triáhálvfjers (70 ár)
53 versir um "triáhálvfjers (70 ár)"
Versir
Síða 1 av 2Sálmarnir 90:10 Sálmarnir
Lív okkara varir 70 ár – ella 80 ár, táið styrkin er nógv; og táið tað er frægast, er tað møði og fáfongd; tí skjótt er tað yvirstaðið, vit flúgva avstað.
Sálmarnir 90:1 Sálmarnir
Bøn. Eftir gudsmannin Móses. HARRI, Tú hevur verið bústaður okkara mann eftir mann!
Sálmarnir 90:2 Sálmarnir
Áðrenn fjøllini vórðu til, og Tú skapti jørðina og jarðarríki, ja, frá ævunum til ævirnar ert Tú, Gud!
Sálmarnir 90:3 Sálmarnir
Menniskjað gert Tú aftur til dust; Tú sigur: „Vendið við aftur, tit menniskjabørn!“
Sálmarnir 90:4 Sálmarnir
Tí túsund ár eru í eygum Tínum sum dagurin í gjár, hann, sum svann, ja, tey eru sum náttarvøka.
Sálmarnir 90:5 Sálmarnir
Tú skolar tey burt, tey verða sum svøvnur. Um morgunin líkjast tey grasinum, ið grør;
Sálmarnir 90:6 Sálmarnir
um morgunin blómar tað og grør, um kvøldið er tað følnað og turt.
Sálmarnir 90:7 Sálmarnir
Tí við vreiði Tíni svinna vit burtur, og við bræði Tíni verða vit rykt burtur við ræðslu.
Sálmarnir 90:8 Sálmarnir
Misgerðir okkara hevur Tú sett Tær fyri eyga, duldu synd okkara í ljós andlits Tíns.
Sálmarnir 90:9 Sálmarnir
Tí allir dagar okkara svinna burt í vreiði Tíni; vit hava livað ár okkara at enda sum eitt suff.
Sálmarnir 90:11 Sálmarnir
Hvør kennir styrki vreiði Tínar, og bræði Tína, soleiðis sum ein eigur at óttast Teg!
Sálmarnir 90:12 Sálmarnir
At telja dagar okkara – lær Tú okkum tað, so vit kunnu fáa vísdóm í hjartað!
Sálmarnir 90:13 Sálmarnir
Vend við, HARRI! Hvussu leingi? Tykst synd í tænarum Tínum!
Sálmarnir 90:14 Sálmarnir
Metta okkum, táið morgunin kemur, við náði Tíni! So skulu vit fegnast og vera glað allar dagar okkara!
Sálmarnir 90:15 Sálmarnir
Gleð okkum, so mangar dagar sum Tú hevur eyðmýkt okkum, so mong ár sum vit hava liðið ilt!
Sálmarnir 90:16 Sálmarnir
Lat verk Títt opinberast tænarum Tínum og dýrd Tína yvir børnum teirra!
Sálmarnir 90:17 Sálmarnir
Og lívsæla HARRANS Guds okkara veri yvir okkum! Og frem Tú okkum handaverk okkara, ja, handaverk okkara, tey fremji Tú!
Fyrsta Mósebók 6:3 Fyrsta Mósebók
Tá segði HARRIN: „Andi Mín skal ikki til ævigar tíðir stríðast við menniskjuni! Í villing síni eru tey hold; dagar teirra skulu vera 120 ár.“
Dómararnir 12:14 Dómararnir
Hann átti 40 synir og 30 sonasynir, sum riðu á 70 eslum. Hann var í 8 ár dómari í Ísrael.
Ápostlasøgan 23:23 Ápostlasøgan
So kallaði hann tveir av høvuðsmonnunum til sín og segði: „Latið 200 hermenn halda seg til reiðar at fara til Kesarea um triðja tíman í nátt, somuleiðis 70 hestmenn og 200 spjótmenn!“
Fyrsta Mósebók 46:27 Fyrsta Mósebók
Og synir Jósef, sum hann fekk í Egyptalandi, vóru tveir. Øll av húsi Jákups, sum komu til Egyptalands, vóru 70 sálir.
Fyrsta Mósebók 50:3 Fyrsta Mósebók
Hetta tók 40 dagar – so langa tíð tekur at balsamera. Egyptar grótu um hann í 70 dagar.
Onnur Mósebók 15:27 Onnur Mósebók
So komu tey til Elim; har vóru 12 vatnkeldur og 70 pálmatrø, og tey gjørdu steðg har við vatnið.
Fjórða Mósebók 33:9 Fjórða Mósebók
Tey fóru úr Mara og komu til Elim; í Elim vóru 12 vatnskeldur og 70 pálmar, og tey gjørdu steðg har.
Fimta Mósebók 10:22 Fimta Mósebók
Sjeyti í tali fóru fedrar tínir til Egyptalands, og nú hevur HARRIN Gud tín gjørt tykkum so mong í tali sum stjørnurnar á himli!“
Esaias 3:1 Esaias
Tí Harrin, HARRIN Gud herskaranna, tekur burtur úr Jerusalem og Juda stuðul og stav, hvønn stuðul av breyði og hvønn stuðul av vatni,
Esaias 3:2 Esaias
kappar og hermenn, dómarar og profetar, spámenn og elstar,
Esaias 3:3 Esaias
høvuðsmenn yvir fimmti og hvønn hátt virdan mann, ráðharrar og verkmeistarar og teir, sum kønir eru í gandi.
Esaias 3:4 Esaias
Eg skal geva teimum børn til stýrismenn, og smádreingir skulu valda yvir teimum.
Esaias 3:5 Esaias
Í fólkinum skal maður kúga mann, hvør næsta sín; smádrongurin skal seta seg upp móti hinum gamla, tann, ið einki hevur at týða, móti hinum hátt virda.
Esaias 3:6 Esaias
Táið tá onkur trívur í bróður sín í húsi faðirs síns og sigur: „Tú eigur kappa, tú skalt vera stýrismaður okkara, og hetta ríki, sum er á fallandi fóti, skal vera undir hond tíni!“
Esaias 3:7 Esaias
skal hann svara tann dag: „Eg vil ikki vera lækni! Eg havi hvørki breyð ella klæði í húsinum; meg seta tit ikki til høvd fólksins!“
Esaias 3:8 Esaias
Tí Jerusalem snávar, og Juda fellur, av tí at tunga teirra og gerðir teirra eru ímóti HARRANUM; tey seta seg upp ímóti dýrdareygum Hansara.
Esaias 3:9 Esaias
Andlitsbragd teirra talar – og vitnar ímóti teimum, og sum fólkið í Sodoma tosa tey opinlýst um synd sína, tey dylja hana ikki. Vei sálum teirra, tey stoyta sær sjálvum í vanlukku!
Esaias 3:10 Esaias
Sig um hin rættvísa, at honum skal gangast væl! Ávøkst verka sína skal hann eta.
Esaias 3:11 Esaias
Vei hinum gudleysa – honum skal gangast illa! Hansara egnu gerðir hevna seg aftur á hann sjálvan.
Esaias 3:12 Esaias
Fólk Mítt hevur smádrong við stýrið, og kvinnur ráða yvir tí. Fólk Mítt! Leiðarar tínir eru villleiðarar; vegin, tú skalt ganga á, hava teir oytt.
Esaias 3:13 Esaias
HARRIN stígur fram til rættargang, Hann stendur til reiðar at døma fólk Sítt.
Esaias 3:14 Esaias
HARRIN stígur fram í rættinum móti hinum elstu í fólki Sínum og høvdingum tess: „Tað eru tit, ið hava etið upp víngarðin, tit hava rán frá hinum fátæka í húsum tykkara!
Esaias 3:15 Esaias
Hvussu kunnu tit traðka fólk Mítt so niður og sora sundur hini fátæku?“ – sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna.
Esaias 3:16 Esaias
Og HARRIN sigur: Afturfyri at døtur Zion eru so hugmóðigar og ganga og fetta sær og spæla við eygunum, ganga og tita og ringla við fótringunum,
Esaias 3:17 Esaias
skal Harrin lata hviril døtra Zions verða fullan av skurvi, og HARRIN skal lyfta burtur av blygd teirra.
Esaias 3:18 Esaias
Tann dag skal Harrin taka alt stásið frá teimum: Fótringar, pannubond, hálspynt,
Esaias 3:19 Esaias
oyrnaperlur, armbond, slør,
Esaias 3:20 Esaias
høvuðpynt, fótketur, belti, luktigløs, gyklipynt,
Esaias 3:21 Esaias
fingraringar, nasaringar,
Esaias 3:22 Esaias
høgtíðarklæði, kápur, hini stóru turriklæðini, pungar,
Esaias 3:23 Esaias
spegl, lín, húgvur og fínslør.
Esaias 3:24 Esaias
Stinkur skal vera í staðin fyri góðan anga, tog í staðin fyri belti, berskøllut høvd í staðin fyri flættur, sekkjalørift í staðin fyri høgtíðarbúna, brennimerki í staðin fyri vakurleika.
Esaias 3:25 Esaias
Menn tínir skulu falla fyri svørði, og kappar tínir í orrustu.