torførar avgerðir

68 versir um "torførar avgerðir"

Versir

Síða 2 av 2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:4 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tí alt tað, sum føtt er av Gudi, sigrar heimin, og hetta er sigurin, ið sigrað hevur heimin: Trúgv okkara.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:5 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør er tann, ið sigrar heimin, uttan tann, ið trýr, at Jesus er Sonur Guds!

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:6 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hann er tann, ið kom við vatni og blóði, Jesus Kristus – ikki bert við vatninum, men við vatninum og blóðinum; og Andin er tann, ið vitnar, tí Andin er sannleikin.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:7 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tey eru trý, sum vitna:

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:8 Fyrra Jóhannesarbrævið

Andin, vatnið og blóðið; og hesi trý eru sameind til eitt.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:9 Fyrra Jóhannesarbrævið

Taka vit við vitnisburði menniskja, so er vitnisburður Guds størri. Hetta er jú vitnisburður Guds, at Hann hevur vitnað um Son Sín.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:10 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tann, ið trýr á Son Guds, hevur vitnisburðin í sær sjálvum; tann, ið ikki trýr Gudi, hevur gjørt Hann til lygnara, tí hann hevur ikki trúð á vitnisburðin, ið Gud hevur vitnað um Son Sín.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:11 Fyrra Jóhannesarbrævið

Og hetta er vitnisburðurin, at Gud hevur givið okkum ævigt lív, og hetta lív er í Syni Hansara.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:12 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tann, ið hevur Sonin, hevur lívið; tann, ið ikki hevur Son Guds, hevur ikki lívið.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:13 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit, ið trúgva á navn Guds Sonar.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:14 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hetta er hitt hugreysta álit, vit hava á Honum, at biðja vit um okkurt eftir vilja Hansara, so hoyrir Hann okkum.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:15 Fyrra Jóhannesarbrævið

Og vita vit, at Hann hoyrir okkum, hvat vit so biðja um, tá vita vit, at vit hava tað, sum vit hava biðið Hann um.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:16 Fyrra Jóhannesarbrævið

Sær onkur bróður sín gera synd, ið ikki er til deyða, so skal hann biðja; og Hann skal geva honum lív – teimum, ið ikki synda til deyða. Synd er, sum er til deyða; tað er ikki viðvíkjandi henni, eg sigi, at hann skal biðja.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:17 Fyrra Jóhannesarbrævið

Øll órættvísi er synd, men synd er, sum ikki er til deyða.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:18 Fyrra Jóhannesarbrævið

Vit vita, at hvør tann, ið føddur er av Gudi, syndar ikki; nei, tann, ið føddur er av Gudi, varðar seg sjálvan, og hin illi nemur hann ikki.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:19 Fyrra Jóhannesarbrævið

Vit vita, at vit eru av Gudi, og at allur heimurin liggur í hinum illa.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:20 Fyrra Jóhannesarbrævið

Og vit vita, at Sonur Guds er komin, og Hann hevur givið okkum vit til at kenna hin sanna – og vit eru í hinum sanna, í Syni Hansara, Jesusi Kristi; hesin er hin sanni Gud og ævigt lív.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:21 Fyrra Jóhannesarbrævið

Børn míni! Varðið tykkum fyri avgudunum!

2