trø

12 versir um "trø"

Versir

Síða 1 av 1
Jeremias 17:8 Jeremias

Hann skal vera líkur træi, ið er plantað við vatn og toyggir út røtur sínar við løk, sum ikki óttast, táið hitin kemur, men altíð ber grøn bløð, sum ikki syrgir í turrum árum og ikki gevur uppat at bera ávøkst.

5
Job 14:7 Job

Tí fyri trænum er vón; verður tað høgt um, spírar tað aftur, og tí fattast ikki nýggjar kvistar;

4
Sálmarnir 1:3 Sálmarnir

Hann er sum træ, plantað við vatnsløkir, ið ber ávøkst sín á røttum tíma, og sum bløðini ikki følna á; øllum, ið hann ger, hevur hann eydnu við.

4
Fyrra Krønikubók 16:33 Fyrra Krønikubók

Tá rópa tey av gleði, øll trø í skóginum – fyri ásjón HARRANS, tí Hann kemur at døma jørðina.

3
Matteus 7:17 Matteus

Soleiðis ber hvørt gott træ góðan ávøkst; men hitt ringa træið ber ringan ávøkst.

3
Fyrsta Mósebók 2:9 Fyrsta Mósebók

Gud HARRIN læt upp av jørðini vaksa alskyns trø, sum vóru eygunum ein lystur og góð at eta av, eisini træ lívsins, sum stóð mitt í urtagarðinum, og træið til kunnskap um gott og ilt.

2
Sálmarnir 52:8 Sálmarnir

Hini rættvísu skulu síggja tað og óttast, tey skulu læa at honum og siga:

2
Orðtøkini 3:18 Orðtøkini

Hann er teimum lívsins træ, sum grípa hann, og lukkuligur tann, ið ikki sleppir honum!

2
Dániel 4:10 Dániel

Hetta vóru sjónirnar, ið komu fram fyri meg á legu míni: Eg sá í sjón míni træ, ið stóð mitt á jørðini, og sum var ógvuliga høgt;

2
Dániel 4:11 Dániel

tað var stórt og sterkt træ, og so høgt, at tað rakk upp til himmals og sást líka at enda jarðarinnar;

2
Dániel 4:12 Dániel

leyv tess var fagurt, og tað bar ríkligan ávøkst, so tað gav øllum føði; dýrini á markini funnu skugga undir tí, fuglar himmalsins áttu í greinum tess, og alt, ið livdi, fekk føði av tí.

2
Opinberingin 22:14 Opinberingin

Sæl eru tey, sum tváa klæði síni, so tey kunnu fáa atgongd til træ lívsins og um portrini ganga inn í staðin!

2