onnur Mósebók

Men stangar neytið træl ella trælkvinnu, so skal hann lata harra teirra fáa 30 seklar í silvuri, og kríatúrið skal verða steinað.

2
Onnur Mósebók 21:33 Onnur Mósebók

Táið onkur letur brunn standa opnan ella grevur brunn og leggur ikki aftur yvir hann, og neyt ella esil dettur í hann,

2
Onnur Mósebók 21:34 Onnur Mósebók

skal hann, ið brunnin eigur, lata pening í viðurlag til hansara, ið kríatúrið átti; men hitt deyða kríatúrið skal hann eiga.

2
Onnur Mósebók 21:35 Onnur Mósebók

Táið neyt hjá onkrum stangar neyt hjá einum øðrum, so tað doyr, skulu teir selja hitt livandi kríatúrið og býta peningin, og hitt deyða kríatúrið skulu teir eisini býta.

2
Onnur Mósebók 21:36 Onnur Mósebók

Men var tað kunnigt, at neytið hevði verið vant at stanga, og ánarin hevur ikki ansað eftir tí, so skal hann lata neyt fyri neyt; men hitt deyða kríatúrið skal hann eiga.“

2
Triðja Mósebók 25:44 Triðja Mósebók

Men vilt tú fáa tær trælir ella trælkvinnur, so skalt tú keypa tey frá fólkasløgunum, ið rundan um tykkum búgva.

2
Triðja Mósebók 25:45 Triðja Mósebók

Eisini av børnunum hjá teimum innfluttu, ið búgva hjá tykkum sum fremmand – av teimum og av eftirkomarum teirra, sum búgva hjá tykkum og eru fødd í landi tykkara – kunnu tit keypa tykkum trælir og trælkvinnur, og tey skulu vera ogn tykkara;

2
Triðja Mósebók 25:46 Triðja Mósebók

tey kunnu tit lata børn tykkara fáa í arv eftir tykkum, so tey kunnu hava tey sum ogn; tey kunnu tit við alla nýta sum trælir. Men móti brøðrum tykkara, Ísraelsmonnum, mást tú ikki við harðskapi valda, bróðir yvir bróður.

2
Matteus 6:24 Matteus

Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.

2
Lukas 4:18 Lukas

„Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí,

2
Rómverjabrævið 8:15 Rómverjabrævið

Tit fingu jú ikki trældómsanda, so tit aftur skulu óttast; nei, tit fingu Anda sonarættarins, og í Honum rópa vit: „Abba! Faðir!“

2
Fyrra Korintbrævið 7:21 Fyrra Korintbrævið

Vart tú kallaður sum trælur, so ger tær onga sorg av tí! Men kanst tú eisini verða frælsur, so tak fyrr tað!*

2
Efesusbrævið 6:9 Efesusbrævið

Og tit harrar! Gerið á sama hátt við teir og latið vera at hótta! Tit vita jú, at Harri bæði teirra og tykkara er í Himlunum, og hjá Honum er ikki mannamunur.

2