torførar tíðir
73 versir um "torførar tíðir"
Versir
Síða 2 av 2Sálmarnir 37:35 Sálmarnir
Eg sá gudleysan, ið stóð stinnur í megi síni; hann breiddi seg sum grønt træ, ið er væl rótfest;
Sálmarnir 37:36 Sálmarnir
men táið eg so seinni kom framvið har, var hann burtur, og eg leitaði eftir honum, men hann var ikki at finna.
Sálmarnir 37:37 Sálmarnir
Akta eftir hinum lýtaleysa, og hygg á hin sannhjartaða! Tí friðarmaður hevur framtíð;
Sálmarnir 37:38 Sálmarnir
men lógbrotsmenn skulu verða týndir allir samlir, framtíð hinna gudleysu verður skorin av.
Sálmarnir 37:39 Sálmarnir
Frelsa hinna rættvísu kemur frá HARRANUM, sum er sterka vernd teirra á neyðarstund.
Sálmarnir 37:40 Sálmarnir
HARRIN hjálpir teimum og fríar tey; Hann fríar tey frá hinum gudleysu og frelsir tey – tí tey hava søkt sær skjól hjá Honum.
Sálmarnir 50:15 Sálmarnir
Og kalla á Meg, tann dag tú ert í neyð – Eg skal bjarga tær, og tú skalt prísa Mær!“
Rómverjabrævið 5:3 Rómverjabrævið
Og ikki bert tað; vit rósa okkum av trongdunum við; tí vit vita, at trongdin virkar tol,
Rómverjabrævið 5:4 Rómverjabrævið
tolið roynt sinni, hitt roynda sinnið vón –
Rómverjabrævið 5:5 Rómverjabrævið
og vónin ger ikki til skammar; tí kærleiki Guds er útheltur í hjørtum okkara við Heilaga Andanum, sum givin okkum er.
Rómverjabrævið 8:28 Rómverjabrævið
Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.
Rómverjabrævið 8:31 Rómverjabrævið
Hvat skulu vit nú siga um hetta? Er Gud við okkum – hvør kann tá vera ímóti okkum!
Seinna Korintbrævið 1:3 Seinna Korintbrævið
Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, Faðir miskunnar og Gud alrar troystar,
Seinna Korintbrævið 1:4 Seinna Korintbrævið
Hann, sum troystar okkum í allari trongd okkara, fyri at vit skulu kunna troysta tey, sum eru í alskyns trongd, við troystini, sum vit sjálvir verða troystaðir við av Gudi!
Seinna Korintbrævið 12:8 Seinna Korintbrævið
At hann skuldi víkja frá mær, bað eg Harran um tríggjar ferðir.
Seinna Korintbrævið 12:9 Seinna Korintbrævið
Men Hann segði við meg: „Náði Mín er tær nóg mikið; tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika.“ – Tí rósi eg mær helst av veikleika mínum, fyri at kraft Kristusar kann hvíla á mær.
Seinna Korintbrævið 12:10 Seinna Korintbrævið
Og tí havi eg gott mót í veikleika, í ringari viðferð, í neyð, í atsóknum, í angist fyri Kristusar skuld; tí táið eg eri veikur, eri eg sterkur.
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!
Filippibrævið 4:7 Filippibrævið
So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.
Filippibrævið 4:8 Filippibrævið
Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!
Fyrra Pætursbrævið 1:6 Fyrra Pætursbrævið
Í henni gleðast tit, um tit so nú stutta tíð – táið so skal vera – hava sorg í alskyns royndum,
Fyrra Pætursbrævið 1:7 Fyrra Pætursbrævið
fyri at roynda trúgv tykkara – sum er mangan dýrabarari enn hitt forgeingiliga gull – og tað verður tó roynt við eldi – kann finnast til rós, dýrd og heiður í opinbering Jesu Krists.
Fyrra Pætursbrævið 5:7 Fyrra Pætursbrævið
Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.