Trælir
14 versir um "Trælir"
Versir
Síða 1 av 1Kolossibrævið 4:1 Kolossibrævið
Tit harrar! Gerið móti trælum tykkara tað, sum rætt og hampiligt er! Tit vita jú, at eisini tit hava Harra í Himli.
Onnur Mósebók 21:16 Onnur Mósebók
Tann, ið stjelur menniskja, skal lata lív, um hann nú hevur selt tað, ella tað enn finst hjá honum.
Efesusbrævið 6:5 Efesusbrævið
Tit trælir! Aktið harrar tykkara eftir holdinum, við ótta og bivan, í einfaldi hjarta tykkara – sum var tað Kristus –
Jóhannes 8:34 Jóhannes
Jesus svaraði teimum: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Hvør tann, ið ger synd, er trælur syndarinnar.
Galatiabrævið 3:28 Galatiabrævið
Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.
Kolossibrævið 3:22 Kolossibrævið
Tit trælir! Aktið í øllum harrar tykkara eftir holdinum, ikki við eygnatænastu sum tey, ið vilja vera menniskjum til vildar, men í einfaldi hjartans, í ótta Harrans!
Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið
Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!
Kolossibrævið 3:24 Kolossibrævið
Tit vita jú, at tit frá Harranum skulu fáa arvin í løn. Tað er Harranum Kristusi, tit tæna.
Kolossibrævið 3:25 Kolossibrævið
Tí tann, ið ger órætt, skal fáa aftur órættin, ið hann gjørdi, og ikki verður gjørdur mannamunur.
Filemonarbrævið 1:16 Filemonarbrævið
ikki sum træl longur, men sum meir enn træl, sum elskaðan bróður. Tað er hann mær á serligan hátt, og hvussu mikið meiri tá ikki tær – bæði í holdinum og í Harranum!
Fyrra Pætursbrævið 2:18 Fyrra Pætursbrævið
Tit trælir! Verið í øllum ótta harrum tykkara undirgivin, ikki bert hinum góðu og mildu, men eisini hinum rangvørgu!
Job 31:13 Job
Havi eg vanvirt rætt træls míns og trælkvinnu mínar, táið tey høvdu trætu við meg!
Job 31:14 Job
– Hvat skuldi eg tá gjørt, táið Gud reistist, og hvat skuldi eg svarað Honum, táið Hann rannsakaði!
Job 31:15 Job
Hevur ikki Hann, sum skapti meg í móðurlívi, skapt tey við, og hevur ikki ein og hin sami virkað okkum í móðurfangi!