trítvinnaður reipur
5 versir um "trítvinnaður reipur"
Versir
Síða 1 av 1Prædikarin 4:12 Prædikarin
Og um so onkur kann vinna hann, ið einsamallur er, kunnu tveir standa seg ímóti honum; og trífaldur tráður er ikki so góður at slíta.
Fyrsta Mósebók 2:18 Fyrsta Mósebók
Gud HARRIN segði nú: „Ikki er manninum gott at vera einsamallur; Eg skal gera honum eina hjálp, sum hóskar honum.“
Prædikarin 4:9 Prædikarin
Betri er at vera sjálvurannar enn einsamallur, tí teir báðir fáa góða løn fyri strev sítt;
Prædikarin 4:10 Prædikarin
og um annar fellur, kann hin reisa felaga sín upp aftur. Men vanlukkuliga er hin einsligi staddur; tí fellur hann, er eingin at reisa hann upp aftur!
Prædikarin 4:11 Prædikarin
Somuleiðis, táið tveir sova saman, verða teir heitir; men hvussu kann hin einsligi verða heitur!